Apr 12, 2010

Í takksemi

Har vóru øll.

Í gjár var jarðarferðin. Ein góður dagur. So gott veður, so nógv folk úr bygd og bý. Børn okkara og systkin, børn systkina. Flúgva aftur og fram, koyra og renna.

Trúfastir vinir, tað føldist sum var øll dalsbygd har rundan um okkum, verjandi, uggandi, so breið umboðan var fyri bygdina. Tey sum hava kent Hans Marius altíð, tey sum hava verið børn, meðan okkara gentur vóru børn og eisini ein pinkalítil fýrur, sum kanska fer at spæla við onkran pinkalítlan í Putlhúsi einaferð í framtíðini.

Systkinabørnini hjá Hans Mariusi, bæði móðurættin og tey í Rennuni. Hans Marius hevði stóra familju. Míni systkinabørn, bæði í Hoyvik og tey á Heygnum Mikla. Míni trúføstu vinfólk síðan ungdómin, sum eisini hava verið um meg síðani týsdagin. Starvsfelagar, mín stóra familja í Hoydølum, sum vera góð eisini at hava í nánd í komandi døgum. Eisini næmingar vóru teirra millum, sum uggaðu meg í kirkjuni.

Síðani Hans Marius bleiv sjúkur í 2005, hava vit verið limir í Heilafelagnum. Ann Hovland, sum arbeiddi á E3, segði okkum frá felagnum og bað okkum melda okkum inn. Felagið er ótrúliga góður stuðul hjá familjum, sum eru raktar av apopleksi/afasi. Tey hava eitt sosialt arbeiði, sum lættir sera nógv um gerandisdagin. Tey vitjaðu Hans Marius, tá ið hann lá til tað síðsta, tey vitjaðu okkum við hús, tá ið Hans Marius var farin, og tey vóru og fylgdu. Eg hopi, felagið fær eina góða pengagávu til minnis um Hans Marius.

Og Hans Mariusa stuðlar frá stuðulsstovninum eru veruliga stuðlar ikki bara av navni.

Familjan hjá Halli, sum møtti upp við bollum og kakum.

Grannalagið í Eiriksgøtu er frá 50 árunum, enn eru gomul fólk, sum hava búð her, síðani hesin býarparturin bleiv gjørdur. Vit hava búð í Eiriksgøtu, síðani 1978, men eg havi búð í Grønlandi alt mítt lív. Í summum húsum búgva nýggjar familjur, men í nógvum húsum býr ein yngri útgáva av somu familju, sum bygdi húsini. Summi eru flutt í aðrar nýggjar býarpartar at búgva, Norðasta Horn ella Hoyvík og finna omanaftur at minnast ein gamlan granna.

Og nýggjari vinir, konurnar, sum eg lesi bøkur saman við og tey sum eg dansi føroyskan dans saman við í gleðilag, øll taka saman og stíga eisini tey tungu sporini saman við okkum.

Barndóms- og skúlavinir hjá Sólrun, Fridu Sofíu og Turið.

Veðrið var sum bílagt til høvið, fylgið var stórt, og á Hafni serveraðu tey fyri knappliga 200. Takksom skrivi eg hesar reglur, nú Turið og Hallur eru aftur í Kph., Sólrun og børnini eru í Vágum og vónandi sleppa heim í kvøld. Frida Sofía og Michel og børnini sova á loftinum, teirra bilettir eru til í morgin. Nú er seint, men jarðarferðardagurin hjá Hans Mariusi var góður, vit endaðu við einum døgurða í Eiriksgøtu. vit vóru 17 til borðs. Takksemi er sum ein dýna, 220 cm long, ella mín tempurmadrassa, sum veitir hvíld.. Takk øll.

No comments:

Post a Comment