Bókakvøldið hjá Sprotanum hesa ferð var ognað Kópakonuni. Myndir , tónar og orð lýsandi hesa havsins veru, sum líkist okkum menniskjum so nógv. Fyrst sang Eivør, síðani var samrøða millum Urd Johannesen og tær tríggjar listakvinnurnar Eivør, Marjuna og Kristinu. Serstakliga áhugavert. Allar vóru fríar og opnar og lótu áhoyrarunum gávuríkt lut í sínum tonkum í hesi listartilgongdini. Ólíkar allar, Marjun tann intelektuella við djúpum viðmerkingum, Kristina so læandi livandi og Eivør hin sagnarkenda náttúruvera, sum vit eru so errin av. Mær dámdi allarbest at hoyra, hvussu tætt samband Marjun hevur við kópakonuna og Mikladal, tað var rørandi.
Upplestur var eisini á skránni, og Duruta Dahl Andreasen las stak væl, íkki dramtiserað, men lisið týðiliga við rættari frasering.
Síðani var samrøða millum Paulu og Marjun um yrkingasavnið Opna. Tað var sera áhugavert at hoyra um Marjunsa tankar aftan fyri orðini og tey vantandi orðini, at enda sang Eivør aftur. Tað var stórt at hoyra okkara víðagitnu songkvinnu – so nær og so góð.
Og so í NLH í kvøld, og tað var eisini eitt upplivilsi. Myndirnar hjá Kristinu komu rættiliga væl til sín rætt, haldi eg – á stórskíggja aftanfyri orkestur og kór. Tær blivu vístar, sum bylgjandi ímyndir, so at andlit av fólki og kópi líkasum skifti ímillum vakurt og óhugnaligt ella millum menniskja og kóp. Tey brúktu eisini myndir úr einum filmi, sum hevur ligið á youtube, sum er eitt próvtøkuverkevni.
Men nú gloymdi eg næstan at siga frá tí frálíka hugskotinum hjá mínum ex starvsfeløgum at fara oman á ETIKA at eta, áðrenn bókakvøldið.
No comments:
Post a Comment