Jul 18, 2021

Gev okkum í dag okkara dagliga breyð

Meðalaldurin í kirkjuni í Dali í morgun var lægri enn mangan áður, børn og ung av Prangsjørð, úr Stórhúsi og sjálvandi tey úr Gerðagili og úr Gørðunum. Og so manglaðu Ólavur, Vitus og Turið.


Líknilsið um tá ið Jesus mettaði 5000 kemur seks ferðir fyri í bíbliuni, tað lærdi eg í morgun í Dals kirkju. Tað sigur Gudmund Bruun í lestrinum í dag, sum Jóannes las í morgun í Dals kirkju. So umráðandi hava teir gomlu í fornkirkjuni hildið júst hesa søguna vera.



Áðrenn eg fór í kirkju, hoyrdi eg gudstænastu úr Fríðriks kirkju, har Jógvan bispur helt prædiku. Eg hevði sostatt longu hoyrt eina útlegging av dagsins teksti, áðrenn eg hoyrdi ta hjá Gudmundi Bruun. Sera ólíkar útleggingar má ein siga.  Meðan Gudmund Bruun leggur dent á tað metaforiska breyðið, ta andaligu føðina og næstan einki nevnir um, at menniskjan eisini hevur eitt likam, sum skal haldast við líka, hevði Jógvan bispur tað tímiliga við allan vegin - likam og andi, tímiligur tørvur og andaligur tørvur. Hann legði stóran dent á, at Jesus hevði sosialt tilvit, og tað eiga vit at royna við. Hann nevndi Frelsunarherin og Bláa kross, sum dømi um tey, sum hava sosialt tilvit og fara til verka.  

Annars varnaðist eg ein - kanska ótilvitaðan - politiskan boðskap hjá Jógvani bispi. Áðrenn hann fór at biðja fyri drotningini og co, og løgmanni og co., talaði hann um, at vit hava øll ábyrgd fyri hvørjum øðrum, (og nú vit hava poltikararnar í kirkju í dag) eisini tann politiska skipanin  eigur at spæla við. Men, segði bispur, vit eru heppin í Føroyum, at her er gott skil í so máta. Ein týðilig rósa til landsstýrið.

Sálmarnir, vit sungu í Dals kirkju í dag, vóru sum altíð valdir av einslistum. Mikkjal á Ryggi er rótfestur í Føroyum í bø, bergi og haga og á grunnum. Har vit fáa dagligt breyð, sum er seyður, fiskur, grind og fuglur, alt fingið til vega við signing frá Gudi. Vit eiga so nógv og fáa so nógv, og yrkjarin minnir okkum á ikki at elska  "mammons grunn" og altíð takka fyri dagligt breyð.

Grundtvig og Poul F hava ein sálm um Faðir vár, um bønina, vónir, trúgv, dóp - hetta er boðskapurin sigur sálmurin, men : "býttlingar annað tó meina"....at kalla øll hini, sum ikki halda sum tú, býttlingar mátti verið nakað nógv avgjørt!  Eg nevndi hetta við Sørin prest, hann hugsaði, at týðingin var kanska korrekt, tí hatta kundi Grundtvig gott funnið uppá.


Tey eru so væl stødd við prestar í Dali, Sørin prestur er dótturmaður Sjúrðar, klokkarans, eisini Birgitta prestur bróðurkona degnsins  var í kirkju ídag.



Jul 13, 2021

Mykines juli 2021

Turið bjóðaði mær við til Mykinesar, vit vóru 4 í ferðalagnum. Turið hevði bókað og orðnað alt. Útferðin var við tyrlu, eitt upplivilsi í sær sjálvum. Og skiparin segði, at ein mjørkaflóki var har úti, so tað var ikki vist, at vit fingu lent. Men, men flókin hvarv og vit lendu í øllum góðum, 10 min.




Húsini vóru eitt hoyggjhús, innrættað til ferðafólk. Eitt rúm, 4 koyggjusengur, tvær kókiplátur og ketil. Einki vesi, men í bygdini er nýtt nossligt alment vesi, so tað var eingin trupulleiki. Veðrið var gott alla tíðina. Vit gistu har tvær nætur.   

Vit vóru á café LOCALS, eina herliga fiskasúpan og hvítvín. Og har beint við er eitt spælipláss, sum Kristina og Kaninus gjørdu sær dælt av.


