Sep 13, 2015

REYÐI KROSSUR FØROYA

Um onkur skuldi verið, sum hevur ikki havt høvi at lata Reyða krossi stuðul er her kontonummar og annað:

20150912_150210[1]

Í dag var landsinnssamlingin. Eg og Magna vóru á Bryggjubakka klokkan 9 eftir einari bússu. Tað besta var, at tey bjóðaðu karamellir á Bryggjubakka. Vit høvdu fingið eina stutta rutu, akkurát passalig til okkara. Vit gingu á Dalavegnum ovast, í Dalakróki, á Marknagilsvegnum yvir til Kerjavegin og so undir Kerjum. Tað var yvirkomiligt, men vit vóru nokso moyrar kl. 12, men tá fingu vit karamellir og vaflur á Bryggjubakka. Tað var hugnaligt at ganga saman við Magnu, vit prátaðu um ymiskt, um hvat reyði krossur er og hvat blái krossur er, um hvat var nógv at geva, og hvat var lítið at geva - og um at tað veldst um. Um relativitet, krónutal og samkenslu.  Magna er fýra ár.

20150912_112751

 

Seinnapartin var eg í NLH til titakið “Hvussu kann eg hjálpa”, sera áhugavert tiltak við viðkomandi framløgum, bæði frá NGO og politikarum. Allir flokkar vilja gera okkurt beinanvegin, so tað verður nokk okkurt at henda SmileSmile Sambandsflokkurin og fólkaflokkurin høvdu onkur fyrivarni, serliga harra Laksafoss, hann helt, at flóttafólkini skuldu í hvussu er duga enskt….ha? er eingin í Føroyum, sum dugir franskt, týskt og spanskt? So avmarkandi kann kvotakravið ikki vera! Og forrestin, um nú allir læknar  og verkføðingar koma til Føroyar, hvar skula so tey, sum ikki hava útbúgving og yvirskot fara?

20150912_124444[1]

Sera ághugavert innlegg frá Gunnvør Balle um støðuna í Íslandi. Hevði verið spennandi at hoyrt meira um hasar flóttarnar á Akranesi. Samstarv við Ísland er heilt vist ein møguleiki, Ísland samstarvar við Noreg.

20150912_164856[1]

 

Sep 10, 2015

Nevndin farin til verka

 

Tað er hugaligt at fara í gongd at lesa, nú ið sjey handrit eru innkomin til skaldsøgukapping bókhandlaranna. Vit hittust nú ein dagin og avtalaðu evstamark og nær vit skula hittast.  Eilen er ikki á myndini

 

nevnd

Tíðindaskriv:

SKALDSØGUKAPPINGIN HJÁ BÓKHANDLARAFELAGNUM Sjey handrit komu inn til skaldsøgukappingina, sum Bókhandlarafelagið skipar fyri. Tað var, tá ið Bókadagarnir endaðu í fjør, at Kári Árting úr Rit & Rák kunngjørdi, at Bókhandlarafelagið útskrivaði kappingina. Treytirnar vóru sum kunnugt, at talan skuldi vera um samtíðarskaldsøgu, sum í høvuðsheitinum gongur fyri seg í Føroyum. Vinnarin fær – umframt útgávusáttmála við Bókadeild Føroya Lærarafelags – kr. 50.000. Innlatingarfreistin var tann 1. september, ið sum kunnugt gjørdist valdagur, og er tað onkur, sum ikki hevur fingið váttan fyri innsent handrit, skal viðkomandi siga frá á hesari  teldupostadressuni: kari@ritograk.fo skjótast til ber. Í dómsnevndini sita: Bergur D. Hansen, Bergljót av Skarði, Pætur M. Dahl, Eilen Anthoniussen og Marna Jacobsen. Dómsnevndin er nú farin undir at viðgera tey sjey handritini, og vinnarin verður kunngjørdur bókadagarnar síðst í november

Sep 5, 2015

Góður leygardagur

Tað var spennandi valkvøldið. Tað endaði tíbetur væl. Hopi bara, at Axel og Høgni og hinir finna eina góða loysn fyri okkum øll.

