Jan 13, 2018

Simon Winchester: Professoren og galningen (1998)


Bókin eitur á enskum The Professor and the Madman.



Góðir vinir bóru mær hana út á Landssjúkrahúsið, nú ið eg dvaldist har nakrar dagar. Ikki ein bók eg havi hoyrt um, og helst ikki ein , eg hevði lisið, um hon ikki varð borin mær.
Í 1928 varð kunngjørt á forsíðuni á New York Times, at nú var tann enska orðabókin  hjá Oxford komin út, Oxford English Dictionary ella OED. Hetta stóra verk hevði verið 70 ár leiðini. Í hesum megnarverki vóru øll orð í enskum máli. Ein slík orðabókarætlan hevði ikki verið fyrr! Eisini í Frankaríki og Italia arbeiddu tey við orðabókum,men als ongum sum kundi samanberast við hesa.
“Professoren og galningen” er ein bók um,hvussu orðabókin verður til, frá hugskoti til veruleika. Hon er samstundis um tveir menn, sum vóru høvuðsmotorar í hesum arbeiði: ein fátækan, flogklókan bygdardrong úr Skotlandi James Murray (1837-1915), og ein ríkan væl útbúnan hernaðarligan lækna úr USA, William Minor. Hesir báðir elskaðu orð, og tað var tað, sum bant teir saman. Annars høvdu teir heilt og púrasta ólík lív.

Tað verður greitt frá orðasavninggini, sum teir fingu almenningin at hjálpa sær við. Endamálið var jú at savna “øll orð”, men størsta arbeiðið var at savna øll sitatini, sum skuldu við. Hvørt orð skuldi lýsast í sínum rætta umhvørvi, also í einum setningi. Og ikki bara í einum setningi frá eini bók kanska frá 1880, nei við nógvum sitatum frá fyrsta dømi og allan vegin upp. Alt hetta varð gjørt við seðlum, sum kundu leggjast alfabetiskt. Á myndini sæst dr. Murray í sínum arbeiðsrúmi við milliónum av seðlum.
Eg má hugsa um okkara orðabókarhøvundar, Christn Matras, JHWP og Johannes av Skarði, júst soleiðis varð arbeitt, lesa tekstir, orðtaka og skriva seðlar. Sera áhugavert at fáa innlit í hetta fløkta arbeiði. Ásannandi at orðini eru alt, okkara samskifti okkara mentan okkara útsýni okkara innsýni.

Men bókin er sum sagt eisini um hesar báðar menninar, S. Winchester hevur kannað teirra lív bæði í Onglandi og í USA, og tó at tað stendur ROMAN á permuni, er tað sum at lesa ævisøgu. Harra MInor fekk eina sorgarlagnu, sat púra eina í einum kliva og arbeiddi við sínum seðlum og var í brævasambandi við dr- Murray. Vit fáa forsøguna hjá honum og vita, áðrenn dr. Murray veit tað, at hann líðir av svárari sálarsjúku og er innlagdur upp á lívstíð. Men – so segði hann – peran var í ordan, og hansara orðafrágreiðingar eru nakrar av teimum fagrastu í OED.



Bókin “Professoren og galningen” er bæði undirhaldandi og upplýsandi.

No comments:

Post a Comment