Jan 4, 2017

Fredrik Backman: Min mormor hãlsar og sãger fðrlåt

Fredrik Backman bleiv kendur av bókini “Ein maður, sum eitur Ove”, Rolf Lassgård (kendur sum Kurt Wallander) spældi høvuðsrolluna í filminum.

 Mín jólabók í ár varð keypt í Kastrup á útvegnum, og á heimvegnum sá eg, at W. Smith hevði hana sum nummar eitt á bestseljarahillini, umsett til danskt hevur Louise Ardenfelt Ravnild. Henda bókin er eitt sindur í sama stíl sum bókin um Ove, speisk og absurd. Líkasum ikki skrivað í álvara yvirhøvur, men sjálvandi er ein seriøsur boðskapur í bókini.

DSC06670

 

Tað er væl kent í sálarfrøðini, at ævintýr kunna brúkast sum terapi, tí at ævintýrini eru um menniskjans djúpastu kenslur, angist og ræðslu, og um hvussu høvuðspersónurin – um enn lítil ella fátækur og visasligur – vinnur á øllum mótgangi.

broedrenelodense

Bókin er um ævintýr, um at brúka ævintýr sum stuðul og eggjan og avbrótaraknapp. Høvuðspersónarnir Elsa (7ár næstan 8) og omma hennara (78 ár) hava sína egnu ævintýraverð, sum omman lærir Elsu at liva í og brúka. Tær búgva í einum íbúðarhúsi, og so við og við fatar Elsa, at fólkini í íbúðini eru fólkini í ævintýrinum, bæði prinsessur, riddarar og ódjór. Omman stjelur viðhvørt úr øðrum ævintýrum, varnast Elsa, so vit fáa eksplisitt eisini tulkingar av Harry Potter, X-men og Astrid Lindgren bókum.

Elsa verður happað í skúlanum, tí at hon er “øðrvísi”, men omman lærir hana, at tað er fínt at vera øðrvísi, og omman er í hvussu er nóóóógv øðrvísi enn aðrar ommur, og hon er Elsusa fyrimynd.

 

Ævintýr landið eitur Næstanvakin, og har eru seks kongaríki. Nógvar ymiskar verur eru í tí landinum, nógvar eisini sum hata børn t.d. Núurin. Núurin er eitt frumtíðaródjór, sum vil at alt skal henda í stundini. Hvørja ferð eitt barn sigur “ja bíða eitt sindur”ella “eg skal bara líka”, skríggjar Núurin: Tað skal vera NÚÚÚÚ! Hann hatar børn, tí at børn trúgva ikki hansara lygn um, at tíð er linjurøtt, tey vita væl, at tíð er ein kensla. Núurin fór eina náttina upp á søgufjallið, sum er tað hægsta fjallið í Næstanvakin, har gjørdi hann eitt omanlop, sum oyðilegði fjallatoppin….

images (2)

Men tíbetur eru eisini nógvar hetjur og riddarar í Næstanvakin, og alt hongur væl saman, omman er ein framúr søgusigari, og søgan hjá henni byggir á hennara egna lív - dygdir og ódygdir.

Bókin er sera skemtilig og fantasifull, og eg síggi á netinum, at hon verður róst alla staðni.

(Historien uden humoren er nok lidt pladderromantisk, ligesom humoren uden historien vil være for meget. Men Backman forstår at kombinere disse ting, så der opstår en historie man kan blive ved med at synke ned i. “Min mormor hilser og siger undskyld” når, ligesom forgængerne “En mand der hedder Ove” og “Britt-Marie var her”, dybder i mennesker og verden, som vi normalt forbinder med filosoffer og store tænkere. Backman er en moderne tænker og filosof – bare med humor. (Lars Poulsen))

