Jun 16, 2018

Skýtungur dagur

Grieg hevur 175 ára føðingardag. Sjónvarpið sendir beinleiðis av Troldhaugen. Ikki meir enn nakrir mánaðir síðani eg og FS vóru har. Herligt við klaverkonsert í sjónvarpinum, tá ið veðrið er ruskut.

Vit løgdu at í Sandnessjøen, men eg fór ikki í land, tað regnaði so illa.
Tá ið vit fóru úr aftur Sandnessjøen, sigldu vit fram við Alstahaug, har Petter Dass var prestur frá 1689 .

Og framvið Sjey systrum - eini fjallarøð í uml. 1000 m. hædd. Tíverri var sýnið ikki av tí besta. Tær sjey systrarnar vóru rýmdar heimanífrá og dansaðu naknar í fjørðinum. Ein fýrur, Vågekallen, sat og saknaði eina konu. Hann setti seg upp á hestin og reið suðureftir. Systrarnar tóku til beins undan honum. Í øllum hurlivasanum gloymdu tey sólina, sólin kom upp, og øll vórðu til stein.








Í gjárkvøldið var stormur, skiparin segði 49 m.sek. So nú havi eg tvær váttanir eina frá Neptuni og eina stormváttan.
Tá ið vit komu til Brønnøysund, var veðrið betri, so tá fór eg ein túr í land. Kommunan hevur 6000 oyggjar, hólmar og sker.




Ungdómur var á keiini í Brønnøysundi við einum serligum tiltaki. Tað var borðreitt til politisku flokkarnar.



Ein sera serlig máltíð, oljurestir, plastikkrestir og gruggut vatn afturvið.

















Jun 15, 2018

Konsert í midnáttarsól - 9. dagur - Tromsø til Svolvær

Í gjár sóu vit Lyngalpurnar, ein fjallaryggur í  gott túsund metra hædd. Sera væl umtókt hjá fjallaklintrarum og skíðarum.

Tey kalla kirkjuna í Tromsø Ishavskatedralen.
Fýra fullir bussar av fólki fóru av skipinum á midnátt, uml. 200 í tali, hetta var mín næstseinasta útferð. Konsertin hevði ein sopransangara, eina floytu og ein klaver- orgulspælara. Tónleikurin var mest norskur. Eykanummarið var "For auld lang syne".

Vit fóru umborð aftur kl. gott eitt, og tá skein sólin.
Í dag er fyrstu fereð, ein hevur følt, at ein er á sjónum, men tá var vindurin eisini 20 m.sek. Vit sigldu ígjøgnum eina grivna rennu, Risøyrenna, millum Andøya og Hinnøya. rennan er bara 7 m. djúp. Veðrið háttaði sær so, at tey avlýstu onkrar útferðir í dag.
Ein dama spældi nøkur løg, meðan vit sigldu í tí tronga Raftsundet.










 
Og í kvøld vóru vit so aftur í Svolvær. Eg fór ein lítlan túr í land. Í innsiglingini stendur sjómanskonan og bíðar eftir manninum. Fult av hotellum og tilboð um cruise og safari. Eg veit ikki, um Svolvær tjenar nógv upp á ferðavinnu, tað sæst í hvussu er ikki á býnum.







Jun 14, 2018

Hammerfest

Hammerfest er norðast býur í verðini, líka langt norðuri sum Sibiria ella Alaska. Býurin er grundaður í 1689, og har búgva 10000 fólk, og fólkatalið er vaksið nógv tey seinnu árini.


So herligt har á strætinum, ein Hammerfest kona segði mær, at tey høvdu havt kavaæl ella regn hvønn dag í vikuvís, og hetta var fyrsti góði dagur.
Ísbjarnamyndirnar standa framman fyri ráðhúsinum. Tey hava eisini ein ísbjarnaklubb, har ferðafólk kunna tekna seg sum lim, so rindar mann fyri serifikat, emblem osfr.
Standmyndin aftanfyri var ein kona og fýra børn, og hon stendur á einum spæliplássi.











Kirkjan í Hammerfest er frá 1961, og inni í kirkjuni sær ein allar kirkjurnar, sum hava verið í býnum. Hammerfest upplivdi eisini, at týskarar brendu og oyðiløgdu m. a. kirkjuna.
Ein ung kona sat og spældi orgul, tað var ein vælsignað og rólig løta.

Arkitekturin er Hans Magnus, og listarverkini eru eftir Jardar Lunde. Mosaikkrúturin í kórinum vísir meginpartar av bíbliusøguni.

 Á kórloftsvegginum eru myndir av og árstøl um tær 6 kirkjurnar, sum hava verið í býnum
Tann kirkjan, sum brann undir krígnum var frá 1893.










Uttanfyri Hammerfest er ein oyggj, Melkøya. Har endar ein 168 km langur gassleidningur frá gassbrunninum Snjóhvítu. Virkið læt upp í 2007. Við serstakliga framkomnari tøkni verður gassið komprimerað og gjørt flótandi, so at tað fyllir ein 600 part av tí, tað upprunaliga fylti. Sokallaðir LNG skip føra nú gassið av oynni, 2-3 skip pr. viku, hvørt skip lastar gass fyri 300 mill. kr. Gassið verður flutt á heimsmarknaðin.


