Er Havnin ein gomul kona í inniskóm, sum tað stendur í yrkingini hjá Jóanesi Nielsen? Hvat eyðkennir eina slíka? Er tað hugni, nossligt fyriklæði og angi av vaflum? Ella er hon avgomul, giktplágað og eru inniskógvarnir skeivir og slitnir og hava feittblettir? Havnin í dag var hugnalig, gott veður og nøkur fólk í býnum. 70 % av hasum HH jakkunum hjá Thomas Dam, óluksáliga bíligt…men tíbetur keypti eg ikki ein HH jakka.
No comments:
Post a Comment