Jan 2, 2017

Nýggjárshald 2017

Í ár fór eg saman við Turið og familjuni til Sólrun í Nyhavn at halda nýggjársaftan. Men fyrst fóru vit ein lítlan túr út at fáa okkum luft og royna okkurt fís. Á myndini halda tey á stjørnukastarum.
DSC06587
So var at lata damurnar í galla og fjong, Kristina er í nýggjari troyggju frá Bíumostur. Og so eru silvurgrímur.
DSC06603DSC06604DSC06605DSC06607
Lisa hevði pyntað borðið í Heibergsgade, og tað var so sera festligt. Matarlepin var: hvør hevði sín forrætt við, og viðkomandi fór sjálv/ur út at anrætta og servera, tá ið hann /hon átti tørn. Vit fóru til borðs ataná drotningataluna og sótu til 23.45.
Ostrur (Michael), tartelettir (Sólrun), øðusúpan (Lars), ræst fiskamousse (Turið),  laksur v/avokado og chili-lime marinadu (Bergljót), jarðkneysasúpan v.chorizi (Anina), lambsfrikadellur (Sólrun), marinerað svínalundir við fermenteraðum hvítleyki og frikadellur (Christian, Ib og Karen), laksamousse (Michael), creme brulé (Katrine) og seinast heimabakað kransakaka frá Aninu
DSC06611DSC06632DSC06642DSC06650DSC06654DSC06660
Beint áðrenn tólv fóru vit út at skjóta har á bryggjukantinum.

Dec 30, 2016

Keypmannahavn

Eri nakrar dagar í Valby hjá teimum smáu. Ein dag vóru eg og børnini í djóragarðinum, eitt sindur kalt at eta ís.

 DSC06535

DSC06526 

men so sera heitt inni í tropunum, at Kristina fór úr troyggju og jakka, men so bleiv hon eisini køld. Eina løtu á spæliplássi og so yvir í barnazoo at kína geitum.

DSC06532

 DSC06546

Ein dag fóru vit útferð, skovtur, heitt kakao og smákakur við! Vit skuldu fara á nátúrspæliplássið í Valbyparkini. Men tað gekk ikki so væl at finna, vit gingu og gingu, ikki fyrr enn vit høvdu givið upp, drukkið kakao og vent við, funnu vit tað. Tað er eitt stórt flott spælipláss.

DSC06559DSC06563DSC06572DSC06570

Dec 28, 2016

Antwerpen–Hand werfen

Brabobrunnurin stendur mitt á marknaðarplássinum Grote Markt í Antwerpen við dómkitrkjuna Onze Vrouw. Myndahøggarin Jef Lambeaux (1852−1908) gjørdi standmyndina í 1887. Myndin byggir á søgnina um, hvussu Antwerpen fekk sítt navn og gjørdist tann stóri havnarbýurin.
DSC06469
Ein risi, Druon Antigon, helt til í áarmunnanum á Schelde og kravdi skatt av øllum ferðandi skipum, um tey ikki rindaðu, høgdi hann hondina av teimum. Tann unga hetjan, Silvius Brabo, vann á risanum í bardaga, høgdi hondina av honum og tveitti hava í Schelde, sum sæst á standmyndini. Navnið á býnum er sostatt av: Hand werfen (=kasta hond).
DSC06470
Hvørji jól seta tey eitt parisarahjól upp har á áarbakkanum ella á keikantinum. Tað var høgt, men mól ikki skjótt, fínt útsýni, niður á stóra gøtur, Kirkjuspír, Steinin (gamal skansi, sær út sum eitt ævintýrslott) og Linkerover (=vinstra áarbakka).
DSC06478 - KopiDSC06485 - KopiDSC06486 - KopiDSC06490DSC06491DSC06494 - Kopi



Dec 26, 2016

Jól 2016

 

Tollaksmessudag kókaðu vit rís og smá epli, og vit stoktu eina dunnu, tí at ovnurin er ov lítil til 3 dunnur.

DSC06356

Jólaaftan byrjaðu vit dagin róliga, fóru so at flysa epli, súrepli og røra marinadu til forrættin, píska róma til rísingreytin og ymiskt. Børnini blivu send í brúsu og komu so pø á pø aftur í jólastásinum. Sanniliga hugnaligt at fáast við hesa máltíð, sum ber av øllum máltíðum. Dunnurnar eru tær væl umtóktu cherry valley, tær eru keyptar í Havn og verða stoktar í Reet. Tær høvdu eina góða flogferð, tað sást ikki høgg á føti, tá ið tær vórðu útpakkaðar. FS gjørdi ein forrætt við laksi og avokado og agurk, og einari fantastiskari marinadu við sesamolju, avokadoolju, chili osfr.

