Smádrongurin er millum heims og heljar, ella hann er millum
hamara og ambolt. Altíð er vandi á ferð, ongastaðni er trygt, uttan kanska
undir rumpuni á ommuni. Sunnudagsskúlin, skúlin, salurin, kondittaríið og enntá
heima við hús eru hóttandi støð, tó er heimið sum oftast bara hóttandi á skeldarí-
og oyrafikustøði. Hini støðini hava sálarliga píning við sær, serstakliga
sunnudagsskúlalærarin er dómadagsprædikantur.
Bókin er sera væl skrivað, á klingandi føroyskum og á suðuroyamáli,
partvíst. Tann serligi málburður, sum suðuroyingar kunna brúka, tá ið teir eru
illir ella argir, er sjáldsamur at síggja á prenti, hetta er mest slíkt, sum
vit norðoyingar bara hava hoyrt um. Onkur av bókavinum mínum helt, at nú var tíðin komin til, at suðuroyingar læra seg fólkaskikk, tí at tað er einki vakurt at hoyra eiðir og illbønir regna niður yvir børn og onnur. Ein onnur bókarkona helt, at tað var stór sjarma júst í málbrúkinum. Hon hevði royndir av at búgva og vera saman við sunnanfjørðsfólki og fólki norðanfjørðs og hevur nú tætt samband við onkran heilt har noorðast í Eysturoynni, og hon helt, at tað passar, at tess longur norð tú kemur, tess tyngri og meiri deytt og statiskt er lív og samskifti.
Vit hava fyri stutt síðani havt nakað av kjaki um, at børn
gerast bangin og traumatiserað av at verða trúttað full av helvitishóttanum
eitt nú á sunnudagsskúlalegum. Hetta hevur kanska verið og er kanska vanligari
enn vit geva okkum far um? Kanska børn siga ikki frá, kanska tey eru so full av
syndasekt, at tey tora ongum at siga tað? Tað er í hvussu er ikki hent fyrr, at
vit hava fingið so opinskáraða frásøgn um hetta evnið. William Smith var gestur í Credo, og hann segði, at hann hevði skrivað bókina fyri at upplýsa, tí at júst tað sama ger seg galdandi í dag - fordøming, betrivitan og stigmatisering.
Vár í Ólavsstovu nevndi bókmentaslagið autofiktión á
nýggjárinum í útvarpinum. Autofiktión er okkurt ímillum eina klassiska ævisøgu
og eina skaldsøgu. Tað stendur kortini ”skaldsøga” undir heitinum.
No comments:
Post a Comment