Aug 19, 2018

Anthony Doerr: Noget om Grace (About Grace 2004)




Eg keypti hesa bókina, tí at  "All the Light We Cannot See", sum vit lósu her fyri í Bókastevi var so forbiðið góð, tí kendi eg høvundsnavnið aftur. Og eg varð ikki svikin. Hendan bókin er eisini sera góð, summir partar líkjast kanska yrkisteksti, tí høvundurin hevur so stóran áhuga í evninum og hevur gjørt so dygdargott heimaarbeiði, m.a. við bókini hjá W.A.Bentley niðanfyri, sum í søguni var í barnaheiminum hjá høvuðspersóninum. Hon lá á hillini undir sofaborðinum.


SØGAN
David Winkler er sanndroymdur og hevur kanska autismu ella forfylgisisvanvid. Men sum bókin líður skilja vit væl hansara ørskap, sum byggir á hansara ræðuligu marrur. Hann arbeiðir sum veðurmaður, og hansara serfrøði er hydrologi, læran um vatn. Hann upplivir eina ræðuliga vatnflóð í dreymi, dóttirin druknar, og tað er hansara skyld. Av tí sama rýmir hann frá konu og barni fyri at bjarga dóttrini undan hesum hendingum. Fyri at broyta framtíðina, eitt motiv ella ein gáta, sum ert ofta viðgjørt í teksti og filmi. Hendingar ganga fyri seg í Amerika, Alaska og á Grenadinunum í Karibiska havinum. Øll søgan er um, at honum leingist eftir konu og barni, og tað er ein svár eksistensialistisk trá og leitan.

STÍLUR
Tað mest hugfangandi við skaldsøguni er detaljustýrdi, sansaligi skrivihátturin. Tað er, sum teksturin verður til undir sjóneyku, minnir um tekningarnar hjá Astrid Andreasen, sum júst hava verið sýndar fram. David Winkler er vatnfrøðingur, og hansara lívs- og tíðaráskoðan, angist og vón eru allar tvinnaðar saman við vatndropans undurverk og megi
...at havet var et enormt opbevaringssted, hvordan vandet i os længes efter at vende tilbage til havet, og når det endelig er i havet, længes det efter at stige op i skyerne, og i skyerne efter at falde ned på jorden. (s. 390)
og kavaflykrunnar ævigu mynstur og endurtøkur
Iskrystallens uendeligt mange permutationer, alt gentager sig selv, men faktisk, set fra en anden vinkel, gentager intet sig selv. Armene vokser ud, former dendritter og flader, hver gang de samme vinkler, men det endelige produkt - på grund af vinden på grund af den molekylære vibration, på grund af hastigheden, hvormed de vokser, og på grund af temperaturen - er aldrig det samme. Til en vis grad var tiden formbar, hvad han gjorde, havde en betydning. (s. 418)
Smágentan Naaliyah verður sum vaksin hansara sálarvinur, og hann hjálpir henni at gerast granskari, hon granskar skordýr og flugur av øllum slag, aftur sjóneykuskriving
"De gnaver træet i stykker indefra og ud" hviskede Naaliyah, og han lyttede til billelarverne dybt inde i træstammen, der spyttede deres syre på veddet for derefter at tage det i munden og findele det, gravede deres mørke veje op mod grenene.....(s. 392)
Menniskjað er ikki harri, vatn í ymsum formi ræður, og langt aftaná at menniskjuni eru horvin, er vatnið.






Aug 11, 2018

Filmurin Book Club

Hann gongur í Havnar bio. Onkur segði mær frá, at eg mátti farið við bókaklubbanum hjá mær. Eg hugsaði beinanvegin um filmin "The Guernsey Literary and Potato Peel Society" , sum eisini er um ein bókaklubb. Jú eg bestilti bilettir og borð á Hvonn. Eg sigi bara beinanvegin, at tað besta við kvøldinum var Hvonn og at gleða seg at sleppa í biograf.
Filmurin var um 4 eldri damur, ja í okkara aldri, sum fóru at lesa Fifty Shades of Grey. Kanska mær hevði dámt filmin betur, um eg hevði havt lisið bókina. Men filmurin var ikki filmatisering av Fifty Shades og Grey, sum onkur helt. Annars er Fifty Shades of Grey filmatiserað (2015) og vann 1. pláss í "vánaligasti filmur" bólkinum.

