Apr 15, 2013

Hakin hjá Bjørn Kalsø

Í mínum næsta lívi vil eg also vera journalistur/fotografur, bara troðka seg fram í eina og hvørja samkomu við einum feitum myndatóli og so royna at vera fyrst við tíðindum og myndum. Feitt!
Bjørn, mentamálaráðharri, hevur sjálvur gjørt hakan, sum hann loysti tann fyrsta bøkkin við.
026
Her síggja vit Bjarna Vilhelm, vápnadragara hjá Bjørn, við hakanum. Hakin er sum teir, sum blankskálamenn nýttu, tá ið teir veltu upp úr nýggjum syðradalsmegin eftir at hava flutt eina heila bygd – soleiðis sum vit flyta bygdina Hoydalar út í Marknagil. Mær datt í hug tosið um afturlítandi mentanarpolitikk, varðveitsla av sluppungum og haka. Úss, úss ver nú ordilig Bergljót! tú ert bara avindsjúk, at tú verður ikki við til at flyta út í Marknagil…ná.
011
Tað besta var at síggja eitt fjølment kór – eisini nógvar dreingir. Og so eitt blásiorkestur í durinum á skúlaheiminum.016017
Eg tók myndir av munnbitunum, tað sá herligt út.
020022025
Og so ivaðist eg alvorliga í at taka bøkkin hjá Bjørn við niðan í Hoydalar og gróðurseta eina plantu í bøkkin og leggja hann á Hoydalsfløtu, men eg havi ikki gjørt tað…enn.
027

Apr 12, 2013

"Du forsvinder" eftir Christian Jungersen

Bókin hesa ferð er um eini hjún við einum tannáringasoni. Maðurin hevur ein heilasvull, og verður opereraður. Tann áhugaverdi spurningurin í bókini er, hvør er í grundini normalur. Tey bestu árini í teirra hjúnabandi høvdu verið tey síðstu 3 árini, sum júst eru tey árini, tá ið svullurin hevur gjørt um seg. Frammanundan var hann giftur við arbeiðinum og ótrúgvur við dámum á arbeiðsplássinum. Tannáringasonurin, sum hevur ein heila, sum er ikki fullmentur, ber seg at sum pápin og heldur við sínum heilaskadda pápa. Konan, sum ikki hevur heilaskaða, verður meiri og meiri órímilig og sexfikserað. Hon verður forelskað í einum manni, sum hevur eina heilaskadda konu, sum er púra óhjálpin. Hesin maðurin Bernhard er tann fullkomni partnarin, blíður, hjálpsamur, sexutur og ein dreymur í seingini (og á kølarahjelminum og í einum kamari í einum ervi við einum stóli fyri hurðina), ikki fyrr enn seint í bókini fær konan at vita, at hesin Bernhard  er blivin soleiðis eftir ein heilaskaða……Og síðani vísir bókin á, at rottur verða monogamar av ávísum hormonum í heilanum……Ein partur av bókini eru upplýsingar av ymsum heimasíðum ella heilasíðum á netinum, sum kortini eru uppfunnar, hugsi eg.
IMG_4215[1]
Onkur í Bókastevi helt, at tann mannligi rithøvundurin hevur lagt síni manseyðkenni inn í sítt frásøgufólk, sum also er ein kvinna, so at hon er rættiliga maskulin.

Vit høvdu nakrar hugleiðingar um permumyndina, sum er ein song, formurin av einum fólki sæst undir dýnuni, fólkið liggur á liðini, og bert hondin sæst koma undan, hondin sær út sum ein konufólkahond. Tað sær út sum ein tilsiping til heitið, konan er næstan horvin, bara hondin stingur uppúr, dynan ella lakið sær samstundis út sum aldandi vatn, plássið við síðuna av konuni í dupultseingini er tómt. Tannáringadrongurin er fotografur, hann nýtir nógv vatn sum myndevni. Konan heldur, at maðurin er so nógv broyttur, men við bókarenda sigur maðurin við konuna, at tað er hon, sum hvørvur.
Bókin skal nokk vera realistisk, tey búgva í Farum, og hon brúkar internetið og samtalubólk osfr. Kortini er okkurt órealistiskt við bókini, maðurin snýtir skúlan hjá sær fyri milliónir, og seinni royna tey at skylda uppá sjúkuna…..
Breivik, Brixtofte, Stein Bagger….og nógvir aðrir brotsmenn koma einum til hugs, hava teir allir heilaskaða?
Góð bók, helt eg, men ikki fantastiska frálík. Heilin er ein gátuførur likamslutur, og nógvar av okkum hava havt heilans gátur alt ov nær í okkara privatlívi.

Apr 11, 2013

Børnini í Eiriksgøtu

Heima hjá mær snýr alt seg um børnini í løtuni. Madeleine er miðjan, sum vit snara um, Magna hámetir systkinabarnið og hevur her latið seg í hennara klæði: svimjidraktin er sum eitt smalt skjúrt og turriklæðið feminint draperað um herðarnar, Herbert heldur, at skúlaarbeiðið er mega áhugavert og situr næstan uppi í skúlatingunum og fylgir við. Omman og ommudiddan njóta at fylgja við í barnaløtuni, sum var norsk og var um bátar, ein gentubát og ein dreingjabát, tað sá út til at vera í Mykinesi Smiley, og aldurnar kundu eisini verið í Føroyum.
001002006008

Apr 9, 2013

Familjuferiu í Fraklandi?

