Bókin er um tvíburðarnar Otto og Paul, sum vaksa upp í jødiskari familju í Berlin í 20unum. Tað er bara tað, at teir eru ikki ordiliga tvíburðir, og bara annar er jødi. Hetta er bara ein av mongum samleikaspurningum í bókini, sum er sum eitt putlispæl við fýra brikkum, sum kunna venda ymsar vegir. Jødi, ikki jødi, genta, drongur, rík, fátæk, kommunistur. Bókin fevnir um tíðina frá 1920 til eftir kríggið.
Temu:
Hvørjum tilfari tú ert úr sæst í vandans stund, ert tú feik, sjálvsøkin, djørv, bangin, sterk, veik.
Samleiki ella arvur og/ella umhvørvi
Persónar:
Persónarnir eru Stengel húskið og teirra børn, Paul og Otto og teirra vinfólk Dagmar og Silke.
Harra Stengel er Jazzmusikari, hann er eitt lívstykki, tjenar ikki nógv, men elskar sína familju og elskar tónleik og list. Beint áðrenn hann tók lívið av sær, stríddi hann seg til Munchen á listaframsýning. Hitler læt vísa tey verk, sum vóru ótýsk, sum vóru dekadent og spilt og jødiskt ávirkað. Wolfgang Stengel slapp at njóta teir stóru meistararnar. Tað lívliga, liberala umhvørvið í Berlin í 20unum verður væl lýst bæði upp á gott og ilt.
Frú Stengel, Frieda er lækni og arbeiðir á eini læknamiðstøð. Hon er ein eingil í menniskjalíki, altíð klár at hjálpa. Tað gevur at býta, tá ið nazistanir í 30unum avmarka frælsi hjá jødum, tá má hon broyta sítt virksemi. Men hon steðgar aldrin, flytir í eitt minni stað, flytir síðani klinikkina heim til sín sjálvs. Og heima í íbúðini hevur hon eisini heimleys og fátæk búgvandi, tá ið nazistarnir tveita børn av einum barnaheimi upp í ein lastbil, biður hon teir lova sær við, so at hon fær uggað børnini.
Leygardagsklubbin. Tey fýra børnini eru saman leygardagar, tey lova hvørt øðrum ævigan trúskap. Børnini umboða týskt, jødiskt, rík, fátæk.
Otto: er bráður, skjótur við nevanum, góður boksari. Hann finnur útav sum hálvvaksin, at hann er ikki jødi. Tað er eftir at Hitler er farin rættiliga at gera umseg. Hann VIL vera jødi, men stórur fyrimunur er at ikki vera jødi, bæði fyri hann sjálvan og hansara kæru. Otto fer á nazi skúla. Endar í Englandi undir navninum Paul.
Paul: er tann intelektuelli tvíburðurin, hann klárar seg væl í skúlanum og skal eftir ætlan til Englands at studera. Men Dagmar kemur í vegin. Hann er jødi, men fer í týska herin undir navninum Otto, doyr á eysturmótinum.
Dagmar er ríkmansdóttir, pápin eigur stórt varuhús á Kurfurstendamm. Hon klárar seg altíð, hon brúkar tey fólk, sum hon er saman við. Hon letst vera russisk arbeiðskona hjá Silke og Paul. Tá ið bókin endar er hon aftur risin upp sum ríkmaður í Berlin.
Silke er kommunistur, dóttir eina fátæka arbeiðskonu. Hon er forelskað í Otto, men giftir seg við Paul fyri at hjálpa.
Frásøguháttur:
Partur av bókini hendir í London 1956, tá fáa vit søguna sagda av Stone, og ikki fyrr enn á síðu 365 (bókin er 600 síður) fáa vit at vita, hvør av tvíburðunum hann er, tá hava vit gitt fyrst annan og so hin.
