Dec 18, 2017

Advent 2017 - 2

Desember er konsertmánaður burturav. Luciakonsertin í NLH

DSC01744

DSC01757DSC01759

Klippa og klistra og eta loypta øðu.

DSC01760DSC01762

Omma og børn fóru á Hvonn at eta og so á skoytubreytina. Kristina skoytaði í Frozen kjóla, og tey vóru øll nokso frozen, tá ið vit fóru heim ein tíma seinni.

DSC01769DSC01771O

DSC01787

Og so var konsert við teimum yngstu í Skúlanum á Fløtum í Vesturkirkjuni.

DSC01792

Dec 8, 2017

ADVENT 2017

Mikudagin í síðstu viku vóru eg og Turið við Gjógv, men á vegnum norð løgdu vit at í Hósvík og heilsaðu upp á Búa og hansara familju. Jólatræið við Gjógv varð tendrað, og ljómlið spældi í bygdarhúsinum. Vit hongdu jólaperur í vindeyguni í Hoygarðinum. Vit fóru suður aftur beinanvegin, tí tað var kavi, og ein firnast eitt sindur Gjáaarskarð í kava.

DSC01592

DSC01597DSC01604DSC01608DSC01609DSC01610

Leygardagin gjørdu vit jólaprýði saman við børnunum. .

Sunnudagin vóru vit í kirkju. Og seinnapartin til familjukonsert, har Herbert sang í kóri. Sunnukvøldið var tað barnadansur í Tøkum lætt.

Mánadagin var hugnaløta við vaflum heima hjá mær. Stuttligt at síggja tey øll av og á.

DSC01622

DSC01615DSC01618

Týsdagin var hagafundur í Dali, og Turið og eg brendu suður 17.20 og norður aftur eftir fundin.

DSC01634DSC01636

Mikudagin vóru eg Magna damutúr.

DSC01643DSC01644DSC01645

Hósdagin var Bókastev á Suðuroyavegnum, og í dag var ferniseringin í Smiðjuni  hjá Jórunn og Jóan Paula.

DSC01649DSC01667DSC01668DSC01674

Nov 24, 2017

Tóroddur Poulsen 60 ár

Norðurlandahúsið og Fróðskaparsetrið skipaðu fyri einum degi til heiðurs fyri Tórodd. Dagurin hevði heitið “Um allar gáttir”.
DSC01517
Í 80unum og 90unum las eg altíð yrkingarnar hjá Tóroddi. Eg brúkti tær eisini í skúlahøpi, og næmingarnir hildu hann vera spennandi og frekan.
Tað var stuttligt at vera til bókmentaundirvísing í NLH í morgun. Turið Sigurðardóttir legði dent á sambandið millum tekst og paratekst. Hon hevur granskað heitini á teimum nógvu bókunum hjá Tóroddi. Eitt yrkingasavn er sum eitt barn, tað skal hava eitt navn, og Tóroddur gevur eisini sínum søvnum kelinøvn viðhvørt. Óhevdbundið sum alt hjá Tóroddi, einki við at skriva “Yrkingar” á permuna, sum JHOD gjørdi, nei tað stendur t.d.  “Reglur. Eitt brotsverk”
DSC01490
Tveir danir vóru bodnir at siga okkurt um T.P. Tann fyrri, Lars Bukdahl, hevði gjørt sær eina 60tals skipan, so hann las yrkingina á s.60 í 6 bókum og legði tekstin út. Hann tók metaforsalatið og greiddi frá á assosierandi hátt. Eg hvakk eitt sindur við, tá ið hann segði, at nú visti hann ikki, um nakar Tórodd kennari var í Føroyum…nokso frekt, ella kanska misskiljing frá mínari síðu. Framløgan var merkt av, at hann manglaði føroyskan kontekst, men sjálvandi, tá ið yrkingar verða umsettar til onnur mál, so mega tær klára seg sjálvar.
Síðani segði Bergur D. Hansen nakað um Havnina í ritverki Tórodds. Sera spennandi, hvussu Havnin er nevnd objektivt, men víðkað subjektivt, so at høvundurin fær sett sínar kenslur og atfinningar inn í hesa kendu rammu. Støðini, nevnd við egnum navni, lýsa egið, sum er til gongu í Havn, ongantíð í bili, og Tóroddur hevur stuttlig navnauppskot sum Lipputún.
DSC01498
Hinir talararnir vóru Peter Stein Larsen, Paula Gaard og Kinna Poulsen og Jan Andersson. Sum russina í pylsuendanum kom Tóroddur sjálvur og las yrkingar upp. Eitt fínt tiltak , mann fekk ordiliga hug at fara at lesa/skoða Tórodd aftur.
DSC01529DSC01536
Bókin hjá Kinnu um Tóroddsa verk og nýggja savnið hjá Tóroddi.
DSC01515
Jan hevði fleiri sera góðar myndir á løriftinum í sini framløgu