Nú havi eg fleiri ferðir skrivað á blogginum um, hvussu herligt tað er í Oyes í Champagne. Húsini hjá Fridu Sofíu og Michel eru til leigu, hon hevur gjørt eina heimasíðu, har hon hevur lagt myndir og prísir. Fyrimunurin er, at tú kanst skriva til hennara á føroyskum og fáa svar á føroyskum. Húsini eru bara 110 km. frá París og 350 km. frá Antwerpen. Her er leinkið og nakrar av mínum egnu myndum úr Oyes. www.champagneforrent.blogspot.com

 

Frankaríki 2012 586Frankaríki 2012 635Frankaríki 2012 655

www.champagneforrent.blogspot.com

Apr 8, 2013

Brúðarvísukvøld

Listinblog hevur á fyrsta sinni skrivað um kvæði, Kinna hevur valt at endurgeva nakrar atfinningarsamar røddir viðvíkjandi kappingini um nýggjar brúðarvísur. Órógvandi er útsøgnin, at ætlanini er at skvisa ‘nørdarnar’ út og lata tey líkasælu inn. Við líka stórum rætti kundi ein sagt, at nørdarnir múra seg inni saman við IPG og lata ikki tey mongu sleppa framat.

015

 

Eg dugi ikki at síggja nakað forgjørt í at fáa nakrar nýggjar, stuttar brúðarvísur, nú ið brúðardansurin er á gravarbakka – ella er partvíst burturdottin. Eingin verður tvingaður at syngja eina nýggja brúðarvísu, kanska kjakið kann gera, at tær gomlu vísurnar verða grivnar fram aftur.

Í hvussu er, var kvøldið í miðlahúsinum frálíkt, nógv fólk og góð skrá. Serstakliga stuttligt, at tey trý, sum yrkt hava, høvdu fyrireikað seg til at siga nøkur orð um sína vísu.

005

Bette í Dalinum

Regin Eikholm og Jákup R. Hansen

010

Eyðun Eliasen

Jákup Reinert Hansen greiddi frá, at longu í Túsundtal frá 1700 talinum er ein brúðarvísa, sum leggur satóran dent á, at maður og kvinna skula njóta sama rætt. Dansurin gekk væl, hugaligt at norðingar vóru komnir suður at syngja vísurnar.

036

Apr 5, 2013

….fram í várið……..sum mær unnar best…

Várið man fara at koma í ár eisini! Aftur í dag er gott veður, í gjár var eisini fantastiskt. Eg havi fingið tann framíhjárætt at sleppa at kaga inn í barnaverðina aftur eina ferð. 1. a í Bruna skúla fer hósdagar ‘Spíran’, sum er úti í Havnardali. Har er so frálíkt, børnini svumu í ánni, taðhelt eg nú var nokso nógv avgjørt. Onkur hoppaði lastikk. Tey hava høsnarungar, klekimaskinu og leiku og tey fáa millummála frá Annu.

124128129

Heima í Eiriksgøtu var eisini útilív á skránni, tey sigu bæði í bjørgunum – nú á døgum eitur tað rapelling. Men tá hava tey allar møguligar trygdarfyriskipanir. Turið fann eina spennandi grein í gjár, um at vit eru alt ov bangin um okkara børn, tey sleppa einki, tey læra ikki at taka kjansir, skilagóðar kjansir, tey verða uggað og róst alla tíðina, tey verða róst eisni fyri slíkt, sum mann bara skal duga fyri at klára seg.

138141145146151152155

Apr 4, 2013

Hugnaligt í ‘brúna skúla’

Síggi á Facebook, at lærararnir í ‘brúna skúla’ hava eitt kjak gangandi um floksstødd. Katrin D. heldur, at tað er ein dilla at tað skal vera so gott við stórum flokkum og tveimum lærarum. Tað heldur hon ikki, henni dámar betur smærri flokkar. Tað sigur seg sjálvt,at ein fyrstiflokkur við 26 næmingum er ein ov stórur flokkur.

009

Var í ‘brúna skúla’ í gjáramorgun, vitjaði 1. a. Tey høvdu føroyskt hjá Katrin, eg var vekk imponerað av, so still og lýðin tey vóru. Hattar hava tær gjørt væl í ‘brúna skúla’. Tað er púra vist. Katrin hevði fyrireikað sín fyrrapart sum um, tær skuldu vera tvær í flokkinum, men hvat? Tá  ið hon kemur í skúla, fær hon at vita, at hin lærarin er sjúkur, og eingin vikarur verður settur inn – og næstan 30 børn! í fyrsta flokki….men Katrin kláraði sjálvandi tímarnar til ug. Tey lósu og sungu og funnu orð. Men fyrst var tað morgunsangur, tríggir flokkar saman, vit sungu ein sálm og ein barnasang og bóðu faðirvár. Øll vóru still og rólig, so vóru stundir til felagsboð.

Og í morgun eru tey farin túr í tí góða veðrinum. Sólin stavar beint í eugyni á Madeleine og Gunnvá.