Hin parturin verður sagdur við ymsum sjónarhornum, frásøgufólkið er til skiftis innan í øllum høvuðspersónunum. So við og við verður lagnan hjá hesi familjuni rullað út fyri okkum. Í støðum eru ræðuleikar og sansaleysur harðskapur nágreiniliga lýstir. Kríggið út um heimin er ikki við í søguni, tað er Berlin, sum er søgustaðurin fyrst og fremst.
Sera góð. Serstakliga putlispælstílurin er spennandi. Tað andstyggiliga og ræðandi í undankrígstíðini verður lýst, men fólkini eru so dámlig, at tú klárar alt saman við teimum.
Apr 5, 2020
Mar 28, 2020
Corona 2
Í dag er fyrstu ferð , eg havi følt, at í dag vil eg als
ikki upp úr seingini. Útvarpið greiddi frá støðuni í Brazil, tað var ræðuligt
at hoyra. Brotsmannalið hava tikið valdið, tí at myndugleikarnir gera einki.
Fólk
royna at halda seg í góðum lag við at syngja á netinum, lesa søgur online og
annað. Men tað virkar ikki líka væl sum í fyrstani, um vit nú skula sita inni í
fleiri mánaðar, tað er deprimerandi.
Havnardalaur er eitt gott túrpláss, og har er so gott
pláss. So tað er ikki torført at halda seg burtur frá fólki. Tað var kalt at
ganga í dag. Eg gekk inn til eitt portur, sum gongur út á vegin eystanfyri
dalin. So gekk eg hinvegin eftir vegnum. Eg sá nógv rusk, sjálvandi hevði eg
ikki posa og handska við, tað má eg minnast til næstu ferð. Í Fiengurola er
ikki so rúmsátt, í íbúðarblokkum í New York er heldur ikki so rúmsátt. Eg búgvi
á 50 m2 og eri einsamøll í húsi, so tað er nóg stórt, og eg kann altíð fara út
Havnardal. Útvarpið tosaði við eina føroyska í Fuengirola í dag, hon segði, at
hon ætlar sær heim til Føroyar at búgva.
Lurtaði eftir sendingini hjá Øssuri Wintereig “Pressan”,
hann ger góðar sendingar. Í dag var temað “Er atfinningarsamur journalistikkur
farin í karatenu?” Hann tosaði við Jóannes Dalsgaard, Sjúrð Skaale og aðrar.
Áhugaverdur spurningur er, um valdshavarar skula seta undantaksstøðu í
gildi, so verður demokrati avtikið, politiið fær makt og.....Epideminevndin hevur fingið óavmarkað vald, sakni at teir verða spurdir um, í hvussu stóran mun testing og tiltøk verða gjørd fyri at granskarar fáa síni tøl. Á INNOVA sita tey og bíða eftir játtan, so at tey kunna fara í gongd og brúka allar Føroyar sum laboratorium, vit skula vera heimsmeistarar í testing, løgmaður er so fegin, at útlendingar ringja til Føroyar at frætta um handfaringina. Granskarar hava síni áhugamál, kanska ikki altíð tey somu sum vinnulívið ella vanlig fólk, ella vanlig gomul fólk. Sjálvandi er tað gott at granska fyri at geiða frá og fyribyrgja, men tað skal helst ikki ganga út yvir skynsemið.
Mar 18, 2020
CORONA
Havi nú verið í sjálvbodnari karantenu í nakrar dagar. Fari bara út at ganga við hvørt, og so til handils. Havi bøkur, stokkar og eisini okkurt arbeiði, men eg má siga, tað gongur illa at hugsavna seg um at gera nakað. Smittan og smittutíðindi fylla so nógv. Men góður uggi er eisini á miðlunum, facebook er deiligt at hava, og fólk sum Sólrun Michelsen, Gulla Øregaard, Oddvør Johansen, Elin Henriksen og Tove Askam eru sera undirhaldandi og hugnaligir gestir. Eitt eitur at vera "við tí góða orðinum" , og tað er vist neyðugt í dag og komandi dagar.

