Mar 24, 2016

Rotterdam – páskaferia 2016

í morgun løgdu vit avstað aftur sightseeing. Ferðin gekk til Rotterdam, tað tekur umleið 5 korter at koyra heimanífrá til Rotterdam.
Rotterdam 008
Ommusightseeing við Fridu Sofíu er passaliga sein´og hugnalig: fyrst síggja okkurt, so kaffi, so ganga og síggja okkurt, so eta og so heim – akkurát fyri.
Rotterdam 035
Vit fóru á sjóvinnusavn í Rotterdam, sum sjálvandi liggur í havnini, t.e. størstu havn í Evropa. Tey hava flottar framsýningar og so hava tey eisini eitt stórt útisavn við bátum og amboðum. Ein serframsýning var um húsbátar, tey byggja gamlar bátar um til at búgva í, bæði fiskibátar og fraktbátar. Ein stór last kann gerast ein fín, fín skrivstova.
Rotterdam 038
Og tey hava eitt stuttligt og læruríkt spælipláss, tað var eitt sum eg saknaði í Helsingør.
Rotterdam 032
Nógv var gjørt burt úr cruise ferðsluni. Vit kekkaðu inn í eitt stórt ferðamannaskip. Sóu kahyttirnar, viðføri, matsal, salong og úti á dekkinum. marglætisskip frá tretivunum.
Rotterdam 028
Rotterdam hevur spennandi skýgrein, nógvir høgir modernaðir bygningar.
Rotterdam 020Rotterdam 018
Okkara næsta mál var marknaðarhøllin, eitt so sera sjáldsamt hús, eitt modernað sixtinskt kapell, tekningar um alt hválvið. Og denn marknaður, kryddurtir, ostar, fiskur, frukt alskyns grønt, nógv, sum eg ongantíð havi sæð fyrr. Bygningurin var so óluksáliga flottur, formaður sum ein av barakkunum hjá eingilskmonnunum, men yvirstórur, høllin í miðjuni og so íbúðir rundanum.
Rotterdam 053Marknaðarhøllin, ytri parturin hevur mong vindeygu
.Rotterdam 056Rotterdam 055
Vinstrumegin flustar kokusnøtir og krokodillufrukt, høgrumegin loftið í marnaðarhøllini, vindeyguni í loftinum eru í íbúðum, sum har eru.
Rotterdam 052´Megastór súkkluparkering í tveimum hæddum
Aftaná ótu vit kinesiskt . Ein góður dagur.
Rotterdam 062Rotterdam 061Rotterdam 060Rotterdam 059

Mar 22, 2016

Bumbur í Brussel – páskaferia 2016

 

Í dag var ein óhugnaligur dagur, frá morgunstundini hoyrdu vit um álopini í Zaventem, floghavnini í Brussel. Eg kom um Zaventem fríggjadagin og skal heim tann vegin 2. páskadag. Tey plaga at koma eftir mær og fylgja mær avstað, eisini børnini. Um eg nú var komin í dag? Tey plaga eisini ofta at fáa sær kaffi í Starbucks, sum er har í fráfaringarhøllini, tann kaffistovan er ikki til longur.

Hóast her var friðarligt í Reet føldu vit ikki einki til hægsta trygdarstøði, Madeleine slapp ikki at ganga heim sjálv, men skuldi fylgjast. Michel kom heim frá arbeiði, tí hann fekk ikki hugsavna seg um nakað, men lurtaði eftir tíðindum alla tíðina.

Ì kvøld hugdu vit eftir heimildarfilminum, hann nevndi meg Malala. Tað var um Taleban í Afghanistan, teir brendu yvir 300 skúlar. Malala bleiv skotin í høvdið, og hon hevur ein deyðadóm hangandi yvir sær.

So nógv hatur, óvitinnheit, sjálrættvísi, maktgreði og og og ….

syrgiligt

008

Madeleine lærir seg kinesiskt, kanska fleiri skuldu eisini lært seg arabiskt og farsi.

….og nú tveir dagar seinni sigur FS mær, at teir ætlaðu at gera bumbuálopið komandi mánamorgun, men so bleiv ein teirra tikin av løgregluni, so gjørdu teir tað beinanvegin. Okey? So føli eg meg líkasum bjargaða á eggini.

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Mar 21, 2016

GENT– páskaferia 2016

Gent er ein týðandi universitetsbýur. Vit fóru heimanífrá um 9 tíðina. Sera hugnaligur býur við nógvum gomlum húsum. Veitir renna gjøgnum býin, og nógvir stuttligir handlar.
044027
Vit fóru í Kirkjuna at síggja altartalvuna “Guds lamb” eftir Hubert og Jan Eyck. Stór altartalva, sum kann latast upp, hon hevur  18 panel til samans.
059
Uttanfyri var ein standmynd, sum avmyndaði Eyck listarmenninar.
 025
Og so sóu vit eina miðaldarborg, sum ein, sum kallaðist Duivel t.e. djevil átti, eyknevnið fekk hann, tía at hann var myrkur. Borgin hevur seinni bæði verið brúkt sum barnaheim og psykiatriskt sjúkrahús.
023

Ein frálíkur dagur, og tað er luksus at hava so góða guide og bilførara. Vit settu bilin í eitt P hús og gingu so runt. Nógv ung fólk, nógv fólk á súkklu, fáir bilar. Bussar og lunnavagnar.
045
Guds lamb altartalvan er tað størsta her í býnum, á hesum vegginum er ein grafittimynd av einum parti av henni.
047

Mar 19, 2016

Páskaferia 2016

Tað var ein vøkur sjón at síggja sólarrisið fríggjamorgunin. Okkurt gott er við at fara tíðliga upp, vanliga liggi eg í fasta svøvni tá ið tann rundi lívgevarin, hin gula og reyða hitapumpan kemur úr havinum á morgni.