Í dag havi eg verið uppi í Gundadali, har var kapping millum smádreingir. Harragud, sum teir eru fittir, drøna runt, detta, eru skjótari uppaftur og drøna avstað. Herbert er appelsingulum skóm.

20150905_144427[1]

Magna var so heppin , at stóra Turið hevði ein søguseinnapart heima hjá sær. Har vór glæstribøkur á skránni, so forkunnugt og stuttligt.

untitled

Ja, Turiðsa partur liggur ikki eftir, tá ið tað kemur til at læra børnini mál, málburð, at tosa og at lurta.

20150905_141854

Og so aftur at ýla. Væl nøgd við kompendium, sum eg havi gjørt við góðari tekniskari hjálp frá lítlu Turið. Sjálvandi er altíð nógv at bøta, men tað er bara fínt, tá ið tað er ikki prentað ordiliga. Næmingarnir í ár eru úr eini 15 londum, tað er so undarligt at hugsa sær, at tey koma so langvegis frá til okkara.

20150905_173550[1].

 

11904664_872695336100094_2094012592799635962_n

11951972_10153571536170030_4411322262357342450_n

Á ovaru myndini eru tey uttan fyri í døgurðatímanum, á niðaru myndini eru vit túr á Skansanum.

Aug 30, 2015

FREE FØROYAR

Eg eri biðin um at siga okkurt í kvøld, ein ung rødd ringdi og spurdi so spent og pent, og eg segði tvørt nei, tí eg skuldi bæði eitt og annað.....meeen....so tóku tey tað tunga skytsið fram, tí dagin eftir ringdi Gunnvør Balle, og hon gav mær eina ordiliga Balle, ”góða kanst tú” ... ...”fá konufólk”” ”tú dugir so væl”...tú ert so stuttlig og pen....”major sucking up” og eg var Pretty Woman! So segði eg JA.

foto-3-1024x768

Nú er valið her, um 2 ½ samdøgur. Vit hava enn tíð at skifta meining, skifta flokk, skifta sokkar, øll tey sum svara ”eg veit ikki”, tá ið veljarakanningar eru. Nær bestemma tey 7 prosentini seg? Eg sá á FB, at Turið Debess Hentze bestemmaði seg klokkan 11 hósdagin, also 5 samdøgur áðrenn valið –, og hon boðaði frá, hvat hevði verið tungan á vágskálini hjá henni. Tey, sum eru uppstillað hava ikki ordiliga høvi at skifta flokk nú, tað má bíða til eftir valið....men tú har úti, sum ikki hevur bestemmað teg enn...kom í kvøld...og bestemma teg til at velja...eina kvinnu.

Nú er tíð at gera status.

Valplakatirnar hjá Javnaðinum eru absalutt penastar. Tey taka myndirnar úti, so at bakgrundin er eitt sindur grøn, og fotografurin sigur eina joke við hvørt teirra, um hon sigur somu joke við øll, skal eg ikki kunna siga, øll flenna ikki líka hart, men formaðurin hevur næstan láturkrampa uppi í pelanum á Oyggjarvegnum. Mær dámar eisini væl at tey eru ikki í slipsi. Lekrasta dama er absalutt Annika, so væl stylað. Og tað er tað plakatirnar vísa, tær vísa um fólk er pen, hava penar tenn, pen slips, og summi eru ikki so væl troffin, eg nevni eingi nøvn. Stórar plakatir stórt ego, men tann politiska boðskapurin er ikki í útsjóndini.

Til hetta valið hava flokkarnir roynt at shoppað runt eftir kendum fólkum, eg haldi C og serliga E hava gjørt nógv av tí. Men eg veit ikki, hvussu kend tey eru, eg kenni ikki so nógv sum ikki eru politikarar, jú sjálvandi, Bernhard á B var granni mín í Grønlandi fittur fýrur, og Sólvit á A...ja eg kenni abba hansara í Dali, og Høgni á F, hann havi eg havt sum næming á ja og Petur Háberg sjálvandi......á nei, tað var abba hansara, eg kendi. Eg haldi ikki eg kenni ein krabba á H), men sum sagt C og E hava trolað og fingið fleiri tungvektarar: Jóan Pauli , professari í grindabúffi gongur hvønn dag í reyðum slipsi, og Sonja sjónvarpsstjørna er í reyðari butterfly. Livar fer at bøta um hallið á strandferðsluni við at hava róðrarbátar siglandi millum oyggjarnar, uppskotið er , at ferðafólkið skal sjálvt rógva, Livar skal leggja lag á, hetta fer at minka sera nógv um útreiðslurnar.