Men eg havi altíð fylgt Diane Keaton og Jane Fonda líkasum, og tær hava eisini spælt stuttligar filmar. Men hesin var bara býttur, tann triðja var Candice Bergen. Well, filmurin er sum sagt um tríggjar damur - einkja, fráskild og gift, sum hava ein bókaklubb. Og tær eru sera upptiknar av sínum aldri og tí dalandi sexlívi, sum hann hevur ført við sær. Tær fáa so íblástur av hesi erotisku frásøgn at fara at royna seg. Sumt var stuttligt, men tað nógva var bara gnisandi fjákut. Men, men rætt skal vera rætt, eg fór heim í steðginum.Kanska eg eri blivin so piparslig. Men vit flentu nógv.

Tað besta við kvøldinum var at hitta mínar bókavinkur, og tað var ikki keðiligt.

Hjartans takk fyri eitt deiligt kvøld, gleði meg til næstu ferð.

Aug 8, 2018

Gjógv ein summardag

Vit fóru norð leygardag og ætlaðu okkum til gudstænastuna í gjónni. Ein so fín brúgv er komin at liggja í dansistovutúninum, skal kanska koma í staðin fyri brúnna omanfyri Lítlafløtt, sum kortini sær út til at vera fín. Sama slag brúgv, sum ein sær ymsastaðni í Havn.
Vit fóru ein túr í Gjáargarð, har er lívligt og liviligt á sumri. Tey hava umskipað matstovuna, so at hon er nógv ljósari og rúmari. Tey selja forkunnug postkort, vit tosaðu eitt sindur um, hvør henda kona, sum situr og mjólkar man vera, og um tað er loyvt at taka eina gamla mynd og gera til postkort, einki stóð á kortinum um, hvør hon var, ella hvar myndin var tikin. 















Síðani gerkk leiðin niðan á Nasa, fitt av ferðafólki var á ferð. Og sjálvandi var ferðavinna okkara samtalsevni. Tað var gott geingi og turt, vit fóru ikki út um gjaldsportrið. Hugsi bara : púra beint! í hvussu er, til politikarar hava funnið útav at lata útøkini fáa sín part av tí nógv umrødda inntøkuvøkstrinum í ferðavinnuni.

Hopi tey fáa nokk pengar til at gera gøtuna betri og stikið meira trygt.
tey standa við gjaldsportrið

her hava ferðafólk traðkað eina gøtu uttan fyri stikið

hegnpelin er púra leysur í holinum, flytur seg einar 10-20 cm

Sporini niðan á Egg
Gudstænastan var væl vitjað, prestur hevði fingi skjúts til Gjáar. Teatur við teatralskum presti. Temað var umhvørvi, bæði í prædiku og sálmum.

Skjútsbáturin kemur


Jul 31, 2018

Ólavsøkan 2018

Vundnir leggir

 Eg hevði ætlað mær at vera í Dali á ólavsøku, men eg veit ikki, tær bóðu meg verða í Havn, og so sat eg barnagenta ólavsøkuaftan. Eg hevði okkurt, sum eg vildi uppliva m.a. setanina og fólkafundin á háskúlanum. Tað lukkaðist, men eg fekk ikki upp í lag at fara út á Doktaragrund á tann fólkafundin.
Vit vóru í Faroe Pride gonguni, Leyvoy er eisini har, hóast hon sæst ikki. Ólavsøkuaftan vóru vit uppi hjá Annu Mariu, tøkk fái hon og Jákup, at tey buðu allari familjuni til eina máltíð. Tað var stuttligt at síggja so mong. Myndir eru ikki av øllum, tíverri.
Frida S, Herbert, Madeleine, Kristina og Magna
Aron og Eli Sigurð
Sigri og Eve
Kitty og Turið


