Jul 4, 2017

Hervegurin 2017 (1)

Hervegurin í Jyllandi er í støðum 4000 ára gamal, siga tey. Hann hevur verið brúktur til allan flutning í gomlum døgum. Hervegurin er ikki ein vegur, men upprunnaliga 3-4 vegir, sum gingu gjøgnum Jylland. Hann verður viðhvørt kallaður oksavegur ella tarvavegur, á týskum er navnið Ochsenweg. Men tað er í nýggjari tíð, at herbergi eru sett á stovn fram við vegnum til pílagrímar og annað gongufólk. Í 2005 stovnaðu tey felagið Forenede herberger, og í 2014 læt tann nýggi gonguvegurin upp við 12 herbergum.
Nú eru 7 ár síðani vit vóru okkara pílagrímsferð til Santiago de Compostella. Hesa ferð gingu vit í Jyllandi. Danmark. Eg haldi vit allar føldu, at vit vóru 7 ár eldri.

Okkara gongutúrur hesa ferð var 6. -20. juni 2017. Vit gistu á hesum støðum: Jellinge, Kollemorten, Nr. Snede, Bryrup Camping, Sepstrup, Kragelund, Thorning, Skelhøje, Hald hovedgård, og Viborg.

Vit hittust í Billund, hagar vit flugu úr Føroyum og Íslandi. Fyrst tóku vit ein bil fyri at koma á hervegin, eftir at hava spurt okkum fyri og gingið ein umveg vóru vit ávegis.





At hava okkara fyrstu gisting í  kongernes Jelling var perfekt. Gistingin var í einum gomlum fjósi, og morgunin eftir vóru vit og sóu Jellingasteinarnar og kirkjuna og so var eitt nýtt savn eisini.

















7. juni regnaði næstan allan dagin, stundum grov æl. Gistingin í Kollemorten var í einari smáttu við 4 koyggjum, og so var eitt hús við køki og matsali.












No comments:

Post a Comment