11351261_10205194362113355_7097865197109122587_n

Útvarp og sjónvarp hava havt politiskar sendingar non stopp ....kom og vita at tendra útvarpið!

- Lægri skat til meðalinntøkur og lágar inntøkur bla bla..lestraríbúðir....bla bla...eg sløkki, ...so tendri eg aftur seinni, tá ið onkur annar er í andgletti : vit lova lægri skat......og tað er ikki bluff.....tað skal loysa seg at liva sum reiðari í Føroyum, tú skalt behalda tínar pengar sjálvur......føroyskan keikant.bla bla....lestraríbúðir, tey ungu heimaftur.....ikki bluff.....bla.bla bla...lægri skatt til meðal og láglønir......

Nógv hava ein persónligan ynskilista til valið. Akkurát sum á jólum. Ofta er hann nokso órealistiskur, klassiskt dømi er undanvindur á súkklubreytini (Haugaard 1994) – eitt ynski, sum hevði hóskað betur til hægri maktir, hoyrir meiri heima uppi á Vaglinum kanska.

Men mín persónligi ynskilisti hetta valið er als ikki órealistiskur

1. Eg hevji eygu míni móti fjøllunum, teimum grønu fjøllunum, og síggi at tey eru mest grá, stórar vaksandi skriður og urðar, tey eru vist enn gráari, enn tá sangurin føroyingar sum her nú koma saman legði útlendingum hesi orð í munn ”har er bara grátt út yvir grátt” . Hvør politikari torir at tala at, tá ið grammir bøndur yvirskipa hagarnar, og seyðurin bítur rót og alt sum er?

- Hon fær mína atkvøðu.

Vit skula hava ein sea shepherd í hagan, ein hirða til børkubónda og gras. Hvør politikari torir at vera mountain shepherd?

- Hon fær mína atkvøðu.

- Tað verður ofta tosað um ovfisking og teir steingja leiðir á sjónum, hvør torir at steingja leiðir í haganum, so at hagin kann koma fyri seg?

- Hon fær mína atkvøðu.

2. Og ferðavinnan – hvør politikari fer at hyggja at, hvat ferðavinnan ger við náttúruna og mentanina? Og ikki bara telja ferðandi um flogvøllin og keikantin. Hvat hendir við fjøllum, møl og tinnum? Hvør talar at, tá ið grammir týskir myndamenn stinga fototól inn í lundaholur og trampa omaná holunum til at fáa lundan á flog, tí so fáa teir so flott bíløt til týsk bløð, og so koma enn fleiri týskarar. Neyðars ferðamál: uncared for, untended, unloved and unproteccted. Hon, sum tekur hetta í álvara. Hon fær mína atkvøðu

- Tíbetur er FNU nú komið á pallin við ynskjum og krøvum…og…surprise surprise…allir flokkar taka undir, nú tveir dagar fyri val.

IMAG0490-1024x579

3. KT Vinnan hevur verið fyri stórari afturgongd í Føroyum, og nógvir føroyskir teldusefrøðingar arbeiða aðrastaðni. Vit hava fleiri brillantar teldumenn, forritarar og ja hvussu tað nú eitur, sum kunna gera føroyskar loysnir, so at vit ikki senda persónligar upplýsingar av landinum. KT vinnan kundi verið útflutningsvinna, um karmarnir vóru í lagi, Føroyar liggja líka sentralt sum New York ella London, um bara internetið virkar nóg væl.

Tann, sum dugir at virðismeta hesa modernaðu vinnu og arbeiða fyri føroyskum loysnum, hon fær mína atkvøðu.

3. Nú hava Bogi Davidsen og maðurin akkurát hildið silvurbrúdleyp – í Danmark. Tann politikari sum tryggjar mær at sleppa í silvurbrúdleyp hjá Eiler Fagraklett og Sonju Jógvansd. – ja also ikki teimum saman – men, Eileri og manninum og Sonju og konuni,

Hon fær mína atkvøðu ...sjálvandi eg verði nokso gomul tá, komi í koyristóli ella beristóli ja, ella komi eg sum spøkilsi at gratulera.