DSC06362

Michel fór ein síðsta túr til handils, og so fór hann at seta á borðið, arvastell og arvasilvur, stílurin bleiv retro com mixo, ikki sum hjá navnanum á Frederiksberg, sum nokk hevði fingið ilt fyri hjartað av borðinum Smile

Gestinir komu klokkan fýra, og vit fóru til borðs klokkan seks, vit vóru 12 fólk. Beiggi Michel við børnum og einum dóttursjeiki, mamma Michel og so eg og Bíusa húski.

DSC06372

Máltíðin var “føroysk”, ja høvuðsrætturin og omaná. So FS hevur líkasum sett sín dám á jólaaftan.

DSC06430

The Dupont guys

Áðrenn pakkarokið byrjaði, vórðu nýggjársbrøv lisin, og tað er ein belgiskur siður. Børnini skriva bræv til foreldur og ommur og abbar, nýggjársbræv við ynskjum, tøkk og heilsan. Ein sera vakur siður, sum eg hava sæð øll tey  ár Frida Sofía hevur havt børn.

DSC06374DSC06378

Fyrst las Nathan (8ár) fyri ommu síni og pápa sínum og síðani Madeleine fyri mær og foreldrunum.

DSC06449DSC06450

Eg sendi tær mína hjartaligu nýggjársheilsan,

við einum mussi beint nú á títt allarfittasta snýð!

Seinni vóru pakkar á skránni, og eg sat og gleddi meg at geva FS skinnið, sum eg havi keypt í Dímun, hon, bleiv glað fyri tað, men bilsin bleiv eg, tá ið eg pakkaði mín pakka upp, tað var eitt skinn, ikki úr Dímun, men løgið var tað, at vit góvu hvørjari aðrari eitt skinn. Og fegin var eg eisini, tá ið tað vísti seg, at Michel passar troyggjuna.

DSC06337

Jólatræið framman fyri høvuðsjarnbreytarstøðini í Antwerpen er hátíðarheilsan til Kina, pyntið er hundalond, ella eg haldi sovorðnar kinesiskar lampur, við síðuna av var ein ovurstórur litfagur dreki.

 

Jóladag var mest te, goðgæti og romantiskir filmar.

Dec 22, 2016

Antwerpen upp undir jól

 

DSC06281

Eg kom til Brussel mikudag, og í dag vóru vit ein túr í Antwerpen á jólamarknað. Allastaðni flott pyntað og búðir við jólagávuhugskotum og við mati og drekka. Og mitt á Stóra torginum ér ein ísvøllur. FS og Madeleine fóru at standa á skoytum og so eisini Emil. Ikki so kalt, og sera hugnaligt har við nógvum fólki.

DSC06294DSC06296DSC06304DSC06307

DSC06307

 

Áðrenn vit fóru heim møttu vit Julien og Marie, tey arbeiða bæði har í einum nýggjum restauranthúsi. Tær líkjast, systkinabørnini.

DSC06319

Stuttligt at koyra í TESLUNI, ja tey hava fingið sær ravmagnsbil, so vit fóru á eina løðistøð á veg heim. Sera løgið, eingin motorur, eingi gir, eingin hondbremsa. Ikki eitt ljóð, ja uttan útvarp Føroya, sum hoyrdist sera væl.

DSC06334

Dec 17, 2016

Øðuligur leikur

Viðhvørt fái eg øðu. Sum døgurðamat dámar mær ikki øðu so væl, kanska tí at eg bara loypi hana og veit neyvan, hvar magi og garnar á henni eru.

DSC06225

Men hon er so pen. Og eitt slíkt tyssi av øðu er ein heil verð, hugsi, hvussu nógvar smáar verur munna búgva og liva alt sítt lív á hesi órundu planet.DSC06222

Øðan kann saktans brúkast sum dessertskál, skál til forrætt, ljósastaka, saltkar og mangt annað. Og eg havi brúkt hana sum jólapynt.

DSC06232DSC06234

Henda jóladekoratiónin hevur nakrar øður og so eitt pikkalítið sindur av tí fína granninum.

FB_IMG_1481417769318 Hesin jólamaðurin er í nýbustaðum øðuskóm og niðriundir er jólaabbin – nakað hjólbeintur - eisini farin í skógvar, lítli jólabeiggin hevur sett sínar skógvar millum beinini á abbanum.

DSC06241DSC06242

Øðan er sera væl hóskandi til borðpynt, bæði til jóla og aðrar tíðir.

DSC06272