Jul 8, 2017

Hervegurin (5) Viborg

Vit vóru í Viborg 15-19 juni, vit gistu á Danhostel, sum var fínt, men nakað langt frá sentrum. Tó var leiðin inn hagar vøkur fram við vatninum.  Tað er løgið, at einki herbergi er í Viborg, eitt var afturlatið, og eitt var ikki upplatið enn, men tað verður gott, tá ið tað kemur.
Fyrsta stoppið í Viborg var Søndermarkskirkjan, har hongur hervegsteppið, eitt stórt broderað veggjateppi við motivum av hervegnum. Kirkjan er rund, altarprýðið er ein jarnskulpturur av klótuni.


Vit vóru í Viborg kunsthal, framsýningin var við Sergei Sviatchenko og Andreas Emenius.
Vit vóru á bókasavninum, Skovgaard museum, til gudstænastu í Svartbrøðrakirkjuni og til gospelkonsert í dómkirkjuni. Vit spákaðu í digterparken og sigldu ein túr við Margethu I á vatninum. Síðstu náttina gistu vit á BandB í Mogensgade. Vit sótu á eini gongubreytarcafé 15. juni, og sóu skrúðgongu.




 Valdemarsdagur og stevnan Snapsetinget 2017 í Viborg.
Tað vóru ellivu kór við til konserina úr: Esbjerg,Tirstrup-Varde,Lemvig, Vildbjerg,Kolding, Klitmøller, Silkeborg (3), Ikast, Haderup. Kórleiðarin var Lydiah Wairimu.


Stórt spell, at bilar sleppa at parkera so nær við dómkirkjuna, tað oyðileggur útsýnið eitt sindur.
 Joakim Skovgaard


 Eitt pop up mentanarhús var í Viborg, í gomlum býráðshúsi. Har var livandi installatión, ein modell stóð við byrðu, fleiri sótu og teknaðu hana.
 Kristina Thomsen var niðri við tjørnina í Viborg, har var eitt stórt tiltak fyri børn, hon var við í einari jarnaldarbygd.
 Seinasta kvøldið, seinastu gestir á Pavarotti, hann var móður og vildi sleppa til hús.
Túrurin av, hvør flýgur í sína ætt: Keflavík, Vágar, Zaventem







No comments:

Post a Comment