Dec 15, 2016

Bókastev. Aftaná áðrenn eftir Katrin Ottarsdóttur

Bókin var Aftanááðrenn eftir Katrin Ottarsdóttur. Vit plaga ofta at byrja beinanvegin at tosa um dagsins bók, men í gjárkvøldið snakkaðu vit um alt annað, meðan vit sótu til borðs. Hví tosaðu vit als ikki um bókina? Osla segði, tit vita  hví! Osla hevur ein sovorðnan argandi eggjandi stíl, hon svaraði ikki sjálv hví, men fekk okkum at hugsa umaftur.

DSC06205

Men tá ið prátið kom í gongd, var lívligari prát enn vanligt, allar høvdu okkurt at bera fram. Fleiri hildu, nei hatta var einki serligt, so dapurt, at mann fekk ikki lisið meiri enn nakrar fáar síður. Og hví SKAL morð og sjálvmorð vera í hvørjari søgu. Onkur helt, at søgurnar vór ov nógv um tað sama. Faktiskt mundu vit heilt mist stevið, tí at bókakonurnar vóru so illar. Osla helt, at bókin júst lýsti tað, sum er so ræðuligt, at tað kann ikki lýsast uttan í myndatalu. Og kanska er hon so væl skrivað, at hon rørir okkum og fær okkum úr okkara heitu hugnageil, og tað dámar okkum ikki. Vilja helst ikki konfronterast við hesi ræðuligu familjusambond og hesar ólukkuligu mammuleikir.

DSC06204

 

Sjálv haldi eg, at bókin er væl skrivað, og so er hon rættiliga óhugnalig, ein trillari við realistiskum søgum, sum tó alt í einum fara eina absurda kós. Og savnið er ein góð heild, variasjónir yvir eitt tema. Eitt psykologiskt drama, ein psykologiskur sorgarleikur. Teksturin á bakpermuni lýsir savnið væl.

DSC06212

Seinasta bókastev í hesum ári, gleðilig jól allir bókavinir og aðrir lesarar!

Dec 13, 2016

Nýggjur heimildarfilmur

Vit fóru til Gjáar til frumsýningina av “Gjógv – millum Norðhavið og Skarðið”, sum Hans Petur Hansen og Uni Arge hava gjørt um Gjáarbygd.

Á veg norð sóu vit hetta jólapostkortið í Funningsfirði

DSC06155

Nógv fólk vóru á áskoðaraplássunum í Gjáargarði, teirra millum filmstjørnurnar.

DSC06165

Filmurin er ein lýsing av bygdini í dag, onkur afturlit eru til tíðina, tá ið fleiri hundrað fólk búðu við Gjógv og til hendingar í farnari tíð, men høvuðsdenturin er á nútíðini. Tað ger sjálvsagt eitt nakað tungt huglag, nú ið bygdin er minkað so nógv, men filmurin er ikki sentimentalur, og fólkini í filminum eru bara  realistisk og natúrlig. Sera væl kliptur filmur við fyrr og nú myndum kliptum saman. Og náttúrudýrdin er, sum væntandi var, fantastisk. Ein fínur filmur at leggja upp til kjak um útjaðaran, tí  mangar bygdir í Føroyum eru á líkan hátt staddar sum Gjógv í vanda.

DSC06174 - KopiDSC06178DSC06183 - KopiDSC06184 - Kopi

Aftan á filmssýningina beyð Gjáargarður kaffi, rísalamang, gløgg og holukøkur. Ein deilig løta.

DSC06159DSC06160DSC06168DSC06185

Vit gistu eina nátt, og í morgun fóru vit inn á gólvið hjá Ásdís og Kristjan Jákupi.

DSC06191DSC06192

Á suðurvegnum sóu vit aftur fleiri jólapostkort.

DSC06188DSC06196

Dec 12, 2016

Adventsvikuskifti

Reyði krossur.

DSC06121

Vit fóru ein túr út í Stiðjagøtu í Havn, har Reyði krossur hevur sín klædnahandil. Nógvar flottar troyggjur vóru til søli. Á myndini sæst Turið millum Vibeke og Jóahannu.

Jólastákan í Havn.

DSC06127

Eg datt inn á gólvið í kaffistovuni í Steinatúni, stak hugnaligt – og gott kakao.

DSC06131 So fór eg oman á reinsaríið, har Norrøna felagið skipaði fyri norðurlendskum jólahugna, helt tað byrjaði kl. 3, men tað endaði kl. 3, so tá ið eg kom, fóru tey at pakka saman. Hevði eg nú havt børn, so fór eg kanska at taka ímóti jólaskipinum…….

Hósvíkar kirkja endurvígd.DSC06132

DSC06147 - KopiDSC06150 - Kopi - KopiDSC06152 - Kopi - Kopi

 

Vit fóru norð til Hósvíkar til hátíðargudstænastu. Bispur og eini seks prestar vóru við í tiltakinum. Tað. sumeg serliga festi meg við var krossurin á tí nýggja flotta messuaklinum, hann er bundin við dominobinding og hevur ein desideraðan træeffekt. Flott.

Blíðskapur á Vørðuvegi.

 

unnamed

Kitty og Sølvi høvdu boðið okkum til døgurða, og tað var sanniliga veitsludøgurði.

unnamed (2)

Og nú er 3. sunnudagur í advent farin.

Dec 10, 2016

Aldursforsetin takkar fyri seg

Turið beyð starvsfeløgum eina góða máltíð í gjár. Hon setti á borðið og Hansa kom við matinum. Tey á FMD eru sum ein familja, enn eru tey ikki fleiri hundrað, sum tað verða á Glasi. Men tá ið Turið byrjaði vóru tey enn færri.

