Á skránni var Jakob Jakobsen, og Marianna D.Dahl hevði framløgu um báðar bøkurnar hon hevur givið út um hann. Bókina við brøvum hansara og dokumentaristisku ævisøguna. Marianna talaði um, hvussu hon hevði arbeitt við brøvunum og stykkjað ævisøguna saman. Hon las brot úr brøvum upp og síðani brot úr ævisøguni, sum bygdi á hesi brøv. Sera áhugavert.
Vit prátaðu um Jakob Jakobsen og hansara stóra arbeiði, sum eftirtíðin hevur notið gott av. So lítla viðurkenning hann fekk! Og aldrin nakra løn!
Vit vóru í Rasmussarstovu, sum er so sera hugnalig við sínum gomlu tungu møblum. Eitt deiligt stað, vit hittast aftur um ein mánað, eg gleði meg!
No comments:
Post a Comment