Tóki og genta hansara

Bergljót

Frida Sofia og Turið




Leyvoy og Sølvi
Sigri, Sigrið, Sølvi og Leyvoy



Sigurð og Silja
Jonas og Laura
Sølvi og Kitty
Marja
Ragnar

























Summi av teimum, sum ikki vóru hjá Onnu Mariu, sóu vit í býnum, her hitta vit Tórð, Ruby og Olnu Birgit



Her sæst Herbert í skrúðgonguni, hann leiðir Kristinu, men tíverri sæst hon ikki. Magna var eisini so skjót framvið, at eg fekk ikki mynd av henni.

Clara skal fáa tað síðsta upp á pláss.



Tað fyrsta er farið av lagi, árenn tað síðsta er fingið upp á pláss.

Sama ger, hugnaligt er



systkinabørn




 Frida S. saman við trímenningi sínum Eyðvør og dóttur hennara Arnu.

Likkurnar hava kátt sítt lív



Jul 26, 2018

40 ár seinni

Fyri 40 árum síðani fylti Marita 30 ár. Marita er av Skála, hon býr í Danmark, har dóttirin Tove eisini býr. Vit síggjast ikki ofta, men onkuntíð av og á. Hon vitjar í Føroyum á hvørjum ári, men hon og Tove eru mest á Skála, tá ið tær eru her.

Vit vóru øll boðin í 30 ára føðingardag í 1978, og ein sangur var yrktur til høvið. Anne Lise hevði funnið hann fram, og vit sungu hann aftur nú í 2018. Lagið er "Kalle Petrersen", Væl og virðiliga tók hon høvuðsfak/nú er sloppið - hon er næstan ein cand.mag/ Kanska fáa vit í summar ein heilt lidnan kandidat/ Júmen Marita, tú hevur jú format! Sum vit vóru fitt og ósek fyri 40 árum síðani. Ja, Marita hevur format, hon bleiv steudentaskúlalærari og lærugreinirnar eru søga og latín. Marita var eisini lestrarvegleiðari í nógv ár á Skt. Annæ gymnasium. Maritu dámar væl at ferðast, og hon hevur abonnement til tónleikaframførslur, so sera vitandi og væl orienterað. Vit mega ikki gloyma tað dygdararbeiði, hon hevur lagt í uppalingina av Tove, sum hevur havt sertørv á øllum økjum. Marita er eitt dygdarfólk í allar mátar.

Marita vitjar 2004

Vit vitja Maritu 2007
Stuttligt at minnast á góðar dagar á Sólbakkanum. Marita hevur ein serstakliga góðan  mat og vínsans, at vera boðin til borðs hjá Maritu er eitt satt njótilsi. Vit onnur keyptu allan okkara mat hjá Madsen, sum var okkara lokala supermarket, Marita hevði sín egna ostamann, sín egna slaktara á Koltorginum og keypti bara breyð frá Van Hauen. Og dear, og hon klipti sær altíð hjá Stuhr. Eg hugsi, kanska hon hevur spart onkra aðrastaðni :)


Í dag vóru vit boðin í Skeiva pakkhús, og tað var eisini eitt njótilsi. Vit fingu fiskasúpan og laksasalat ella høsnasalat, ein sera góð máltíð. Og tað var deiligt at síggja Maritu aftur, hon sær brandgott út, heldur linjuna, heldur hárið.





Myndin er ikki so góð, sum hon kundi verið, Marjun er næstan vekk, og høvuðspersónurin sæst ov illa,  kanska Jórunnsa er betri.

Góða Marita! Hjartans takk fyri ein deiligan seinnapart. Síggjast!