Nú er onnur vikan skjótt farin av hesum byrjanarskeiði. Hetta skeiðið er ætlað at vera 7 vikur. Vit hava fyrr havt byrjanarskeið í 20 vikur, men tað gjørdist ov leingi og intenst. Nú royna vit 7 vikur, hvønn fyrrapart.
Skeiðið er fullteknað, tað eru 20 næmingar. Og tey eru úr hesum londum: Filipsoyggjum, Kekkia, Rumenia, Russlandi, Peru, Equador, Fílabeinsstrond, Kenya, Japan og Amerika.
Sera motiverað og livandi fólk.
Vit lesa tekstir og royna at gera einfaldar setningar.
í dag vóru vit námsferð í Havn “Standmyndir og kirkjur”. Vit gingu gjøgnum býin og vitjaðu Mariukirkjuna og Havnar kirkju
Bókin eitur á enskum The Professor and the Madman.
Góðir vinir bóru mær hana út á Landssjúkrahúsið, nú ið eg dvaldist har nakrar dagar. Ikki ein bók eg havi hoyrt um, og helst ikki ein , eg hevði lisið, um hon ikki varð borin mær.
Í 1928 varð kunngjørt á forsíðuni á New York Times, at nú var tann enska orðabókin hjá Oxford komin út, Oxford English Dictionary ella OED. Hetta stóra verk hevði verið 70 ár leiðini. Í hesum megnarverki vóru øll orð í enskum máli. Ein slík orðabókarætlan hevði ikki verið fyrr! Eisini í Frankaríki og Italia arbeiddu tey við orðabókum,men als ongum sum kundi samanberast við hesa.
“Professoren og galningen” er ein bók um,hvussu orðabókin verður til, frá hugskoti til veruleika. Hon er samstundis um tveir menn, sum vóru høvuðsmotorar í hesum arbeiði: ein fátækan, flogklókan bygdardrong úr Skotlandi James Murray (1837-1915), og ein ríkan væl útbúnan hernaðarligan lækna úr USA, William Minor. Hesir báðir elskaðu orð, og tað var tað, sum bant teir saman. Annars høvdu teir heilt og púrasta ólík lív.
Tað verður greitt frá orðasavninggini, sum teir fingu almenningin at hjálpa sær við. Endamálið var jú at savna “øll orð”, men størsta arbeiðið var at savna øll sitatini, sum skuldu við. Hvørt orð skuldi lýsast í sínum rætta umhvørvi, also í einum setningi. Og ikki bara í einum setningi frá eini bók kanska frá 1880, nei við nógvum sitatum frá fyrsta dømi og allan vegin upp. Alt hetta varð gjørt við seðlum, sum kundu leggjast alfabetiskt. Á myndini sæst dr. Murray í sínum arbeiðsrúmi við milliónum av seðlum.
Eg má hugsa um okkara orðabókarhøvundar, Christn Matras, JHWP og Johannes av Skarði, júst soleiðis varð arbeitt, lesa tekstir, orðtaka og skriva seðlar. Sera áhugavert at fáa innlit í hetta fløkta arbeiði. Ásannandi at orðini eru alt, okkara samskifti okkara mentan okkara útsýni okkara innsýni.
Men bókin er sum sagt eisini um hesar báðar menninar, S. Winchester hevur kannað teirra lív bæði í Onglandi og í USA, og tó at tað stendur ROMAN á permuni, er tað sum at lesa ævisøgu. Harra MInor fekk eina sorgarlagnu, sat púra eina í einum kliva og arbeiddi við sínum seðlum og var í brævasambandi við dr- Murray. Vit fáa forsøguna hjá honum og vita, áðrenn dr. Murray veit tað, at hann líðir av svárari sálarsjúku og er innlagdur upp á lívstíð. Men – so segði hann – peran var í ordan, og hansara orðafrágreiðingar eru nakrar av teimum fagrastu í OED.
Bókin “Professoren og galningen” er bæði undirhaldandi og upplýsandi.
Í 2017 var eg fimm ferðir av landinum: Reykjavík, Marokko, Belgia, Spania, Danmark.
Januar
Vit hildu nýggjársaftan og byrjaðu okkara 2017 hjá Sólrun og Lars í Nyhavn. Sera hugnaligt, og sjampanja var til stór og smá.
Ársveitslan hjá Leikum fagurt á Sandi var 28. januar.