Ein tanki, sum vitjaði beinanvegin var, at nú verjir náttúran seg ímóti menniskjum, at jørðin nú er so mikið sperd, at hon má rudda út millum menniskju. Nú hava menniskjuni so leingi útpínt og uppbrúkt alt á klótuni, at klótan er desperat. Eins og fólk fáa andaneyð av corona, hevur havið andaneyð av plasti og klótan andaneyð av royki. Klótan ger eitt átak. Hetta virus er jú ein vera í nattúruni akkurát sum vit. Tað er sloppið leyst av okkara átufreka grammleika og leikar nú leyst um allan heim.
Kanska vit læra av hesi kreppu, at flúgva minni, hava smærri býir, færri ferðafólk, lata vill dýr fáa frið.
Sóttarhald ger ikki húðarhungurin minni, ommubørnini halda seg vekk, eingin bókaklubbur eingin bindiklubbur. Og so er ikki loyvt at nerta við andlitið! Eg klemmi meg sjálva við hvørt, men tað er nú ikki tað sama :)
Útvarpið er frá allan dagin, vanliga sløkki eg Vatnhamar, men ikki í dag, man kann kanska læra at dáma hansara meinaleysa ágangandi virki.
Hugsi um tey, sum noyðast at vera til arbeiðis, fyri at samfelagið skal ikki steðga heilt. Serstakliga heilsustarvsfólk, ruskinnsavningin og tey sum útvega okkum mat og medisin eiga okkara tøkk og virðing uppiborna.
Seinasta summar var eg so heppin at sleppa at vitja Nolde savnið í Suðurjyllandi. Hansara myndir eru litfagrar og lívgandi hesar dimmu dagar.

| Roter Mohn und weisse Lilien |
| Kleine Sonnenblumen |
Útvarpið er frá allan dagin, vanliga sløkki eg Vatnhamar, men ikki í dag, man kann kanska læra at dáma hansara meinaleysa ágangandi virki.
| Tulpen (blau, violett, orange und gelb) |
Hugsi um tey, sum noyðast at vera til arbeiðis, fyri at samfelagið skal ikki steðga heilt. Serstakliga heilsustarvsfólk, ruskinnsavningin og tey sum útvega okkum mat og medisin eiga okkara tøkk og virðing uppiborna.
| EMIL NOLDE: Rote und violette Wolken |
Seinasta summar var eg so heppin at sleppa at vitja Nolde savnið í Suðurjyllandi. Hansara myndir eru litfagrar og lívgandi hesar dimmu dagar.
| EMIL NOLDE : Meer mit untergehender Sonne und Dampfer 1946 |
Mar 11, 2020
Kringvarp Føroya - tilbúgving, lívsneyðug upplýsing, ella Meðan vit bíða 4
Tað er syrgiligt og gamaldags , at Kringvarpið letur sum um vit eru partur av Norðurjyllandi. Fleiri túsund fólk, sum búgva í Føroyum skilja ikki tíðindini (og aðrar sendingar), sum verða varpað út um landið. Ja, eg tosi um danskt mál í miðlunum. Landslæknin og Mette F. verða varpað óviðgjørd út í loftið. Leinkið til hennara talu liggur eisini á KVF.fo
http://kvf.fo/netvarp/sv/2020/03/10/danska-stjornin-herdir-tiltokini
Sum FSA (føroyskt sum annaðmál) lærari plagi eg at biðja næmingarnar lurta eftir útvarpi og Degi og viku, tí tað er so sera góð venjing. Tey koma aftur í skúla og siga, at tey skilja ikki danskt. Tey hava stríðst við at læra seg føroyskt, nú ið tey hava búsett seg her, og so skilja tey ikki útvarp Føroya! Og serstakliga nú ið útvarpið reypar av at vera ein partur av tilbúgving Føroya. Sjálvandi má útvarpsverturin gera ein samandrátt av tí sagda á føroyskum.