DSC06109

Turið hugleiddi um, at fyrsta hon byrjaði sum stundentahjálp var Christian Matras við hvørt har úti, hann kom út í taksabili til at sláa eitthvørt upp, og Jóhan Hendrik og Christian Matras plagdu at tosa um orð.  Og so fortaldi hon um ta ferðina, tá ið hon skrivaði meistarafyrilestur um tjóðskaparskaldskap og sang hann saman við Annfinni og Jógvan.

DSC06100

Malan og Bergur bóru Turið heilsan, og hon fekk eina pena dekorasjón frá teimum øllum.

DSC06102DSC06105DSC06113

Og so í dag fekk Turið meg út at ganga, nýtt er tað, ið sjáldan sker. Tað er deiligt at hava eina, sum gevur tær eitt gypp í afturpartin.

DSC06119DSC06120

Dec 5, 2016

Robert Harris: Pompeji (2003)

Áðrenn eg fór til Rom í november í ár, tosaði eg við mína góðu vinkonu Hanne, sum er eitt slag av Rom serfrøðingi, hon lænti mær ferðabøkur og greinar, og so lænti hon mær hesa bókina.

Bókin er um eldgosið í Vesuv í 79 e. Kr.

Høvuðspersónurin er Attilius, vatnmeistari ella Aquarius. Hann hevur ábyrgd av tí stóru Augustavatnveitingini. Hetta starv hevur verið í hansara familju í fleiri ættarlið og er eitt heiðusstarv og sera ábyrgdartungt. Vit hoyra um ta víðagitnu rómversku vatnveitingina.

DSC05393

Sum Aquarius verður hann fløktur upp í korruptión, brotsverk og eldgos, tá ið hin unga, vakra Corelia biður hann hjálpa, tí at pápi hennara er í ferð við at tveita ein træl fyri ránsfiskarnar, sum revsing fyri, at nakrir fiskar eru deyðir í brunninum. Trælurin sigur, at tað er vatnið, ikki hann, sum hevur dripið fiskarnar.

Pápi Coreliu er beistið í søguni, maktsjúkur, snildur, ómentaður og harðrendur.

Vit fáa eisini innlit í forna, rómverska siðmenning. Í Pompeji er yðjandi lív og luktur. Vit síggja skipaflotan við trælum sum rógvarum.

DSC05490

Tá ið eldgosið er, fylgja vit vísindamanninum Pliniusi yngra, sum skrásetir alt hann sær, meðan eldgosið er, og øll onnur flýggja. Og vit fylgja Aquarius, sum gongur á Vesuv og leitar eftir sínum undangongumanni í starvinum, sum er vorðin dripin, samstundis sum vit vita , at leigudrápsmaður er eftir honum. Náttúrukreftirnar, tá ið Vesuv goysir, eru sera hugtakandi og væl lýstar. Stílurin er  realistiskur og vísir til eina rúgvu av keldum. 

DSC05428

DSC05418

Ein sera spennandi bók við brotsverki, uppkláring, romatikki og nógvum mentanarsøguligum innihaldi.

Dec 3, 2016

Desember er veitslumánaður

Sólveig hevði gjørt eina deiliga fiskasúpan. og forrætturin var ósøt ostagóðaráð við osti. Mín bindiklubbur tann besti í verðini, tíverri var Marianna ikki við. Hon slær sínar trillur aðrastaðni.

DSC06068

Nú er kanska síðstu ferð, tey hava ruddingardag í Hoydølum, so eg og hini gomlu sluppu vð at heilsa uppá. Tað var deiligt at síggja tey aftur, arbeiðsfelagarnar.

 

IMG_20161202_221103

IMG_20161202_220631IMG_20161202_220642

Christian stendur aftanfyri stólpan

IMG_20161202_200314

IMG_20161202_201814

.Á Tjóðpallinum hava tey kabarettina Café gløgg, skemtiligt, men rættiliga lætt í vektini. Vit fingu gløgg frá Jenny, tá ið vit komu. Summar sketsjur vóru stuttligar t.d. tann um matsnobbaríið, og tann við teimum gomlu rokkarunum, sum sungu Jim Riv. Sketsjin um ein smádrong, sum verður spurdur, hvat hann ynskir sær til jóla hevur verið á FB nú leingi á svenskum, tað er ikki so originalt, øll kenna hana. Sketsjin um lambið, sum var adopterað, var eisini rættiliga góð og passaliga grotesk. Tey sum spældu vóru: Hans, Mariann, Gunnvá og Nicolaj. Herligt at hava klaverspæl afturvið alla tíðina, gott Magnus.

Dec 1, 2016

Skilji, hvør sum vil

Eg skilji á onkrum, at okkara skiljing er bert ein viðfáningur? At ruskið verður blandað í stóra pott, tá ið tað kemur á Hjalla? Eg hopi ikki, at tað passar.

Heima skilja vit jú bara pappír fyri seg og annað fyri seg. Men vit skilja øll, at vit mega skilja nógv neyvari. Onkur glasbingja stendur onkustaðni, men eg skilji ikki, at tær ikki eru fleiri.

DSC06069

Og hví er tað loyvt at dálka so nógv við litaðum, glittaðum viðgjørdum pappíri, sum er pakkað inn í plast??? So sigur onkur kanska, at eg kann skriva á postkassan, at eg vil ikki hava tað, men tað er mín postkassi, eg kann heldur skriva, um eg VIL hava teirra dálkandi tilboð, sum í síðsta enda als ikki eru tilboð, bert rusk. Vóni tað nýggja býráðið fer at hava sterkari grønan ruskprofil.

DSC06070