Februar
Var nakrar dagar í Reykjavík, hitti gott fólk – Ingu Rósu sjálvandi, hon var sum altíð góð vertskona, Thuriður, Rúnar, Sigga. Vitjaði søvn og var til Othello á Tjóðarleikhúsinum. Nógvur kavi og vakurt.


Mars
Nógvar góðar løtur saman við næmingum á Kvøldskúlanum. Á hesi myndini bíða vit eftir bussinum á veg út á Sjósavnið.
Fráfaringarhátíðarhald fyri Turið, professara. Hildið í læraraskúlahøllini. Nógv fólk, góðar talur. Ein deilig løta.
Apríl
5-16 apríl var eg eina ógloymandi ferð í Marokko, eg var í fylgi við Mads og Anne Lise. Har var nógv sjáldsamt at síggja og uppliva. Flottar riad, eina madrassu (t.e. koranskúli), býarportur øll sett við mynstrutum flísaarbeiði. Og fjallabygdir og fossar og gjáir.

Mai
Miðlingagentan er so trúføst at vitja, eisini uttan fyri “sesong” . Hon var heima og vitjaði nakrar dagar, og saman fóru vit til upplestur av oyggjabúgvayrkingum.
Juni
Endasamkoma við morgunflokki vár 2017.
6-15 juni fóru vit systrarnar ein gongutúr eftir hervegnum í Jyllandi. Vit gingu uml. 100 km. Frá Billund til Viborg, vit gistu á hesum støðum: Jelling, Kollemorten, Nørre Snede, Bryrup Camping, Sepstrup, Kraglund, Thorning, Skelhøje forsamlingshus, Hald hovedgård, Viborg. Ein góður túrur í allar mátar.
Juli
Madeleine hevði eitt merkisár, fyrst var hon liðug við barnaskúlan, og so helt hon sína nonfirmatión. Vit vóru øll við. Bergur hevði sína amerikansku gentu Aran við.


Eg hevði ta stóru gleði, at allar vóru í Føroyum við familju. Lisa skipaði fyri familjubindiklubbi á Suðuroyavegnum.





Sumarskúlin fyri útisetabørn hevði jubileum, nú eru 10 ár, siðani vit byrjaðu summarskúlan. Á myndini síggjast FS og hjálparfólkini.
Frida ella Fritida, sum hon kundi itið, skipaði fyri fleiri fínum ferðum, vit vóru í Suðuroy, og á myndini er tað costa del Hvalba. Og vit vóru í Kunoy.
August
Lisa avmyndað í Dali, Svartaklovi í baksýni. Og kaffiklubburin 60+
September
Inga Rósa var heima eina góða viku. Vit vóru í Klaksvík og skoðaðu listaverkið hjá Edw. Fuglø í kirkjukjallaranum.

Myndirnar niðanfyri eru av Olaf Johannesen sum Hitler í Kbh. og Kvium framsýning á Ørkini, sera góður túrur við ex.starvssystrum.
FS og Lisa vóru báðar heima í september, tá ið eplafestiuvalurin var. Vit sótu hugnaliga inni hjá Debes Hentze og sungu í pubbini. Og so var veitsla í einum tjaldi.



Oktober
Oktobermyndirnar tala fyri seg. Flettingartoymið við Gjógv.

Og í Dali.

Og so funnu vit uppá at fara við Sólrorku til Alicante í Spania. Ein flúgvari fullur av sólhungrandi føroyingum - tey flestu farin um miðjan aldur.

November
Landsverk sprongdi í Dalsbergi til at minka um vandan fyri omanlopi. Vegurin til Dals var sera ljótur eina tíð. Eg kom koyrandi eitt kvøld í myrkri og bleiv sera kløkk, tá ið eg gjumsaði niður í eitt stór hol á vegnum, og eingin autoverja.


Desember
Børn og jól hoyra saman. Jólaaftan fóru vit fyrst á kirkjugarðin at minnast ommu (Borgarhjørt og abba (Hans Marius), síðani var siðbundið jólahald inni hjá Turið og Halli. Sera hugnaligt, og fyrstu jól hjá Claru í Føroyum


Í Dali hildu tey silvurbrúdleyp, Vitus og Turið hava køvt mangt ælið, og hygg at teimum nú, so blómandi fríð .
Ballið vardi til tann ljósa morgun.



Vit hava nakrar feðir hildið nýggjár í Dali, og tað gera vit nú ið 2018 er í annaðkvøld.