010009

men fríggjamorgunin var eg á veg vestur á flogvøllin.

Frida og Madeleine og Emikl vóru í Brussel eftir mær. Tey fóru so til hokki bæði, og vit fóru heim.

Í dag var aftur hokki á skránni, sum so mangan leygardag skuldu tey spæla dyst, eg sá Madeleine dystast við gentur frá Leuven. Tað var spennandi og javnur dystur. Nokso kalt at standa og hyggja, Frida var vetyrarklødd, so henni bilti ikki.

018017

Um kvøldið skuldi Mdeleine í dans, ja tey vaksa skjótt Smile Men hetta var barnadansur fyri børn til og við 11 ár.

 

026

So var døgurði á skránni og svenskur krimi. Bía hevði ordiliga rullað seg út í køkinum.

032022

Hann sigur lýggjari veður, so n+u fáa vit at síggja.

Mar 12, 2016

VÆLKOMIN - FØROYSKT sum fremmandamál

21. feb er altjóða móðurmálsdagur.

Í kvøldskúlanum í Havn er hvør dagur fremmandamálsdagur Smile

 

Flokkurin 2014-2015

0ad35932-853f-4228-bc6c-b7d461d85a23

Myndin er tikin á Reinsarínum tann dagin, tey fingu sína skeiðsváttan. Ein festligur dagur, onkur helt talu á føroyskum, og vit sungu.

Flokkurin heystið 2015

20150930_125243[1]

Myndin er tikin í Listaskálanum. Partur av undirvísingini á byrjanarskeiðinum vóru námsferðir.

Saman við handilsskúlanæmingum hjá Urd

20151111_134421[1]

Urd hevur eina lærugrein sum eitur “mentanarfatan”, so tað var rættiliga upplagt at gera eina felags tilgongd. Vit hittust tvær ferðir, og evnið var skúla- og familjuviðurskifti í fremmandum londum og Føroyum.

Flokkurin vár 2016

20160112_110204

Hetta er triði flokkurin av tilflytarum, sum eg havi, samstundis er tað fyrsti framhaldsflokkur. Summi hava verið á øðrum av byrjanarskeiðunum. Hesin flokkurin lesur “ordiligar” tekstir og hevur rættiliga nógv av mállæru og skrivivenjing. Vit gera ikki námsferðir. Tó hava vit verið í Williamshúsi og í Listaskálanum og sæð Zacharias Heinesen. Men fyrst høvdu vit strítt okkum gjøgnum greinina hjá Nils Ort, sum stóð í Dimmalætting.

027

Næmingar framman fyri skrivismáttuni hjá WH.

023029021

Rundan um Tariru.

Feb 20, 2016

Gott kvøld í NLH

Vit vóru fimm í Bókastevi, sum fóru niðan í góðari tíð. Settu okkum væl til rættis og ótu eina leskiliga máltíð frá SMAKKA.

Bókastev hevur havt Karitas á skránni fyri nøkrum árum síðani (ein bloggur er um hvørja av teimum 19. jan. og 13.feb. 2013) so tað var sera spennandi at skula síggja og hoyra Kristin Marju. Og vit vóru ikki sviknar, hon helt eina stuttliga, livandi upplýsandi talu.

ac04162200003ae81480e8af6f15adab_580x_a0_00_cropped

Síðani var samrøðan millum Gunnvør og Kristina Marju, og mann hoyrdi beinanvegin, hvussu gjølla Gunnvør hevur lisið og granskað bøkurnar, og hvussu góður rapportur var ímillum báðar. Deiligt at fáa bøkurnar frískaðar uppaftur.

010

Eitt annað sum var lívgandi var at hoyra høvundin rósa Edwardi Fuglø fyri permumyndirnar tvær, sum kunna lesast sum ein framhaldssøga í sær sjálvum um menningina hjá Karitas

009008

Altíð deiligt at vera saman við mínum bókarvinum

013005003

Feb 3, 2016

Bókmentakvøld á Háskúlanum

 

20160203_202149

Á skránni var Jakob Jakobsen, og Marianna D.Dahl  hevði framløgu um báðar bøkurnar hon hevur givið út um hann. Bókina við brøvum hansara og dokumentaristisku ævisøguna. Marianna talaði um, hvussu hon hevði arbeitt við brøvunum og stykkjað ævisøguna saman. Hon las brot úr brøvum upp og síðani brot úr ævisøguni, sum bygdi á hesi brøv. Sera áhugavert.

004

Vit prátaðu um Jakob Jakobsen og hansara stóra arbeiði, sum eftirtíðin hevur notið gott av. So lítla viðurkenning hann fekk! Og aldrin nakra løn!

Vit vóru í Rasmussarstovu, sum er so sera hugnalig við sínum gomlu tungu møblum. Eitt deiligt stað, vit hittast aftur um ein mánað, eg gleði meg!

untitleduntitled2