Vit fóru av Høgukei í Havn kl. 10 fyrrapartin. Eg og Sannelena fóru úr Dali kl. 9. Veðrið var gott, men mjørkin lá um havnina, og vit fingu at vita, at manningin fór at taka støðu til, hvønn veg leiðin skuldi ganga, tá ið vit komu vestur um Kirkjubønes. Vit skuldu royna at sigla eftir sólini. Avgjørt varð at fara gjøgnum Vestmannasund. Vit sigldu heilt norður til oyggjarenda, og tað varð ein avbera góður túrur, sólin skein.
Tað er nakað serligt við at sigla við 150 ára gomlum træskipi. Tankarnir ganga til teir menn, sum búleikaðust umborð á Westward ho í vikur og mánaðir. Ikki var altíð slætt, sum hjá okkum, ikki vóru teirra túrar stuttleikatúrar ein leygardag á sumri. Vit sótu á dekkinum alla tíðina, og veðrið var frálíkt.
 |
heldur um stýrisvøl |
Norrøna felagið syrgdi fyri einari góðari máltíð umborð.
Rakul og onnur gera sjálvtøkuborðið klárt.
Leivur Tróndarson greiddi frá trygdarútgerðini umborð og segði seinni nakað um Koltursverkætlanina.
Og sjónin henda fagra summardag var óbetalilig. Bjørg og skorar á báðum síðum, Vestmannabjørg, Heygadrangur, Skoradalur. Og lýsandi grønt eygnariv á Vágalandi, í Hesti. Vit vóru aftur í Havn kl. 18.30.
No comments:
Post a Comment