Aug 28, 2017

Norrøna felagið, útferð við gestum

Norrøna felagið í Føroyum, hevði høvuðstaðarfund í Havn. Gestir vóru úr Noreg, Íslandi, Finnlandi og Danmark. Ongin svenskari var við, løgið, men frágreiðingin var, at tey høvdu fingið boðini ov seint.
IMG_20170826_100422
Eg teknaði meg til ein busstúr við gestunum norðureftir. Vit fóru fyrst í vindmyllulundina á Húsareyni, fínt upplivilsi. Tey hjá SEV hava so ofta gestir, at tey hava eina fína skrá til gestir: arkitektur, tekniskur stjór, stjóri og reklamufilmur við vøkrum myndum. Thumbs up. Treyðugt so, at okkurt kann gerast betur. Matpakkin, sum var frá hotel Vágum, var sera keðiligur, ein clubsandwich sum tú fært, hvar tú so kemur á klótuni. Og torført at halda á plastikkpakka, vatnfløsku og breyði alt í senn, serstakliga, um tú, sum tey flestu í hesum hópi, ert farin um miðjan aldur.
IMG_20170826_112453
Næsta stopp var á Norðradalsskarði, so frálíkt útsýni vestureftir. Koks hevur stillað sín ferðahjall har á skarði, okey, men verri var, at rusk sást rundan um henda góða hjall. Thumbs down.
IMG_20170826_123156IMG_20170826_123526IMG_20170826_123531

Nú fóru vit til Gjáar ein túr og síðani til Saksunar. Tað sær út til, at hetta lambið hevur lisið skeltið um grasið.
IMG_20170826_163904
Ingi var leiðsøgumaður í okkara bussi og Randi í hinum bussinum.
Nátturða í Hósvík og konsert í NLH aftaná. Ein so fín skrá, men langur dagur.
IMG_20170826_204320

Aug 25, 2017

“Mál, innklusión og arbeiðsmarknaður”

Seminar um støðuna hjá tilflytarum varð hildið í Smæruni. Tað var NVL (v/ norðurlendska ráðharraráðið) og útlendingastovan , sum skipaðu fyri. Dagurin var skipaður við framløgum og bólkakjaki. Sera nógv fólk vóru við til tiltakið, umboð fyri almennar stovnar, skúlar og vinnulív.
Tað var áhugavert at hoyra um gransking í Skotlandi og Svøríki av “new speakers” og “nyanlãnda”.  Víst varð á, at støðan í Føroyum við skjótt vaksandi tali av innflytarum er einki øðrvísi enn aðrastaðni.
Eitt stórt tema á seminarinum var arbeiðsstøðan hjá fólki, sum koma til okkara við góðum útbúgvingum, men ikki fáa brúkt tær. Málkunnleiki er sentralur, men hvussu væl skalt tú duga málið? Og hví skal mann bæði læra føroyskt og danskt?
Vit hoyrdu trý nýmælt greiða frá sínum royndum á arbeiðsmarknaðinum í Føroyum, og sum vera man, vóru tær framløgurnar rættiliga atfinningarsamar. Tað sama kann sigast um tey føroysku innleggini (Elisabeth Holm, Hans Jacob Kolslíð), sum í stóran mun bygdu á samrøður við tilflytarar og eisini siteraðu tilflytarar. Hesi innlegg og sitat vístu teirra ónøgd og teirra vónbrot. Ógvuslig yvirskrift í Sosialinum vísir eisini, at hjá Andreu Popescu hevur føroyadvølin verið heilt katastrofal.
Niðurstøðan er, her verður arbeitt ov lítið, ov seint ov óskipað við hesum málum….samanborið varð við hini Norðanlond, og sum vanligt eru vit drumbar.
Ikki einki verður gjørt. Nú um dagarnar kom bókin VITI út. Hon er ætlað til framhaldsskeið í føroyskum. Tekstirnir eru autentiskir tekstir, og spurningar eru til hvønn tekst at hava sum íblástur til samrøðu.
105146_r_660_660
Úr innganginum:
Meðan vit bíða.
Nógv verður talað um intergratión, , sum er eitt sera heitt og nógv umtalað evni. Á byrjanarskeiðinum í føroyskum fyri útlendingar á vári 2017 vóru seks ymiskar vitjanir í flokkinum: granskarar, journalistar studentar. Tey vilja vita, hvussu tað er at vera útlendingur í Føroyum, øll spyrja tað sama, so fáa tey tilfar til sína grein, sína uppgávu og sína undirvísing. Vóni, at mentamálaráðið hevur líka stóran áhuga fyri hesi undirvísing, sum hesir gestir okkara.