Nov 6, 2017

Fyrsta kavafølvið í ár

Vit fóru til Gjáar við krovunum úr Dali. Hjallurin við Gjógv er nógv betri enn tann í Dali, nú fáa vit at síggja. Flott útsýni av hoyggjhúsloftinum.
DSC01335
DSC01331
Vit ótu kjógvið av nr. 76 í ovni, afturvið eplum.
DSC01326DSC01328
Vit sýnaðu vindeygað, sum Klæmint hevur sett í skjøldurin. Tað sær gott út.
Men hvat galt! Tá ið vit komu upp sunnumorgun var kavi komin niður, ikki nógv, bara eitt lítið følv, men Gjáarskarð er ikki innbjóðandi í kava. Vit bíðaðu til middags, so løgdu vit avstað, tað var gott at koyra.
DSC01338DSC01341DSC01349
Tá ið vit komu til Havnar fóru vit í Norðurlandahúsið at síggja fimleikafagnað, har Magna var við. Fýra feløg kappaðust. Niðanfyri síggja vit  fitt smálomb og standmyndina av Nólsoyarpálli.




            
DSC01408

Oct 27, 2017

Sólorka - rómverjar í Albir

Tað fyrsta, tú sært, er eitt modell av baðnum.
DSC01265
Tað lítla útisavnið Villa romana  er mitt í býnum. Eitt innistikað øki við einum lítlum útgrevstri innaní. Ja also, lítil í mun til Rom ella Athen. Men hesar fornleivdir vístu baðilandið hjá einum ríkum rómverjahúski fyri 1500-2000 árum síðani.
DSC01270
Upplýsandi skelti vóru sett upp og okkurt, sum eg haldi er internetfrágreiðingar, ein Qr code.
Eitt rómverskt bað hevur caldarium, tepidarium og frigidarium, umframt umklæðirúm og fitnessrúm. Tey fóru fyrst í tað heitasta baðið, síðani tempererað og at enda í kalt vatn.
DSC01275
Upphitingin var viðareldur, sum var undir baðnum, sum var bygt við millumrúmum undir gólvinum og í veggjunum, so at heit luft streymaði runt og hitaði veggir og gólv. Ein stórur tangi var við heitum vatni.
Henda familjan, sum búði í Albir, hevði stórar fløtur við oliventrøum, sum tey pressaðu til olju. Tað var teirra ríkidømi og teirra útflutningsvøra. Øll ferðing og allur handil var við skipi. Ein stórur kvarnarsteinur var funnin, og inni var ein barkhella ella ein mortari.
DSC01266
DSC01281
Savnið hevur eisini eina innandura sýning við lutum, tey hava grivið út.
Og inni har sóu vit ein lítlan film, sum við rolluspælið dramatiseraði lívið hjá familjuni. Niðanfyri síggja vit domina, húsfrúuna. 

DSC01277DSC01280
Sera áhugavert, ókeypis atgongd.

Oct 25, 2017

Sólorka – nútíðarlist í Albir, Alicante



GESTABLOGGARI: Turið Sigurðardóttir
FUNDACIÓNFRAX er savn fyri nútíðarlist í Albir. Savnið er ein modernaður “kassi” í minimalistiskum stíli, og myndlistin, vit sóu har í gjár, var mest modernistisk ella postmodernistisk.
DSC01283
Vit varnaðust straks eina spanska listakvinnu, sum hevði gjørt lítlar menniskjafigurar úr gipsi ella onkrum tílíkum, men figurarnir vóru ikki heilskapaðir, summir vóru bara bulur og avkvett bein og armar og aðrir manglaði aðrir partar. 
DSC01231
Nógvir av figurunum vóru á bakgrund, sum var svart plast, sum var rukkut. Beinanvegin vit komu inn í savnið, sóu vit eitt stórt rukkut svart plast á gólvinum, og mitt á tí ein av hesum neyðarsligu hvítu figurunum. Tað sá mest út sum eitt illa farið menniskja, ið druknaði á einum ovurstórum havi. Hetta vakti ymsar hugsanir, m.a. um øll flóttafólkini á havinum í hesum tíðum, sum ikki vinna upp land.
DSC01227
Listamaðurin Claudio Zirotti hevði fingið stórt pláss til sína sýning. Hann er føddur í Modena, Norðuritalia 1952, útbúgvin í Rom og býr í Valensia.
DSC01238DSC01239DSC01244
Hansara formar, strikur og litir eru sera fjølbroytt. Temað ella yvirskriftin var “Pré-texto” – umbering, men eisini: “áðrenn tekstin”- .
DSC01236
Myndirnar tóktust snúgva seg um rýtmu, sansan og samskifti. Serliga væl dámdi mær eina myndarøð av bókstavaraðnum, fyrst øgiliga klárum og reinum, síðan meira og meira óklárum, samanrennandi og gátuførum. Í hesum minti hann meg um tann 5 ár yngra havnarmannin Tórodd Poulsen, skald og myndlistamann, sum júst hevur fylt 60.












DSC01245