Somuleiðis er tað heilt burturvið at vísa til heimasíðuna hjá Udenrigsministeriet, har er alt á donskum!

ÚR GOMLUM BLOGGI:
Mítt arbeiði í løtuni er at undirvísa útlendingum í føroyskum, og tað gevur mær unikt innlit í , at móðurmál í Føroyum er ikki bara føroyskt. Næmingar í løtuni umboða Filipsoyggjar, Kambodja, Kina og Hong Kong, Peru, Frankaríki, Russland, Ukreina, Kroatia, Rumenia og Slovakia og Japan og tey læra meg, at føroyskt kann eisini vera fremmandamál ella annað mál, føroyskt sum fremmandamál eigur at verða skipað sum sjálvstøðug lærugrein við krøvum og skikkaðum lærarum. Tað er ótrúligt, hvussu lítið skal til fyri at gera seg forstáiliga: meg síggja hon SMS/eg ikki dáma kjøt, men eisini ótrúligt, hvussu nógv skal til fyri at ogna sær málið fult og heilt. Eitt annað, sum henda undirvísing, repeterar fyri mær er, hvussu stórur munur er á talaðum og skrivaðum føroyskum. Næmingarnir lurta eftir talaðum føroyskum og herma, tey duga stuttligar vendingar úr Vágoynni ella av Viðareiði. Eg vil gjarna læra tey talað mál, men eg má eisini brúka tekstir, og eingir tekstir sum eru á føroyskum eru á føroyskum talumáli. Nå, so lurta vit eftir útvarpinum, tey tosa, tað má vera talað mál....men har er avbjóðingin enn størri, vit hava lurtað eftir tíðindasendingum og eftir ALSO, tey forstanda ikki eitt orð. Kringvarpið skuldi sæð hetta sum eina avbjóðing, tey kundu hjálpt til við sendingum til henda bólk av borgarum, sendingar til útlendingar við útlendingum. Ikki bara eina sending har vit útstillað útlendingarar, telja tey og teirra lond og “snakkka” um integratión. Skula kanska lata tey útlendsku sjálvi fáa orðið.

Feb 22, 2020
Toni Morrison: Song of Solomon
Bókin, sum lesibólkurin hevði á skránni í gjár er ikki av teimum lættastu, eingin lættisoppur. Onkur helt tó, at hon hevði væntað sær meira av einum nobelskum prísvinnara. Allar hildu, at bókin var rættiliga trupul í fyrstani, sum eitt putlispæl, sum ikki fæst at liggja, sum tað skal. Men so tá ið tú hevður lisið einar 150 síður, so klárnar.
Persónar. Hendingar fara fram ímillum tey svørtu í Amerika. Men øll tey svørtu eru ikki fitt og kúgað, ella jú kúgað eru tey, men har er eisini tann svarti húsahávurin, sum bara hugsar um pengar og at raka til sín. Tað er Macon Dead, pápi høvuðspersónin Macon Dead. Tað er henda Dead familjan, sum er í miðdepli, og tað er ikki familjuhugni har hjá teimum. So við og við fáa vit at vita, hví maðurin hatar konuna. Eina aðrastaðni í býnum býr systir harra Dead, har er heilt øðrvísi, har er meiri hiti og meira sangur. Systirin Pilatus býr saman við dóttur og ommudóttur, og høvuðspersónurin Milkman, følir tann stóra munin millum hansara egna kalda heim og so húsið hjá Pilatusi, tær práta og syngja. Ein annar høvuðspersónur er Guitar, hann er besti vinur MIlkmans, hóast teir eru úr heilt hvør sínum umhvørvi.
