Ein serstakur dámur er í Dali, tá ið Skorin verður rikin. Skoradagin er nógv fólk í bygdini. Um kvøldið ganga menn húsagongd at fregnast um vekt. Eg gekk mær suður í haga at hyggja at, hvat fór fram. So gekk eg til hús aftur gjøgnum Glývur, ein klettaformatión í annars albeittum haga. Tá ið eg nærkaðist bygdini fann eg ikki gøtuna, so tað bleiv á øllum fýra gjøgnum sriður og skursl. Tað følist dagin eftir.
1. Portrið
2. Eg fekk ordrar til aty hava band á mær, meðan eg tók myndir nær bakkanum.
3. Fríði hjá Johild fær sær eitt sindur at eta
4. Ólavur , Groth og Óli
5. Vakrast eru blómurnar har ringast er at ganga (K.Hoydal)
6,7 Glývur
8. ból
9. Av Hádegiskletti
No comments:
Post a Comment