Dec 30, 2017

Árið ið fór - 2017

Í 2017 var eg fimm ferðir av landinum: Reykjavík, Marokko, Belgia, Spania, Danmark.
Januar
Vit hildu nýggjársaftan og byrjaðu okkara 2017  hjá Sólrun og Lars í Nyhavn. Sera hugnaligt, og sjampanja var til stór og smá.
IMG_20170101_003123
Ársveitslan hjá Leikum fagurt á Sandi var 28. januar.
DSC06837DSC06856

DSC06865
Februar
Var nakrar dagar í Reykjavík, hitti gott fólk – Ingu Rósu sjálvandi, hon var sum altíð góð vertskona, Thuriður, Rúnar, Sigga. Vitjaði søvn og var til Othello á Tjóðarleikhúsinum. Nógvur kavi og vakurt.
DSC07204DSC07222DSC07213
Mars
Nógvar góðar løtur saman við næmingum á Kvøldskúlanum. Á hesi myndini bíða vit eftir bussinum á veg út á Sjósavnið.
DSC07257
Fráfaringarhátíðarhald fyri Turið, professara. Hildið í læraraskúlahøllini. Nógv fólk, góðar talur. Ein deilig løta.
DSC07275
Apríl
5-16 apríl var eg eina ógloymandi ferð í Marokko, eg var í fylgi við Mads og Anne Lise. Har var nógv sjáldsamt at síggja og uppliva. Flottar riad, eina madrassu (t.e. koranskúli), býarportur øll sett við mynstrutum flísaarbeiði. Og fjallabygdir og fossar og gjáir.
DSC08436
DSC07677DSC07829
Mai
Miðlingagentan er so trúføst at vitja, eisini uttan fyri “sesong” . Hon var heima og vitjaði nakrar dagar, og saman fóru vit til upplestur av oyggjabúgvayrkingum.
DSC08906
IMG_20170511_210806
Juni
Endasamkoma við morgunflokki vár 2017.
DSC09271
6-15 juni fóru vit systrarnar ein gongutúr eftir hervegnum í Jyllandi. Vit gingu uml. 100 km. Frá Billund til Viborg, vit gistu á hesum støðum: Jelling, Kollemorten, Nørre Snede, Bryrup Camping, Sepstrup, Kraglund, Thorning, Skelhøje forsamlingshus, Hald hovedgård, Viborg. Ein góður túrur í allar mátar.

DSC09690
image

Juli
Madeleine hevði eitt merkisár, fyrst var hon liðug við barnaskúlan, og so helt hon sína nonfirmatión. Vit vóru øll við. Bergur hevði sína amerikansku gentu Aran við.
DSC00190DSC00144DSC00148
DSC00041
Eg hevði ta stóru gleði, at allar vóru í Føroyum við familju. Lisa skipaði fyri familjubindiklubbi á Suðuroyavegnum.
2017-07-24IMG_20170724_152640IMG_20170724_153051IMG_20170724_153210 - Kopi - KopiIMG_20170724_152332
DSC00311DSC00313
Sumarskúlin fyri útisetabørn hevði jubileum, nú eru 10 ár, siðani vit byrjaðu summarskúlan. Á myndini síggjast FS og hjálparfólkini.
IMG_20170721_122156
Frida ella Fritida, sum hon kundi itið, skipaði fyri fleiri fínum ferðum, vit vóru í Suðuroy, og á myndini er tað costa del Hvalba. Og vit vóru í Kunoy.
IMG_20170711_122642
DSC00365
August
Lisa avmyndað í Dali, Svartaklovi í baksýni. Og kaffiklubburin 60+
IMG_20170811_141303                          IMG_20170824_123411

September
Inga Rósa var heima eina góða viku. Vit vóru í Klaksvík og skoðaðu listaverkið hjá Edw. Fuglø í kirkjukjallaranum.
DSC00447DSC00464
DSC00438
Myndirnar niðanfyri eru av  Olaf Johannesen sum Hitler í Kbh. og Kvium framsýning á Ørkini, sera góður túrur við ex.starvssystrum.
DSC00510                                DSC00609
FS og Lisa vóru báðar heima í september, tá ið eplafestiuvalurin var. Vit sótu hugnaliga inni hjá Debes Hentze og sungu í pubbini. Og so var veitsla í einum tjaldi.
DSC00648DSC00650DSC00667DSC00670

DSC00642


Oktober
Oktobermyndirnar tala fyri seg. Flettingartoymið við Gjógv.
DSC00733DSC00737
Og í Dali.
DSC00771DSC00757

Og so funnu vit uppá at fara við Sólrorku til Alicante í Spania. Ein flúgvari fullur av sólhungrandi føroyingum -  tey flestu farin um miðjan aldur.
DSC00901DSC00971
DSC01181
November
Landsverk sprongdi í Dalsbergi til at minka um vandan fyri omanlopi. Vegurin til Dals var sera ljótur eina tíð. Eg kom koyrandi eitt kvøld í myrkri og bleiv sera kløkk, tá ið eg gjumsaði niður í eitt stór hol á vegnum, og eingin autoverja.
DSC01468DSC01469DSC01470

Desember
Børn og jól hoyra saman. Jólaaftan fóru vit fyrst á kirkjugarðin at minnast ommu (Borgarhjørt og abba (Hans Marius), síðani var siðbundið jólahald inni hjá Turið og Halli. Sera hugnaligt, og fyrstu jól hjá Claru í Føroyum
DSC01836DSC01843
DSC01850DSC01877
Í Dali hildu tey silvurbrúdleyp, Vitus og Turið hava køvt mangt ælið, og hygg at teimum nú, so blómandi fríð .
DSC01945
Ballið vardi til tann ljósa morgun.
DSC02108DSC02167DSC02180DSC02210
Vit hava nakrar feðir hildið nýggjár í Dali, og tað gera vit nú ið 2018 er í annaðkvøld.

No comments:

Post a Comment