Tema. Søga teirra svørtu er temað, teirra æviga rótloysi har norði og har suðuri. Dead familjan býr norðanfyri, tað var jú hagar tey littu fóru, tá ið tey rýmdu undan trælahaldi og kúgan, men har norðanfyri er ikki nakað himmiríki. Ku Klux Klan er aktivur, tó verður hann ikki nevndur við navnið, men vinmaðurin Guitar er í einum loynifelagskapi - Seven Days - sum lønir eyga fyri eyga. Óhugnaligir tónar . Høvuðspersónurin Milkman fert suðureftir í síni leitan eftir gulli, eftir ætt og eftir rótum. Tað verður ein rættiliga dramatisk lívshættislig ferð, stundum við mytologiskum dámi.
Rasisma og harðskapur, kvinnukúgan er alt temu.
Nøvnini. Nógvur symbolikkur fylgir fleiri av nøvnunum í bókini. At eita harra Dead er rættiliga serstakt og gevur óhugnaligan varhuga av, at her er ikki tað góða lívið. Tá ið Pilatus fekk navn, setti pápi hennara ein fingur í bíbliuna og rakti Pilatus. Hann skrivaði so navnið av, annars dugdi hann hvørki at lesa ella skriva. Børnini hjá harra Dead eita Fyrra korintbræv, Lena og Macon, kallaður Milkman.
Metafora. At flúgva, at vilja læra at flúgva, at duga at flúgva er leiðimotiv í bókini . Sum kunnugt eru at flúgva og at flýggja sama orð á enskum, to fly - flew/ fled, tað ger myndina víðfevndari.
Liturin svart er ikki bara svart, eins og øll svørt fólk eru ikki eins. Vit siga ofta "tey svørtu" ella "tey littu" , og tey siga "tey hvítu". Hetta brotið úr bókini sigur tað so væl:
Fólkslig trúgv. Pilatus, sum er systir harra Dead, livir á sínari egnu hill í samfelagnum. Hon livir eftir pátrúgv og dreymum, og spøkilsi eru meiri verulig fyri henni enn beiggin Macon. Ferðin hjá Milkman. sum eisini er ein veiðiferð inni í einari skóg, er ein mytisk frásøgn, sum endar við sameining av menniskja og náttúru, tá ið Milkman følir, at hann veksur saman við jørðina har hann stendur og heilsar upp á vinir sínar trøini.
Toni Morrison (1931-2019). Nobelprís 1993.

“And talking about dark! You think dark is just one color, but it ain't. There're five or six kinds of black. Some silky, some woolly. Some just empty. Some like fingers. And it don't stay still, it moves and changes from one kind of black to another. Saying something is pitch black is like saying something is green. What kind of green? Green like my bottles? Green like a grasshopper? Green like a cucumber, lettuce, or green like the sky is just before it breaks loose to storm? Well, night black is the same way. May as well be a rainbow.”
Fólkslig trúgv. Pilatus, sum er systir harra Dead, livir á sínari egnu hill í samfelagnum. Hon livir eftir pátrúgv og dreymum, og spøkilsi eru meiri verulig fyri henni enn beiggin Macon. Ferðin hjá Milkman. sum eisini er ein veiðiferð inni í einari skóg, er ein mytisk frásøgn, sum endar við sameining av menniskja og náttúru, tá ið Milkman følir, at hann veksur saman við jørðina har hann stendur og heilsar upp á vinir sínar trøini.
Toni Morrison (1931-2019). Nobelprís 1993.
Feb 12, 2020
Sjálvboðin í Reyða krossi
Eini 3o sjálvboðin eru knýtt at klædnaskiljingini hjá Reyða krossi og eini 12-15 fólk eru knýtt at klædnakoyringini.
Nú er gott ár, síðani eg og Hendrik byrjaðu at arbeiða í Reyða krossi. Tað var Jóannes Eidesgaard, sum kom niðan í badmintonhøllina og spurdi, um ikki onkur av okkum hevði hug at melda seg til hetta lið av sjálvbodnum. Vit eru býtt í hold, og hvørt hold hevur ábyrgd av at koyra eina ferð um mánaðin.
