Feb 21, 2018
Týsdagur 20. feb., mikudagur 21. februar
Eg fór við hotellbussinum á ríkissjúkrahúsið, so ómakaleyst. Uppgongd 3, hædd 14, deild 2. Nú vísti tað seg so, at eg var næstan ein tíma ov sein, men í mínum brævi stóð kl. 8.00, í einum øðrum pappíri stóð 7.00, og eg var tann fyrsta sum skuldi inn. Men eg bleiv so flytt og kom inn sum nummar tvey. Kanningin av kranspulsæðrini er ikki pínufull, bara óbehagilig. Tey geva tær pínustillandi alla tíðina. Tað vóru bara konufólk hjástødd, læknar og sjúkrasystrar. Eitt katetur verður stungið upp gjøgnum pulsæðrina í skøvninginum og heilt upp til hjartað. So sæst á einum skíggja, hvussu hjartað pumpar. Nú, tað vísti seg at tað sást ikki nóg væl á myndunum, og trýstmátingarnar vóru ikki eftirfarandi, tí at æðrin lá so kronglað. Ein onnur kanning, ein skanning bleiv so bestilt, og hepna eg, hon kundi gerast beinanvegin dagin eftir.
So var eingin grund til at fara heim ímillum. Um kvøldið fekk eg gestir, Bergur var akkurát komin av ferð í Íslandi, Lisa hevði verið ørindi fyri meg. Deiligt at hava familju í Kbh. og tey høvdu foreldrini við.
Mikumorgun kl. 9.00 var so hjartaskanning á skránni, og tað var ein annar glimurdansur! Eitt venflon hvørjumegin, blóðtrýstapparat klárt. Tær fyrstu myndirnar vóru við sokallaðum sporstoffi, og tað føldi eg ikki. Men tær næstu myndirnar vóru við heiligvág, sum belastar hjartað. Tað svarar til at súkkla móti brekkuni í nógvum vindi, og tað havi eg aldrin gjørt og ætli mær heldur ikki. Halt kipp also, høvdið stóð at bresta, súsaði í oyrunum, vinstri armur deyður, trýst í bringuni. Og so var tað svarið, nær tað mundi fara at koma. Hepna eg, tað kom beinanvegin og....wait for it..... tað var ikki neyðugt við ballónvíðkan. Nú var middagur og nóg mikið av tíð at fáa ferðaseðil til mikukvøld.
Sóljubussin úr Venøgade út í Kastrup.
Og nú er mikukvøld, og eg eri á Suðuroyavegnum. Takksom fyri effektivt heilsuverk.
Feb 19, 2018
Mánadagur 19. feb. 2018
Vit fylgdust yvir á RH, Alda, Pauli og eg. Bæði eg og Alda skuldu møta kl. 11. Ríkissjúkrahúsið er vaksið nógv, síðani eg var har seinast. Vit gingu gjøgnum Fælledparkina.
Mín avtala var til at skriva journal, so at alt er klárt til í morgin. Fyrst tosaði eg við eina sjúkrasystur, hon greiddi frá kanningini, so skuldu blóðroyndir takast, sum ofta fyrr var tað torført at stinga meg, æðrarnar eru so forbiðið klænar. Tað næsta var samrøða við lækna, og so var ultraljóðkanning á skránni.
Aftaná gekk eg heim aftur á hotellið
Deildin eitur hjertemedisinsk afdeling. Niðanfyri síggja tit ein stent, tað er hatta gula høsnanetið Tað er tó størri enn tað, sum verður sett inn í æðrina.
Spennandi í morgin.

Feb 18, 2018
Sunnudagur 18. februar
Eg fór allarfyrst av øllum í song í gjár. Hoyrdi tey práta meg í blund. Í morgun fór eg upp klokkan tíggju. Sólrun hevði verið úti við hundunum og keypt breyð.
So fóru Sólrun og hundarnir og eg og Lisa út at ganga.
Nú var tann stóra løtan, at eg skuldi síggja ta nýggju íbúðina hjá Lisu, ella húsið. Eitt so fitt hús, akkurat passaligt til eitt ella tvey fólk.
