Apr 10, 2011

Sól á hellu á Suðuroyarveg.


Nú er lýkka komin í luftina. Her er friðarligt í Eiriksgøtu, Inga Rósa ruddar í køkinum, eg gangi og mali á Facebook. Skuldi farið út at gingið...ok kanska seinni, fyrst ein kaffi munn. Stílarnir liggja frammi.

Nú eru teir komnir niður á hellu, haldi eg, á Suðuroyarveg, tað er gott at byggja á hellu, men tað er nokk eisini gott at spreingja helluna burtur. Húsini í Eiriksgøtu eru bygd á hellu, og tað ger, at kjallarin er fullur av hellu, ella rættari hevur ikki fulla hædd. Mangan havi eg ilskast inn á teir, sum bygdu ommu hús í 50unum, at teir ikki tímdu at spreingja, men kanska hevði hon ikki ráð, kanska høvdu teir ikki so góð amboð og spreingievni tøk, hvat veit eg.

Útvarpið visti í morgun at siga frá skotríðum á Argjum, tað er so óhugnaligt, at fólk kunna koma so langt út. Tíbetur var eingin fólkaskaði - also fysiskur.

Gud viti, hvussu tað verður við hasi samgonguni hjá Kaj Leo. Kári á Rógvu var skilagóður í sjónvarpinum í fyrrakvøldið, Jenis er ikki stuttligur at hava við.

Nú gleði eg meg bara til at fáa fólkið heim á páskum. Ná kaffi...hm...ganga....

Apr 6, 2011

In memoriam

Sætta apríl 2010 legði Hans Marius eyguni saman. Nú er eitt ár farið, nú virkar tað stutt síðani, men ikki allar tær 365 næturnar hava verið so stuttar. Tað er framvegis torført at sættast við. Siti ofta og hyggi at myndum av honum í telduni, nú havi eg funnið nakrar gamlar fram - av teimum, sum Sólrun hevur skannað og  givið mær. Bergur er á tveimum, Leyvoy á einari og FS á einari. PICT0426 PICT0005 PICT0107 PICT0331 PICT0353 PICT0360 PICT0383

Eitt sindur sum sjálvpínarí…….

Apr 3, 2011

Vikuskifti av

Nú byrjar ein nýggj arbeiðsvika. Vikuskifti hevur verið fínt, gott veður, gott selskap. Kaffi í kaffihúsinum, list í Steinprenti. Og í dag høvdu vit gás til døgurða (manga takk Vitus!), tað var sum á jólum, aftaná fóru vit niðan í listaskálan, so vakurt í tí ljósagrøna várinum, framsýningina tosa vit minni um, hetta verkið helt eg vera stuttligt, tað eitur Kaffisteðgur.

weekend 009  weekend 003 weekend 004 weekend 006

weekend 1

Apr 2, 2011

Palle Nielsen í Steinprenti http://www.clausenskunsthandel.dk/kunstnere/palle-nielsen

Í dag var framsýning á Skálatrøð, Pauli NIelsen segði nøkur orð um listamannin Palle Nielsen. Myndirnar hava hingið úti á lærararskúlanum til einaferð í 80unum, síðani ligið í goymslu, og nú er ætlanin at fáa tær upp aftur at hanga.

weekend 014 weekend 012 Pauli greiddi frá, at Palle Nielsen var reklamuteknari, men fór so á Kunstakademiið at læra hjá Axel Jørgensen, og varð seinni professari har. Listamaðurin er sera kendur, og myndarøðin henda er ein gáva til Føroya læraraskúla frá Statens kunstfond. Myndirnar eru sera daprar og merktar av tíðarinnar ráðaloysi og fjøtrum. Listamaðurin kallaði seg sjálvan INDIGNATIÓNSPESSIMIST.

weekend 021 weekend 016 weekend 020 Vit vóru eisini á verkstaðnum og hugdu, har var spennandi at síggja, hvussu steinar verða nýttir í listarligu tilgongdini.

weekend 026 weekend 023 weekend 025

Apr 1, 2011

Missionerandi leikur av bygd

Svikarin í Norðurlandahúsinum

Søgugongdin minnir um Skeyk eftir Gunnar Hoydal, men hjá Báru á Lakjuni er boðskapurin ein heilt annar og nógv meiri fundamentalistiskur ella fýrkantaður.

Tann óspilti Ádam býr á bygd, men vil burtur. Í býnum verður hann spiltur ja púra oyðilagdur av syndarum. Tíbetur er gentan Eva trúføst, fer í býin og fær hann heim aftur.

Syndafallið lýst sera grafiskt og lítið elegant, har er einki eftir til hyggjaran at finna útav. Eisini bíbilsøgan um burturvilsta sonin er í leikinum.

Persónar: Fanin sjálvur hevur høvuðsleiklutin, hann eitur Lu Cifer og hevur allar greiðir, bæði kvísl og helvitis logar. Sær til hjálpar hevur Lou 7 svartar dámur – tær 7 deyðsyndirnar, tær eita enntá eftir ódygdunum. Og Ádam og Eva búgva í eini bygd, har tey mjólka og sópa flórin og hoyggja osfr. Eitt sindur sum miðaldar kirkjuspøl. Og syndirnar vóru tær vanligu gomlu at roykja, drekka og horast, halló eru vit ikki komin longur, er tað ikki at skjóta spurvar við kanónum. Høvdu syndirnar verið at dálka jørðina, skapa hungursneyð í 3. heiminum ella vanvirða samkynd, so sást kanska ein framgongd frá miðøld.

imagesCAL2W5CR

Ein ræðusøga um lívið í býnum við eini idylliskari bygdarmynd sum bakgrund. Tann religiøsi boðskapurin er eisini eksplisittur eftirsum Lucifer sjálvur er við, tó eru ikki aðrir týðandi persónar úr bíbliuni við sum t.d. Jesus. Tað er kanska fyri ikki at vera ákærd fyri at vera boðandi ella missionerandi, men Lucifer ger jú somu nyttu.

Hevði hóskað í eini samkomu kanska, men í skúlahøpi er leikurin óhóskandi. Næmingar skula ikki spennast fyri handa vognin, hvørki sum leikarar ella áskoðarar.

Spælararnir gjørdu sær ómak, serliga Lucifer spældi væl. Tónleikurin var fínur.

Gravkúgv stendur og jótrar á Suðuroyarveg

gravkúgv 002 gravkúgv 001

Ikki nógv fólk at síggja í Dali, men hesin fýrurin hevði fingið nýggj klæði, so hann føldi seg rættiliga væl.

gravkúgv 005 gravkúgv 004