![]() |
1. dagur
Vit í lesiringinum Bókastevi fóru ein túr til Íslands. Ørindini vóru at vitja Hørpu. Fleiri høvdu verið har áður, men onkrar høvdu aldrin upplivað tað flotta konsert- og ráðstevnuhúsið.
Vit fóru ein fríggjadag, og leygarmorgun fóru vit út at síggja býin. Okkara fyrsta savn var landnámssavnið, tað er í Aðalstræti, so tað var ein fittur túrur frá har, sum vit búðu. Vit búðu í vesturbýnum, summar á Bárugøtu og aðrar á Neshaga.
Á Landnámssavninum er landnámsgarður við ovurstórum langeldi og nógvar frásagnir frá landnámsøld.
Nú fóru vit á Apotekið, ja ikki at keypa heilivág, men at eta. Tí at her eins og aðrastaðni eru apotek, posthús, bankar alt er farið á netið og húsini gjørt til matstovur til turistastreymin. Tað var vist ein dýr matstova, men vit visti ikki betur. Ongantíð fyrr havi eg etið speilegg upp á vaflu.
Nú fóru vit í Kolaportið í Tryggvagøtu, har varð ikki nógv keypt, turran fisk og ein hatt.

















