Jun 13, 2018

Kirkenes

Hornøya nordøst for Vardø ligger i Vardø kommune, og har grunnlinjepunkt nummer NM03 (tidligere nr. 3): (70° 23' 12,6393" nordlig bredde) 31° 10' 06,9360" østlig lengde fra Greenwich innebærer at dette er fastlands-Norges østligste punkt.Oct 31, 2017
Kirkenes er í Landnyrðingsnoreg. Har búgva 10000 fólk í kommununi, 3000 í býnum. Í Kirkenes eru vegaskelti og onnur skelti eisini á russiskum, tí sera nógvir russarar brúka havnina í Kirkenes. Í heila tikið er nógv samband og samhandil millum Kirkenes og russarar.

Kirkenes var í stóran mun raktur av øðrum heimsbardaga, við tað at tey blivu sum millum hamara og ambolt millum týskarar og russarar. Týskurin hevði fleiri túsund hermenn har í legum, og tá ið álopið "Barbarossa", sum skuldi taka Murmansk, miseydnaðist, brúktu teir "brenda jarðarpolitikkin", so tá ið kríggið var av, var allur býurin í sori, nógv fólk rýmd, og tey sum eftir vóru, stóðu á berum.Tá vísti russurin seg sum ein sannan vin. Tí norska stjórnin, sum sat í London, veitti onga hjálp  Kríggið vardi leingi í Kirkenes, tí kalda kríggið føldist sera nógv her norði. Norðurnorðmenn vóru sæddir sum suspektir, tí teir vóru væl við russarar, og nú er aftur kalt kríggj, stutt síðani var størsta NATO venjingin nakrantíð her á leiðini, og russurin ger tað sama.




Útferðin í dag var til markið millum Noreg og Russland, vit høvdu ein ferðaleiðara, sum var stuttligur og dugdi væl mál og kendi sítt tilfar út og inn. Fyrst fóru vit inn í ein bunkara, sum í grundini ikki varð gjørdur liðugur fyrr enn eftir kríggið. Skýlið, sum tey í Kirkenes fjaldu seg í, var eitt jarnnám. Vit sóu ein film har inni í tunlinum. Ein kvinna á myndunum var mamma ferðaleiðaran, hetta gav frásøgnini ein heilt serligan autenticitet og engagement. Hann hevur verið politikari, og hann hevur skrivað eina bók um hesi viðurskiftini, tí eingin veit nakað um tað, sigur hann.


Markið millum Russlands og Noreg gongur gjøgnum Pasvik dalin og eftir Pasvik ánni

Vardø er eystasti býur í Noreg og er eystari enn Istanbul og Sct Pætusborg. Heilt uppi í Barentshavinum. Men okkurt er, sum líkist Føroyum.

Og nú hevur HURTIGRUTEN vent og siglir suður aftur

Jun 12, 2018

Norðurkappin

Her norði í Finnmørkini er landslagið meiri líkt Føroyum, serstakliga, tí her eru ikki trø. Myndin er tikin á veg úr Honningsvåg til Nordkapp.
Í dag er 6. dagur, og eg var so býtt at keypa mær tvær útferðir til sama dag. Tað er hart arbeiði at vera í feriu :). Nordkapp er á eini oyggj, Magerøya. Har er ein býur, Honningsvåg 2.500 fólk, og fýra útróðrarbygdir. Tey fingu undirsjóartunnil til fastlandið 1997, og tað kostaði at koyra ígjøgnum líka til 2012. Nógv ferðafólk koma til Honningsvåg bæði summar og vetur, tey hava midnáttarsólina og norðlýsi at bjóða.
Nordkapp bleiv "uppdagaður" í 1554, og síðani hava fólk og kongar og prinsar ferðast higar. Har er ein ferðamannadepil, filmur, café, framsýning og handil har á norðasta plássi í Evropa. Og nú skuldi fotograferast.
Á heimsins enda
 Saman við øðrum trøllum

Turistar á Nordkapp











Hin útferðin æt "Sámisk mentan". Vit fóru av skipinum í Kjøllefjord og fóru við bussi nakað niðan á eitt fjall. Har bíðaði ein sámafamilja eftir okkum, varð sagt. Tað vóru nú tvey ungfólk í sámadrakt, sum stóðu so fitt har við eitt ovurstórt tjald. Tjaldið var ein størri útgáva av einum sámatjaldi, til ferðafólk. Gentan greiddi frá, drongurin joikaði og serveraði buljong. Tey vóru fitt. Mann hoyrdi, at gentan brann fyri sámiskari mentan, sum hevur verið so illa kúgað av norðmonnum. Frá 1540 unum til 1950 ini var bannað at undirvísa í og á sámiskum, børn vóru tikin og send í kostskúlar osfr. sama søga, sum vit kenna úr øðrum heimspørtum. Drongurin lærdi onkran at kasta lasso, og gentan taldi upp í 10 á sámiskum. Forundarligt.
                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                      Hesin stóð í einum handli úti á heiðini.
 Hetta eru tey bæði, sum vístu og greiddi frá sámiskari mentan.
 Her á leiðini eru eini 8000 reinsdjór. Tey eru á summarbeiti apríl-oktober, so fara tey aftur inn í landi at vera um veturin.
Hon vísir okkum eina trummu, sum tær sum shamanurin brúkti. Kirkjan sá teirra siðir sum fjandanskap, brendi bæði trummur og shamanar.











Vit sótu rundan um ein eld.

Vit fóru umborð aftur í Mehamn. Tað gera tey ofta, HURTIGRUTEN fer bara víðari, meðan fólk er útferð í landi, og so koma tey umborð aftur í einari aðrari havn.