Seminar um støðuna hjá tilflytarum varð hildið í Smæruni. Tað var NVL (v/ norðurlendska ráðharraráðið) og útlendingastovan , sum skipaðu fyri. Dagurin var skipaður við framløgum og bólkakjaki. Sera nógv fólk vóru við til tiltakið, umboð fyri almennar stovnar, skúlar og vinnulív.
Tað var áhugavert at hoyra um gransking í Skotlandi og Svøríki av “new speakers” og “nyanlãnda”. Víst varð á, at støðan í Føroyum við skjótt vaksandi tali av innflytarum er einki øðrvísi enn aðrastaðni.
Eitt stórt tema á seminarinum var arbeiðsstøðan hjá fólki, sum koma til okkara við góðum útbúgvingum, men ikki fáa brúkt tær. Málkunnleiki er sentralur, men hvussu væl skalt tú duga málið? Og hví skal mann bæði læra føroyskt og danskt?
Vit hoyrdu trý nýmælt greiða frá sínum royndum á arbeiðsmarknaðinum í Føroyum, og sum vera man, vóru tær framløgurnar rættiliga atfinningarsamar. Tað sama kann sigast um tey føroysku innleggini (Elisabeth Holm, Hans Jacob Kolslíð), sum í stóran mun bygdu á samrøður við tilflytarar og eisini siteraðu tilflytarar. Hesi innlegg og sitat vístu teirra ónøgd og teirra vónbrot. Ógvuslig yvirskrift í Sosialinum vísir eisini, at hjá Andreu Popescu hevur føroyadvølin verið heilt katastrofal.
Niðurstøðan er, her verður arbeitt ov lítið, ov seint ov óskipað við hesum málum….samanborið varð við hini Norðanlond, og sum vanligt eru vit drumbar.
Ikki einki verður gjørt. Nú um dagarnar kom bókin VITI út. Hon er ætlað til framhaldsskeið í føroyskum. Tekstirnir eru autentiskir tekstir, og spurningar eru til hvønn tekst at hava sum íblástur til samrøðu.
Úr innganginum:
Meðan vit bíða.
Nógv verður talað um intergratión, , sum er eitt sera heitt og nógv umtalað evni. Á byrjanarskeiðinum í føroyskum fyri útlendingar á vári 2017 vóru seks ymiskar vitjanir í flokkinum: granskarar, journalistar studentar. Tey vilja vita, hvussu tað er at vera útlendingur í Føroyum, øll spyrja tað sama, so fáa tey tilfar til sína grein, sína uppgávu og sína undirvísing. Vóni, at mentamálaráðið hevur líka stóran áhuga fyri hesi undirvísing, sum hesir gestir okkara.
Mentamálaráðkvinnan varð eisini siterað, og nú skuldi ein trúð, at nøkur troystarins orð og lyfti fóru at koma. Nei. Eg fekk ein skelk av tveimum av útsøgnunum:
1. Nei, politikarar hava tað við at sova. Kanska teir vakna, tá ið útlendingarnir eru vorðnir nógvir í tali.
2. Tilflytarar hava ikki nógva makt, kanska støðan broytist, tá ið tey verða ein maktfaktor
Ikki tað, útsagnirnar eru kanska rættar, kanska erligar, men hinvegin eisini ábyrgdarleysar og visiónsleysar, ein líkasæla sum ikki er álitisvekjandi.
Men ikki einki verður gjørt, tó at vit ikki altíð byrja í røttum enda, men mann roynir. Seminarið setti hesar spurningar í brennidepil, og komandi viku er eitt skeið á NÁD um hesi viðurskifti.
Og Kvøldskúlin í Havn hevur nú sent sín faldara í hvørt hús, lesið hann!
No comments:
Post a Comment