         


Okkara fyrsti túrur (vit vóru 10 túrar, Kristina helt skil á talinum av túrum) gekk út á Rógvu, í lundaland. Tað var væl eydnaður túrur í allar mátar. Ikki tungt at ganga, og lundar sótu fotomodell alla staðni. Ikki bara vit vóru har úti, hvønn morgun siglir Jósup fullfermdur út og seinnapart inn aftur.

hesar trappurnar eru vakrar



Joanne


Vit gingu nógvar túrar í bygdini. Vit hittu ein so alsknan hund, hann kom við okkum á Rógvu. Kristina var heilt forlipt. Í Mykinesi eru tey farin at væla um skúlan, tað verður herligt at fáa eitt felagshús afturat.  Vónandi fáa tey brúk fyri teimum gomlu skúlaborðunum til okkurt smart autentiskt interiør.








Men hæddarpunktið hjá mær mundi vera svimjihylurin. Fekk bara ikki hildið mær, ein so herlig á, rennandi reint vatn. Eg og Kristina fingu okkum ein frískligan svimjitúr. 

Uppi við svimjihylin er eisini ein hitapottur, børnini kyndu eldu og hitaðu sær pottin til um kvøldið.



Mangt gott og vakurt er at síggja í Mykinesi, okkara heimferð var við Jósupi, 35 min. tað var alt. 

Steinarnir eru ikki hvítmálaðir, teir eru hvíttaðir við náttúrunnar egnu liting, hvítari skón.


Elski at ferðast í egnum landi.






Jul 8, 2021

Hattarvík juli 2021

 




Pílagrímsferðir eru vanliga til heilag støð til at vitja halgimannagravir, kirkjur ella heilagar keldur. Henda ferð okkara gekk til Hattarvíkar. Útvarpsverturin spurdi, um okkara barnasummur í Hattarvík høvdu ávirkan. Ja, sanniliga! Har lærdu vit at eta føroyskan mat, har lærdu vit um blómur og fuglalív, og orð. Tað er ein gáva at hava verið partur av hesi bygdarmentan á ungum árum. Í Hattarvík var alt øðrvísi enn í Havn, tey ótu nátturða klokkan 10 um kvøldið um summarið og kaku afturvið morgundrekka.  Tríggjar kýr og onnur neyt vóru í kjallaranum, vit róku neytini morgun og kvøld. Lundabyrðar vórðu dagliga bornar til hús, sum Hanus Súni ella lítli Hanus fleygaði. Konufólkini sótu í fjaðraroki og royttu. 

'

Útvarpskvinnan fekk netsamband millum býlingarnar Uppi í húsi og Niðri í húsi. Sera flottir gønir litir vóru allastaðni um okkum.

...

Tá ið Másin ella "posturin" kom fór alt oman á Hellu at hyggja, og tey gomlu fóru oman á Bakka. Vit hugdu, hvørjir kassar og posar mundu koma til handilin, og kanska fingu vit pakka úr Havn.


Vit gingu ein túr yvir á Kirkju eftir koyrivegnum. Svínoyggin hómaðist í mjørkanum, hvarv og dagaði undan aftur. Á kirkju er handil nú í summar. 



Vit spældu úti tey longu summarkvøldini, og eitt sum var sjáldsamt hjá okkum at uppliva var, at tey vaksnu ella tey unguvaksnu komu út at spæla við. Vit spældu allar oftast "gerið minir" um alla bygdina, ella "tag den ring" á vendiplássinum, ella "selja fugl" á Viðryggi. Eg fór inn á gólvið hjá Mikkjal Peturi, hann hevur nokk eisini spælt gerið minir í 50unum millum túrar.


Vit gistu hjá Annu Mariu í Niðrihúsi og mintust gomlu Onnu Mariu og Mikka, har ið tey gingu so lættføtt og blíðsnýðað.



Gróðrarmikið við Gellingará



Skúlin flott gjørdur í stand

nostalgiskt góðgæti

Nógv arbeiði at laða bríkar til at fáa nøkur strá afturat





Jú, pílagrímar vitja gravir og kirkjur, men Paradís er sanniliga eisini eina vitjan vert..


AFTUR TIL "SIVILISATIÒNINA"




Jun 20, 2021

Summardagar 2021

 Familjan fór ein túr til Suðuroyar at vitja Louis. Vit búðu í Øravík, Koyrdu til Hvalbiar at svimja á sandinum í Nesi. Svumu á sjónum í Øravík. Og fóru túr við skjóttgangandi báti úr Sumba.


Á  Suðuroyaveg
Í Øravík var pottur uttanfyri. 
Annars havi eg síðani september arbeitt við at  tveita nøkur av teimum 104 kiloum, sum eru komin tey síðstu 10 árini. Sum áður hevur lítla Turið verið stuðul. Hesa ferð royndu vit KETO. Tann kururin er so, at tú skalt ikki eta grón, t.e. einki breyð, epli, rís og pasta, ikki sukur. Heldur ikki frukt, og bara tað grøna sum veksur á jørðini, ikki í jørðini. Tað ljóðar nokso strangt, men tú kanst gott eta kjøt, fisk og feitt og kál. Keto er okkurt við at venja kroppin at gera sukur úr feitti. Well, tað virkar.