4. Eitt annað hjartans ynski er føroyskt tilfar til børn og ung í sjónvarpi og í telduheimi. At stuðlað verður uppundir eitt føroyskt mine craft ella SIMS. Sjónvarpið hevur gjørt nógv gott til børnini, men meir skal til av upprunagjørdum sendingum. Vit hava so nógv gávurík fólk filmsfólk og onnur listafólk – brúkið tey! Tann sum hevur ans fyri hesum – hon fær mína atkvøðu.

images


Og tit vælsignaðir menn og dreingir, veljið eina kvinnu, meir enn nakrantíð áður hevur valstríðið víst, at tað eru tær, sum eru fyrireikaðar, tær sum taka politikkin og veljaran í álvara, tær eru ikki so nógvar á øllum listum, men tað eru fleiri enn 33 stillaðar upp...so lat okkum bara velja 33 inn!

Latum okkum syngja saman, tátturin er eftir Leiv Sørensen, sum hevur lagt hann á FB, lagið er stórhvalagildið.

Takk fyri!

imagesPXEULLNB

1. Kaj Leo Holm Johannesen í ólavsøkurøðu

Fortaldi sínum landsmonnum um brøgd og sína støðu,

Gliðin var í svinginum,

Pellað fyri tinginum,

Skrivaði so valið út at redda kroppaskinn.

2. Og Jørgeni sær sjálvum líkt, hann slær alt upp í látur,

Hann vísir breitt sítt fitta snýð og letst at vera kátur.

Hálur eins og állurin,

Segði hann, at tollurin,

Goldin var, so sjónvarpið bert skuldi halda kjaft.

3. Og Vestergaard við maskuni sum sømir politisti,

Hann spennir bringuna útfrá í hørðum sjónvarpsdysti,

Bindið teir á sandinum,

Blakið teir av landinum

Okur altíð skulja, kunja, munja drepa grind,

4. Hjá Karsten koyrir gamla plátan enn í somu rillu,

loyalur hann má vera móti Jenisi og Billi,

Jenis sosialistur var,

Billi dámar høgrasnar,

Ikki lætt at finna út av politikkinum.

5. Við Anniku er øðrvísi, hon hevur annað flogið,

Hon leggur einki petti í, um Jørgen hevur logið,

Kanska fær hon aftur kjans,

Til at treða formansdans,

Hon kann ”takka Jákupi”, sum valdi henni flokk.

6. Nú eftir valið gevst so ein, vit tosa her um Dahlin,

Hann bað vælsignað Jacob ikki meyla meir um hvalin,

Øsir bara sinnini,

Tey í ferðavinnuni,

Gremja seg um ferðafólk, sum ikki koma her.

7. Hjá Kalsø har er støðan greið, hann tosa má um húkin,

við Bigga og Mercedes stríðist bæði líka slúkin,

trívist best á Galvinum,

men í hesum talvinum,

snildur má ein vera, skal ein hava nakran kjans.

8. Nú valið nærkast er tað ikki lætt sín kross at seta,

Tí eftir hvat teir lova, er tað ikki gott at meta,

Allir lova minni skatt,

Tað kann ikki vera rætt,

Gjógvin verður breiðari frá fátøkum til rík,

9. Í andstøðuni lova teir, tað verður alt nógv betri

Tá ið vit fáa nýggja samgongu í móti vetri,

Gævi at tað var so væl,

At vit eftir løgtingsval,

Fingu hetta landsstýrið har til sum pipar grør.

Yrkt : Leivur Sørensen

Aug 24, 2015

Fyrsti skúladagur

 

image

Spennandi at byrja nýtt skeið fyri útlendingar á kvøldskúlanum. Næmingar úr Rumenia, Filipsoyggjum, India, Columbia, Italia, Englandi, Amerika, Ghana, Brasilia, Russlandi, Uganda og Etiopia.

Hetta er eitt byrjanarskeið, tey skilja øll enskt, summi væl onnur minni væl. Undirvísingin skal veita teimum kunnleika um føroyskt – mál og mentan og skal allarhelst enda við, at tey fáa sagt okkurt á føroyskum við einfaldum setningum og skilja einfalt føroyskt talað mál.