Í gjár vóru vit í Vágum, tvær klædnabingjur eru í Miðvági. Og í dag vóru vit í Klaksvík, Fuglafirði og Runavík, og tá ið vit komu til Havnar vóru vit í Iktys og lótu teimum nakrar sekkir.
Vit fóru úr Havn klokkan níggju, og tað var sjáldsama vakurt at koyra norðureftir. Arbeiðið er at taka posarnar úr bingjunum og leggja teir í bilin. Fari at heita á fólk, at ikki pakka posarnar ov tungar. Vit skula eisini leggja posarnar, sum fara til Týsklands í eina stóra bingju.
Ì Runavík fara vit vanliga inn til Bláa kross, sum vit samstarva við.
Tá ið vit komu til Havnar kl. 14, fóru vit fyrst í Stiðjagøtu at tøma bilin og síðani oman í Vágsbotn til Iktys. Nú var fyrsti partur av degnum liðugur. Kl. 18 møttu vit aftur í Stiðjagøtu í klædnaskiljingini, har vóru vit so saman við 5 øðrum til kl. 21. Og í morgin er ein rúgva av burturkasti, sum skal koyrast á Hjalla.

| í Klaksvík |
| Í Klaksvík |

| Edilborg, Sigrun, Tinna og Inga |
Jan 8, 2020
Bjarnabørn í føroyskum klæðum.
Í Skagen er eitt bamsumuseum, tað einasta í Skandinavia. Eg havi ikki verið har, men Sólrun kennir konuna, sum hevur tað. Tað serliga við tí er, at hon brúkar savnið til at savna pengar inn til børn, sum liggja sjúk á Skejby sjúikrahúsi, ella ja til familjur við sjúkum børnum. Gevur teimum eina útferð ella onkur upplivilsi.
http://skagensbamsemuseum.dk/
Sum eg skilji, so hevur hon eisini samband við listafólk og fær tey at gera okkurt stuttligt, sum t.d. hesa bamsuna hjá Bjørn Nørgaard.
Summar av bamsunum á savninum er ílatnar og mynda ávíst arbeiði ella ávíst virksemi. Sólrun lovaði so hesi konuni at spyrja meg, um eg kundi gera føroysk klæði til hesar báðar. Bamsurnar eru keyptar í Krakow í heyst. Klæðini er øll handgjørd.
Jógvan fekk eitt skjúrtubróst og slips, og broderaðan vest.

Diddan er í broderaðum fyriklæði og turriklæði.
Nú eru bæði bamsudiddan og bamsubeiggin liðug. Forrestin: tey eita Jógvan og Anna. Onkur helt, at hann skuldi eita Læars, men eg haldi Jógvan og Anna eru so vøkur og millum vanligastu nøvn í Føroyum.
http://skagensbamsemuseum.dk/
Sum eg skilji, so hevur hon eisini samband við listafólk og fær tey at gera okkurt stuttligt, sum t.d. hesa bamsuna hjá Bjørn Nørgaard.
Summar av bamsunum á savninum er ílatnar og mynda ávíst arbeiði ella ávíst virksemi. Sólrun lovaði so hesi konuni at spyrja meg, um eg kundi gera føroysk klæði til hesar báðar. Bamsurnar eru keyptar í Krakow í heyst. Klæðini er øll handgjørd.
![]() |
| Fyrst máttu tær fáa undirbuksir og hon sokkar og hann hosur |
Jógvan fekk eitt skjúrtubróst og slips, og broderaðan vest.

Bæði eru í siðbundnari mynstrutari troyggju.
![]() |
| Hon hevur stima við heimasmíðaðum silvurpróni |
| Kristina hevur fylgt væl við í hesi klædnagerð |
Nú eru bæði bamsudiddan og bamsubeiggin liðug. Forrestin: tey eita Jógvan og Anna. Onkur helt, at hann skuldi eita Læars, men eg haldi Jógvan og Anna eru so vøkur og millum vanligastu nøvn í Føroyum.
Subscribe to:
Comments (Atom)