Afttaná fóru eg og Lisa at shoppa í Fisketorvet, men fyrst fingu vit okkum vietnamesiskan mat í eini restaurant har.
Deiligt at ganga og spáka í Keypmannahavn í góðum vetrarveðri.
Tá ið tað var av fingu vit okkum te heima og sóu Sólrun og Lars leggja blómuheilsan við Amalienborg.

Feb 17, 2018
Leygardagur 17. februar
Ein vakur dagur, sera gott veður bæði í Føroyum og ´Danmark. Eg royndi at taka mynd av Dali. Sandoyggin lá og dusaði sær undir skýullini.
Á kongsins nýggja torgið er metrobyggaríið nú komi so langt, at teir hhava tikið alt hatta plankaverkið framman fyri Tjóleikhúsinum niður. Deiligt at fáa torgið aftur. í dag var sama ferðsla sum altíð á leiðini, har Heindrikkur varð koyrdur í gjár eftir biltómum gøtum.
Myndin og sitatið eftir Heindrik er enn á ambassaduvegginum.
Eg var so heppin, at føðingardagshald var í Nyhavn í dag. Tapas og vín og omaná lagkaka og sjokolátakaka.
Lars og Sólrun sungu føðingardagssang fyri Símuni.

Feb 2, 2018
Símun farin
Mynd tikin í desember í fjør.
Systkinabarn okkara Símun av Skarði er farin. Eg havi altíð kent Símun, og vit sóust nógv, tá ið vit vóru børn, og familjurnar vóru tættar. Símun og tey búðu eitt skifti í Grønlandi (í Havn) akkurát sum vit.
Símunsa høvuðsáhugi og høvuðsarbeiði alt lívið var mál. Vit høvdu felags áhugamál, hann var virkin í tí føroyska skúlanum í Keypmannahavn, tann tíð tað var. Eitt skifti sótu vit í nevnd saman í Móðurmálslærarafelagnum, og í 1990 skipaðu vit fyri einari stórari norðurlendskari ráðstevnu fyri móðurmálslærarar á skúlaheiminum við Marknagilsvegin. Á hesari myndini prátar Símun við Turið og Hallgerð, sum eisini var í nevndini, vit fara útferð við gestunum
Á hesari myndini situr Símun og ger mappurnar klárar til ráðstevnugestirnar. Hann var ein ómetandi kraft at hava í hópinum, bæði til tað fakliga og tað sosiala, sum altíð er ein stórur partur, tá ið vit hava útlendskar gestir.
Símun og Súsan fluttu til Sands at búgva, og har suðuri vóru tey sera virkin í skúla og mentan. Tað var ein fongur hjá Sands bygd at hava Súsan í listasavninum við hennara listarligu vitan og og stóra áhuga.
Nú ið hann og Súsan vóru flutt til Havnar, sóust vit onkuntíð. Vit prátaðu um tey brøv, sum hann hevði í varðveitslu, sum abbi og Bergljótmostir og onnur hava skrivað, og sum Jóannes mammubeiggi hevur goymt. Tað lá Símuni á hjarta, at brøvini verða varðveitt og granskað og koma til sín rætt.
Prestur hevði líkasum navnið á Símuni í miðdepli, tá ið hann byrjaði sína talu. Tað høvdu vit eisini henda dagin í 2015, tá ið allir Símunarnir (uttan tann hjá Elsu Jóhonnu í Kanada) vórðu avmyndaðir í háskúlatúninum.
Ein so sera hátiðarlig og vøkur jarðarferð. Kirkjan var full, nógv fólk vóru komin úr Sandoynni at fylgja Símuni, nógv lærarafólk, forlagsfólk og gamlir næmingar.. Sera vakur solosangur setti dám á løtuna, og eisini góður felagssangur í kirkjuni.
Góða Súsan, Sanna, Aleksandra, Oyvindur, Jákup og tit øll. Vit goyma tey góðu minnini.
