May 7, 2013

Ódámlig vitjan í Hoydølum

Hvørt ár er síðsti skúladagur, bæði hjá okkum og á øðrum skúlum. Skuldi verið ein gleðidagur, men nú í fleiri ár hevur tað verið ein syrgiligur dapur dagur. Er tað struttligt at tveita eina sofu gjøgnum trappurnar, díkja fólk undir í øli og bróta hurðar? Ja, tað hildu ivaleyst hesir handilsskúlanæmingarnir, sum vitjaðu okkum í morgun. Vit vóru klár at bjóða teimum morgunmat og vera blíð, men vit fingu brúk fyri løgreglu og læstum hurðum. Tú verður eitt sindur kedd og tung í huga.
002003004
Tey eru eisini ílatin sum harðskapsfólk, má ein siga.005006
Og skaðin skal umvælast og gjaldast og skúlin skal vaskast eyka – stuttligt?
022023024
Hurðakarmar skræddir frá í lonini.
Hesaferð var tað so okkum tað gekk útyvir, men hetta er ein stuttleikamentan, sum finst ymsastaðni. Óhugnalig!

8 comments:

  1. hugnaligar myndir. sær út som folk hava tað skeg. eyka skeg.

    ReplyDelete
  2. Haters gonna hate! Tak iPhone'ina frá Mikkjali!

    ReplyDelete
  3. Eitt gott ball

    ReplyDelete
  4. Tey id hava broti hurdina hava óiva forkent eina bót ella okkurt men at ganga runt og skapa ein so ógvusligan media storm, er nakad so heilt forbanna langt úti. Haldi tey í student skulu taka seg saman...

    ReplyDelete
  5. Nakrar karmar eru ikki nakrar hurðar!!! Nakrar sofupútur er ikki ein sofa!!! Seriøst, takið tykkum saman, tykkara helvitis forbannaðu hipstarir!

    ReplyDelete
  6. Tit klára heilt sikkurt ikki at gera tað betri enn vit ;-)

    ReplyDelete
  7. Skaffa Mikkjal n. Hemsdal fleiri GB til telefonuna í næsta ár, soleiðis at hann kann taka fleiri myndir og longri video!

    ReplyDelete
  8. Ódámligur bloggur

    ReplyDelete