Mentamálaráðkvinnan varð eisini siterað, og nú skuldi ein trúð, at nøkur troystarins orð og lyfti fóru at koma. Nei. Eg fekk ein skelk av tveimum av útsøgnunum:
1. Nei, politikarar hava tað við at sova. Kanska teir vakna, tá ið útlendingarnir eru vorðnir nógvir í tali.
2. Tilflytarar hava ikki nógva makt, kanska støðan broytist, tá ið tey verða ein maktfaktor

Ikki tað, útsagnirnar eru kanska rættar, kanska erligar, men hinvegin eisini ábyrgdarleysar og visiónsleysar, ein líkasæla sum ikki er álitisvekjandi.
Men ikki einki verður gjørt, tó at vit ikki altíð  byrja í røttum enda, men mann roynir. Seminarið setti hesar spurningar í brennidepil, og komandi viku er eitt skeið á NÁD um hesi viðurskifti.
Og Kvøldskúlin í Havn hevur nú sent sín faldara í hvørt hús, lesið hann!






Aug 3, 2017

Summar 2017 – Lisa

Lisa kom til Føroyar síðst í juni og fer avstað mitt í august. Hon býr hjá mær, og tað er so sera hugnaligt at hava hana. Í morgun til dømis bakar hon havragrýnsvaflur, hvussu cool er tað?

IMG_20170802_113937

IMG_20170727_195603

Lisa arbeiðir á Hotel Hafnia, bæði í reatauratiónini og á Kaspar. Og hon bjóðaði ommu síni á Insanatorium til tosk og rækjur við grønmetissevju og olju / Spísskál, steikigrús og bókhveitikjarnar / stoktan makrel við ertramorli og grønkáli / svínsriv, soð og rótfruktir   og Jogurt, rabarbur og hvonn.

Lisa hevur lokkað meg út at ganga nakrar ferðir, og hon trenar í Handilskjarnanum.

IMG_20170728_154141

Og Lisa skipaði fyri “bindiklubbi” , meðan øll vóru heima í summar (uttan Michel og Louis). Veðrið var gott, so terrassan hjá Turið og Halli bleiv brúkt til fulnar.

IMG_20170724_152640

Og Lisa líkist mammu síni í onkrum! Hygg at skuffuni hjá mær nú. Alt ornað og skipað. Og hon spurdi eftir eini label maskinu, annars kundi hon bara biðja mammu sína senda mær labels. Eg kann saktans!

IMG_20170803_094957 (1)

Jul 31, 2017

Ólavsøkan 2017

Fyri ólavsøku vóru vit í føðingardag hjá Ranju, sum fylti eitt.

IMG_20170727_142307

IMG_20170727_171443

Og vit vóru í Pride gonguni.


Veðrið var fínt ólavsøkuaftan, ólavsøkudag var eitt sindur av regni. Tá ið skrúðgongan kom úr kirkju, regnaði nokso illa, síðani var turt meginpartin av degnum og regn aftur um kvøldið.

Eg var inni í býnum okkurt sum hálvan tíma áðrenn skrúðgongan skuldi vera. Tá vóru fólk ikki komin í býin, bara útlendingar. Tey vóru í góðari tíð, høvdu síni myndatól klár, tað eru altíð nógvir útlendingar í Havn á ólavsøku, í ár fleiri enn nakrantíð. Eg hugsaði, onkra ólavsøku verða kanska fleiri útlendingar enn føroyingar ? Tað hevði verið pussigt.

IMG_20170728_133532IMG_20170728_133745IMG_20170728_133811


Vit sótu eina góða løtu á Kongabrúnni og hugdu at fólki, tað besta er at eygleiða børnini.