Nú eru 30 kilo farin, hetta er ikki fyrstu ferð, eg lætni 30 kilo, men nú skal tað vera at eg haldi vektina! Keto restina av lívinum, við onkrum leygardagsísi og sunnudagseplum..
Sum sagt, Louis hevur verið í Føroyum 20 vikur. Men nú er hann farin heim aftur, men fyrst helt hann føðingardag á Suðuroyavegnum. So hugnaligt at síggja fleiri av familjuni.
Fyrstur á gátt var Búgvi, hann fekk te og jólakaku, síðani vóru tey hinumegin bróstið og onnur, og Turið  hevði kaku við, og vit bjóðaðu drýl og kjøt.

Av øðrum eg havi upplivað er sjálvandi prógvhandanin hjá Joanne. Hon hevur nú lokið annað skeið í FSA (føroyskum sum annað mál). Kvøldskúlin er undangonguskúli í hesi lærugrein.

May 6, 2021

Vælveruskeið v/Biritu Nolsø

 Vit vóru átta konufólk á skeiðinum. Tað var lýst sum eldraskeið, og eldri tað eru vit

Skeiðið var á Gjáargarði, hølini hóskaðu sera væl, og maturin var frálíkur. Ein nýggjur kokkur er á Gjáargarði, hon er úr Portugal. Vit fingu lambskjøt, saltfisk og grísakamb. Og eitt pluss var, ar hon var við uppá at gera onkrar ketorættir ístaðin fyri epli.


Skeiðið var fyrst og fremst eitt skeið í kropstilviti og sinnisvenjing. Andadráttarvenjingar saman við kropsligum venjingum og innlítandi fokus og ikki at gloyma, hvíld og frið. 

Vit vórðu spurdar, tá ið vit komu, hví vit høvdu valt hetta skeiðið. Summar søgdu, at tær trongdu til at sleppa úr gerandisdegnum ella at slappa av. Eg segði, at eg vildi fegin bjóða mínum fordómum av viðvíkjandi tí ráki sum hevur verið nú leingi, sum setir sjálvið so ógvisliga í fokus. Sjálvsmenning, finn teg sjálva, forkela teg sjálva, "because I'm worth it", ger bara slíkt, sum tú sjálv vilt og tímir. Men eg royndi at hava eitt opið sinni og gera, sum sagt varð.

Fleiri av venjingunum vóru lættar at fata og stuttligar, eitt nú Yin og Yan venjingin: tvær og tvær saman, lógva ímóti lógva, ger rundingar og mynstur saman. Hvør førir, hvør er yan og hvør er yin? Annars dámar mær ikki væl, at orka verður kallað mannlig, um hon er fysisk og útfarandi og kvinnulig, um hon er innvend og fevnandi, fordómsfull heiti, nógvar kvinnur eru mannligar.

Venjingin: Lær at taka ímóti og at geva. Hvør einstøk skrivar rósandi lýsingarorð um hinar á ein lepa, sum verður hongdur á bakið á henni. Soleiðis fær hvør 7 seðlar við rósi. Sera vælgerandi, men so hinvegin: hetta var eitt vit skuldu gera sum eina uppgáu, og allar kendust ikki væl.

Dansiløtan var herlig og stuttlig, dansa við tær sjálvari ella øðrum.

Andadráttarvenjingar til at vekja kropsinnlit, til at skapa javnvág. Brúka andadráttin til at flyta fokus. Fara úr kontrollrúminum í høvdinum og í hjartað, búkin ella føturnar. Tað er ikki nakað ein lærir upp á null komma fimm. Hugsa um hjartað sum trý hjørtu tað fysiska, eitt orkuhjarta og so kensluhjartað har ið vit hava álit, takksemi og kærleika. Hondina á hjartað, gev hjartanum pláss og legg tína hjartabøn (mamtra) í hjartað. Nú var ketan hjá mær langt síðani hoppað av. Nakað "fluffy" fyri meg. 

Men Birita er vinarlig, og kann við síni mildu ljósu rødd fáa ró at falla á rúmið. Hvíliløturnar við djúphugsan vóru á skránni nakrar ferðir, og tónleikur var eisini partur av huglagnum.


Fleiri av mínum fordómum eru nakað minkaðir. Enn e r ein ávís skepsis, gamaní. Men eg haldi, eg lærdi ymiskt um meg sjálva og míni medmenniskju. Og framum alt, so herligt at vera saman við so positivum og hjartaligum fólki, sum støðugt roynir at menna seg og finna hjartarúmið í sær sjálvari og øðrum. Takk fyri.