Jan 25, 2018
Morgunflokkur vár 2018
Nú er onnur vikan skjótt farin av hesum byrjanarskeiði. Hetta skeiðið er ætlað at vera 7 vikur. Vit hava fyrr havt byrjanarskeið í 20 vikur, men tað gjørdist ov leingi og intenst. Nú royna vit 7 vikur, hvønn fyrrapart.
Skeiðið er fullteknað, tað eru 20 næmingar. Og tey eru úr hesum londum: Filipsoyggjum, Kekkia, Rumenia, Russlandi, Peru, Equador, Fílabeinsstrond, Kenya, Japan og Amerika.
Sera motiverað og livandi fólk.
Vit lesa tekstir og royna at gera einfaldar setningar.
í dag vóru vit námsferð í Havn “Standmyndir og kirkjur”. Vit gingu gjøgnum býin og vitjaðu Mariukirkjuna og Havnar kirkju

Jan 13, 2018
Simon Winchester: Professoren og galningen (1998)
Bókin eitur á enskum The Professor and the Madman.
Góðir vinir bóru mær hana út á Landssjúkrahúsið, nú ið eg dvaldist har nakrar dagar. Ikki ein bók eg havi hoyrt um, og helst ikki ein , eg hevði lisið, um hon ikki varð borin mær.
Í 1928 varð kunngjørt á forsíðuni á New York Times, at nú var tann enska orðabókin hjá Oxford komin út, Oxford English Dictionary ella OED. Hetta stóra verk hevði verið 70 ár leiðini. Í hesum megnarverki vóru øll orð í enskum máli. Ein slík orðabókarætlan hevði ikki verið fyrr! Eisini í Frankaríki og Italia arbeiddu tey við orðabókum,men als ongum sum kundi samanberast við hesa.
“Professoren og galningen” er ein bók um,hvussu orðabókin verður til, frá hugskoti til veruleika. Hon er samstundis um tveir menn, sum vóru høvuðsmotorar í hesum arbeiði: ein fátækan, flogklókan bygdardrong úr Skotlandi James Murray (1837-1915), og ein ríkan væl útbúnan hernaðarligan lækna úr USA, William Minor. Hesir báðir elskaðu orð, og tað var tað, sum bant teir saman. Annars høvdu teir heilt og púrasta ólík lív.
Tað verður greitt frá orðasavninggini, sum teir fingu almenningin at hjálpa sær við. Endamálið var jú at savna “øll orð”, men størsta arbeiðið var at savna øll sitatini, sum skuldu við. Hvørt orð skuldi lýsast í sínum rætta umhvørvi, also í einum setningi. Og ikki bara í einum setningi frá eini bók kanska frá 1880, nei við nógvum sitatum frá fyrsta dømi og allan vegin upp. Alt hetta varð gjørt við seðlum, sum kundu leggjast alfabetiskt. Á myndini sæst dr. Murray í sínum arbeiðsrúmi við milliónum av seðlum.
Eg má hugsa um okkara orðabókarhøvundar, Christn Matras, JHWP og Johannes av Skarði, júst soleiðis varð arbeitt, lesa tekstir, orðtaka og skriva seðlar. Sera áhugavert at fáa innlit í hetta fløkta arbeiði. Ásannandi at orðini eru alt, okkara samskifti okkara mentan okkara útsýni okkara innsýni.
Men bókin er sum sagt eisini um hesar báðar menninar, S. Winchester hevur kannað teirra lív bæði í Onglandi og í USA, og tó at tað stendur ROMAN á permuni, er tað sum at lesa ævisøgu. Harra MInor fekk eina sorgarlagnu, sat púra eina í einum kliva og arbeiddi við sínum seðlum og var í brævasambandi við dr- Murray. Vit fáa forsøguna hjá honum og vita, áðrenn dr. Murray veit tað, at hann líðir av svárari sálarsjúku og er innlagdur upp á lívstíð. Men – so segði hann – peran var í ordan, og hansara orðafrágreiðingar eru nakrar av teimum fagrastu í OED.
Bókin “Professoren og galningen” er bæði undirhaldandi og upplýsandi.
Subscribe to:
Comments (Atom)