IMG_20170728_155302

Sólrun og Lars fóru til kappróðurin, og vit gingu niðan aftur í býin. Klokkan fimm var sjónleikur á skránni. Pallurin til Findus leikin er heilt fantastiskur. Leikurin var ok, nokso seinur, næstan sum at lurta eftir søgu. Ikki nógv drama, men børnini hugdu øll eisini Kristina.

IMG_20170728_154132

Nú var at fara til grillveitslu hjá Annu Mariu og Evu , og TAD var eitt hæddarpunkt. Angus búffar, gott salat og epli og sós. Og deiligt at síggja alla familjuna.

Í mínum huga er ólavsøkan farin at líkjast jólum so nógv, sjálvt heilsanin “góða ólavsøku” er til tað nýggj. Øll siga tað, alla tíðina. Gleðilig jól. Jóladagar um summarið, tað er so deiligt.

Kvøldið endaði í sjónleikarhúsinum. Ormurin langi, Kópakvæði, Flóvin Bænadiktson. Stuttligt at síggja Lisu kvøða við.

Jul 25, 2017

Summar 2017

Summarskúlin vardi sum vanligt fimm dagar, og hann eydnaðist væl. Seinasta dagin høvdu børnini postarenning. Tey vóru í fýra bólkum, og hvør bólkur hevði eitt vaksið fólk. Hvør bólkur hevði sín lit og sítt herróp. Niðanfyri síggja vit tann reyða og tann grøna bólkin.


Mynd hjá Summarskúlin

Seinnapartin fingu foreldrini drekkamunn í Grasagarði, áðrenn vit søgdu takk fyri í ár.

Mynd hjá Summarskúlin

Og nú er familjusamvera fyri allar pengarnar. Vit eru øll her uttan Louis og Michel, sum eru farnir heim. Bara njóta lívið. Hesar myndirnar eru tiknar í góðveðrinum í gár, tá ið vit hittust til familjubindiklubb hjá Lisu (Turið og Halli).

IMG_20170724_120842IMG_20170724_152610IMG_20170724_152738IMG_20170724_152837IMG_20170724_153019IMG_20170724_153048IMG_20170724_153155


Sama dag sum summarskúlin var av, fóru FS og eg við børnum ein túr til Klaksvíkar. Tilelvingin var ein fólkafundur úti í grøv. Um kvøldið gistu vit í Kunoy, og har sóu vit sólina fara um Nestindar. Dagin eftir nýtti eg høvi at heilsa upp á systkinabarnið í Klax.

IMG_20170722_140606

IMG_20170721_225027


Eitt kvøldið vóru eg og Lisa á KOKS, tað var ein uppliving, men sum onkur segði, mann verður nokk ikki stammgestur har.

IMG_20170722_203442

Jul 19, 2017

Summarskúlin 2017, mikudagur

Í dag er 3. summarskúladagur, aftur í dag er so fínt veður. Vit hava verið í Grasagarði í fríkorterinum, og so ótu vit matpakka úti eisini.

Børnini fylgja tímatalvuni niðanfyri, og í slíkum veðri er stuttligt at ganga túr. Í sjósavninum í gjár sóu tey, tá ið fiskarnir fingu at eta. Og stuttligt var at leypa stein av steini í Sandagerði. Tey yngru vóru í svimjihylinum, og tað er altíð deiligt.

. Frukt í fríkorterinumDSC00332

DSC00333DSC00337DSC00338




Mynd hjá Summarskúlin

Jul 17, 2017

Summarskúlin 2017

Summarskúlin fyllir 10 ár í ár, fyrsta summarskúlavikan var í 2007. Í fleiri ár vóru vit á Háskúlanum, hetta er annað árið, vit eru í skúlanum í Kongagøtu. Á myndini niðanfyri síggja vit Fridu, sum er stigtakarin og hjálparfólkini Rebekku og Lenu.
DSC00325
Í dag var so farið í gongd. Tveir flokkar, ein eldri og ein yngri. Lærari í tí yngra flokkinum er Ann, og hjá teimum eldru er tað Sanna.
DSC00327
Hvønn dag er undirvísing fyrrapart og annað virksemi seinnapart. Í dag gjørdu tey yngry sjónleik saman við Sóleyð og Nancy, og tey eldru vóru túr í býnum og á Skansanum við Lenu og Rebekku.
Í fríkorterinum spæla børnini í Grasagarði, og veðrið var gott í dag.