Nú er summarskúlin farin í gongd, í morgun kl. 9 møttu børn og foreldur úti á Háskúlanum. Eldri flokkur er í fimleikabygninginbum og yngri flokkur er í teimum gomlu húsunum. Spennandi at byrja summarskúlavikuna.
Jul 22, 2013
Summarskúlin mánadag
Nú er summarskúlin farin í gongd, í morgun kl. 9 møttu børn og foreldur úti á Háskúlanum. Eldri flokkur er í fimleikabygninginbum og yngri flokkur er í teimum gomlu húsunum. Spennandi at byrja summarskúlavikuna.
Jul 21, 2013
Summargestir 4
Húsins dámur er heilt broyttur í morgun, tað er eyðsýnt, at mamman er komin. Tey syngja og práta, ein nýggjur tryggleiki og sjálvsálit. Kenslurnar sleppa betur út, bæði at klemma og at klandrast, so lív er í Eiriksgøtu. Og pastellmøðgurnar fara nú at fáa skil á hárinum á Madeleine.
Eisini, sum tykist løgið, er tað lættari at fara út at spæla, tá ið mann veit, at mamman er inni. Louis spælir við Magnu í trampolinini.
Ein lítil summargestur var inni hjá langommusystur, Gabriel. Hann og Herbert eru vinir.
Jul 20, 2013
G! betri seint enn aldrin
Men hevði eg vitað, at tað var soleiðis, hevði eg langt síðani havt dyrkað G! big time. Men í dag var eisini so fínt veður sól og stilli. Vit vóru á spæliplássinum, tey smáu fingu andlitsmáling, og vit vassaðu. Emil hevði spælikortini við.
Øll vóru har, og øll blíð og glað um veðrið.
Í fjósinum var upplestur, yrkjarar lósu egnar yrkingar. Alexandur Kristiansen var stuttligur, turrisliga stuttligur, Jóanes Nielsen var góður sum væntað, men fisuprátið er enn í fokus. Bæði Jóanes og Oddfríður skriva um, at teir vilja hava sítt egna gravstað at passa, áðrenn teir eru deyðir, helst nú beinanvegin, tann hjá Oddfríði var ikki góð, prosaisk og lágtflúgvandi, tann hjá Jóanesi var meiri sansalig og ólekkur. Men stuttligt hugskot at taka annað beinið fyrst og grava tað, so at moldin kann venja seg við gestin, áðrenn allur kroppurin verður dumpaður.
Masterplanurin hjá Turið funkaði, hon fann ein koyrara til teirra bil, so fóru teir stóru dreingirnir við honum, og tey trý smáu við mær. Tey vóru nokso moyr á suðurvegnum.
Hugnaløta í tveimum hæddum
Omma knipsar við Leica linsuni.
Jul 18, 2013
List á ólavsøku
FRAMSÝNING
Jórunn Dánialsdóttir hevur framsýning við sínum sermerktu handbroderaðu kompositiónum á vadmal og myndum úr ymsum tilfari, eini 20 verk tilsaman, umframt annað listahandverk. Jórunn hevur lænt ta kommunalu miðlonini í Gl. Kommunuskúlagarði við Vaglið í Tórshavn til sýningina.
Fernisering er longu fríggjadagin, 26. juli, kl.17:00, har Rannvá Jacobsen syngur og spælir. Øll eru vælkomin.
Framsýningin er opin allan juli mánaða, hesar tíðir:
Leygardagin 27. Juli kl. 14:00 - 20:00
Ólavsøkuaftan kl. 15:00 - 20:00
Ólavsøkudag kl. 15:00 - 20:00
Týsdagin 30. juli kl. 14:00 - 18:00
Mikudagin 31. juli kl. 14:00 - 18:00.
Jul 15, 2013
SKORTUR
SKORTUR er tíverri ikki til longur .
Hava tit verið í Skorti? Skortur er ein handil í Jónas Broncksgøtu í Havn. Eitt ævintýrland, har tú kanst droyma og ímynda og hugsa teg burtur. Fyrsta sporið, tá ið børnini koma úr Belgia er í Skort, tey hava altíð eina skrá við sær: í Skort, svimja, til Dals osfr. Í morgun vóru vit so í ævintýrhandlinum Skorti. Birita Krossteig er altíð fryntlig at koma inn til og dugir at tosa við børn.
Louis er hugtikin av ræðumyndum og splatter.
Madeleine keypti sær álvagentudrakt, og Emil fann sær eisini okkurt.
Magna í diademi..
SKORTUR er handilin til fastalávint, barnaføðingardagar, til sjónleik og annan leik. Far og hygg, tú finnur heilt vist okkurt til børnini ella ommubørnini, og heimasíðan eitur www.skortur.fo
.
Summargestir 3
Alla vikuna hava vit fylgt við á atlantic.fo síðuni. Hallur var seinkaður gott og væl eitt samdøgur, og í gjár sá út til, at alt var komið í rættlag hjá AA. Tey vóru so bara 40 minuttir seinni enn ætlað, børnini hjá FS. Á sum tað var deiligt at síggja tey, smíæandi og væl til passar, hóast farið var um midnátt, tann stóri so vaksin, tók sær av kuffertinum, miðlingurin so stillur og lítladiddan so køld í berari blusu. Tann stóri dugir so væl at konversera, túrurin hevði gingið fínt, tey vóru ikki svong, tey gleddu seg at fara at svimja og at fara í Skort, tað er handilin hjá Biritu Krossteig.
Eg eri so glað.
Og Turið og Hallur hava 7 ára brúdleypsdag.
Og Sólrun v. fam. er farin avstað aftur.