Í fyrsta umfari skula vit byggja á hesar grundsúlur:

1. lurta / hoyra føroyskt

2. tala ella snakka føroyskt (herma)

3. lesa

4. skriva – ikki so nógv í fyrsta umfari

 

11043061_10205086679339373_5750382029967505335_n

Mynd tikin í fjør: Bergljót, Marie og Eyðbjørg

Aug 16, 2015

Ein so fínur túrur í Suðuroy

Lisa helt, at kanska hon aldrin hevði verið í Suðuroy, so vit fóru umborð á tað góða skipið Smyril. Gistu eina nátt í Vági og fóru norðuraftur úr Vági dagin eftir.

Vit hildu okkum sunnanfyri á Suðuroynni, vit vitjan norðurhelvtina eina aðra ferð.

Vit gistu á ból og bitastaðnum hjá Kitty, har var fínt at sova og góður morgunmatur. Í gongini var málningur  eftir William Smith á bróstinum.

010

Fyrst fóru vit vestur á Vágseiði.

016

018021019

Fyrrapartin vóru vit á Ruth Smith savninum. Satt at siga var eg eitt sindur vónsvikin. Savnið er skipað so, at har, tú kemur inn, eru ymsar fotomyndir og málningar eftir William Smith. Einki stendur um, hvør er á fotomyndunum, eg hugsaði tað vóru foreldrini hjá Ruth Smith, men tað var vinnulívsmaður við konu.

012

Í erva vóru Ruthsa málningar, ikki nógvir, men 20150813_112103hennara  eyðkenda verk.

Nú fóru vit til Sumbiar, vit koyrdu um Hovsegg, men ikki um Hestin, tí tað var tjúkt í erva. Norðuraftur fóru vit ikki gjøgnum tunnilin, men vit koyrdu í mjørka á fjøllunum.

Um middagin vóru vit í Famjin, og har vóru vit í 20150813_132838kirkjuni og skoðaðu rúnasteinin og fyrsta føroyska flaggið.

Aug 3, 2015

Mánamorgunsgleps

Tey eru ordiliga gearað í ÚF í morgun  - Wacken festivalur á skránni, og sms skipanin er frá. Nú eru sms’ini um mál! Áhugavert. Eitt sms sigur, at tað eitur “úr” Nigeria ikki frá – púra rætt. Ein annar smsari sigur, at “líka” sum í “skula líka hoyra ein sang” er danskt og vánaligt føroyskt, eitt annað sms er um “mær dámar”.  Tað, sum mær ikki dámar, er, at útvarpsfólkini bæði, morgunvertirnir, sum tey verða kallað, taka málsligu viðmerkingarnar næstan sum skemt, flenna og roksa, og siga so, at nú fara tey “líka” at gera hetta og hitt. Ikki tí, mál kann saktans vera skemtiligt, men hatta vóru góð ráð til útvarpsfólk, og tey skuldu heldur roynt at gjørt, sum teimum verður rátt.

Beint aftaná eru tíðindi, ein nýggj ung rødd, antin hevur hon ikki lisið væl uppá, ella skilur hon ikki tað, hon lesur. Trý dømi:

1. …landsstýrið kann ikki latast fyri, at….gevur onga meining, skal sjálvandi vera lastast fyri, men hvussu kann ein lesa tað so skeivt, kanska nervar.

2. ….bríksla honum….aftur høpisleyst, skal vera brigsla, ljóðar sum hon veit ikki, hvat brigsla er.

3.  Upplesarin skal ikki lastast fyri, at Ermasund er týtt “tann eingilska kanalin”. Tíðindini vóru úr DR…og ja vit vita , at týðarin hevur ov stutta tíð, tíðarfreist og tað.

Eitt ólavsøkugleps, eg veit væl, at um tú einki gott hevur at siga, skalt tú tiga, men hetta eru væl meintar viðmerkingar til okkara felags arbeiði, sum er endaleyst.

Eg lurti so nógv eftir ÚF nú hesar dagar, havi onki sjónvarp og einki internet radio, so einki annað er í at velja.