Nov 29, 2013

Ein býur í Russlandi

Kundatænasta er ein býur í Russlandi. Tú kemur inn í ein handil ella eina café, starvsfólkini sita og gløa í ein telduskerm. Tað er ikki lætt at fáa ein at vísa tær, hvørjar skrúvumaskinur, tey hava, ella at taka av borðinum, tá ið tú ert liðug at eta og fegin vilt hava kaffi. Tey eru uppslúkað av einum skermi aftan fyri skivuna.
untitled
Tú skimast og hyggur, gongur millum hillarnar við teimum mongu vørunum, ikki eitt menniskja at síggja, 3 menn  í handlinum , ein við kassan og tveir við hvør sínum skermi ……Sjálvandi ber tað til - og tað gera kundarnir - at ganga yvir til kassan, prika í bakið á manninum og siga, kanst tú vísa mær...
Men er tað veruliga meiningin?

lokali
Tú situr í tveir tímar og prátar við skitnum borðiskum á borðinum og ongum kaffi, hopleyst at fáa eygnakontakt. Sjálvandi ber tað til at rópa - og tað gera kundarnir -, tú kanst rópa: Hey! ella Hey hon sjálv! men rópa hart, so at hon kann rívast úr ævintýrklóm.
Gev gætur, at hetta er ikki tí at tey eru ovbyrjað av arbeiði. Ofta er bert ein kundi í eygsjón.
Ársins jólahandil??? Neyvan!

Nov 25, 2013

Cutting for Stone eftir Abraham Verghese (2008)

Bókarheitið er tikið úr tí Hippokratiska eiðinum, ella sum vit siga læknalyftinum. Her er  ein norsk umseting av tí partinum: Jeg vil ikke kutte etter stein, selv for pasienter hvor sykdommen viser seg; jeg vil overlate denne operasjonen til å bli utført av praktiserende, spesialister i denne kunst. Steinarnir talan er um eru nýra- og gallsteinar og kanska aðrir við Orðaspæl er í heitinum, tí at ein av persónunum, skurðlæknin eitur Stone, og sjállvandi hansara synir eita Praise Stone til eftirnavn, kanska eitt nakað speiskt ljóð hoyrist, tí at ígjøgnum alla bókin hava vit ikki nógv rós at veita Stone. Í endanum av bókini er tað so Stone sum opererar sín egna son, so hann ‘sker fyri Stone’ – bæði seg sjálvan og sonin. Á donskum eitur bókin Knivens æg. Annað orðaspæl er í navninum á sjúkrahúsinum Missing hospital, sum ordiliga eitur Mission, men afrikanar duga ikki at úttala mission. Missing merkir so eisini burturblivin, horvin ella sum manglar, og tað verður fleiri ferðir sipað til tað tvítýdda ‘Missing people’

Ein stórur partur av bókini fer fram á sjúkrahúsum fyrst í Addis Adeba í Etiopia og síðani í New York. Høvuðspersónar eru tvíburðirnir Shiva og Marion ella dupultpersónin ShivaMarion, og høvuðsevnið er teirra samband, viðurskiftini ímillum eineggjaðar tvíburðir, sum mistu mammuna, tá ið teir komu í verðina og mistu pápan, tá ið hann varnaðist, at mamman var deyð í barnferð, meðan hann royndi at bjarga henni.
005
Tíðin og samfelagið
Vit eru í Etiopia í seksti-, sjeyti- og áttatiárunum, eitt hernaðarkvett ímóti Haile Selassie verður niðurbart við harðari hond, og seinni, 1974, verður Selassie frákoyrdur og Mengitsu gerst landsins nýggi diktator til 1991, tá ið Fólksins frælsisfylking koyrdi hann frá. Bókin endar 2004. Frælsisrørslan í Eritrea er umboðað av Genet, gentuni sum Marion er forelskaður í, men sum Shiva fer í song við.

Persónarnir
Høvuðspersónarnir eru læknar, pápin (sum rýmir), fosturpápin og fosturmamman og tvíburðirnir sjálvir. Persónslýsingin er fjølbroytt og djúp. Tvíburðirnir Shiva og Marion eru so líkir og tó heilt ólíkir. Men teir eru sum ein vera. Allan uppvøksturin dugdu teir at lesa tankarnar hvør hjá øðrum, tá ið ShivaMarion rann og spældi var tað sum ein fýrbeint vera, altíð í takt og samljóði. Men Shiva hevur nøkur autistisk drøg, hann er flogvit, men dugir ikki at seta seg inn í tankar annara. Alt hjá honum skal vera rationelt, og tá ið hann særir beiggja sín so djúpt, er tað ivaleyst uttan at vita, hvussu meint tað nívir.
Fosturforeldrini Ghosh og Hema eru sera positivt lýst. Tey taka sær av dreingjunum, geva teimum góða barlast og teir sleppa at menna seg. Hema er gynækologur og lærir dreingirnar at ganga til handa á sjúkrahúsinum. Hema lærir Shiva at dansa.

Etiopisk mentan
Hendingar fara fram í Etiopia, og etiopiar eru eisini ímillum personarnar, men høvuðspersónarnir eru úr India, komnir til Afrika at hjálpa við missión og sjúkrahjálp. Tó er tað seinna fremst í huganum á teimum, gudstrúgvin er í teirra gerðum, tey hava ikki stundir at prædika, arbeiða alla tíðina við teimum sjúku. Eitt stuttligt dømi er, tá ið forstøðukonan hevur fund við ein av stuðlunum úr USA. Hann sær ein stakk av bíblium við veggin. Hon sigur “Vit hava fleiri bíbliur á enskum enn tað finnast enskttalandi fólk í øllum landinum, polskar bíbliur, kekkiskar bibliur, italskar bíbliur, franskar bíbliur, svenskar bibliur, eg haldi summar eru frá tínum sunnudagsskúlabørnum. Okkum tørvar heiligvág og mat, men vit fáa bíbliur.”
Sjúkurnar eru serstakar fyri økið, t.d. er umskering av gentubørnum ein stórur trupulleiki. Hetta er eitt., sum Shiva arbeiðir nógv við.

Endi
Bókin er sera spennandi og væl skrivað, einans tær longu frásagnirnar um sjúku, sjúkuviðgerð og skurðviðgerðir helt eg vera nokso troyttandi, men tað er ivaleyst spennandi hjá fólki, sum hevur serliga áhuga fyri slíkum. Men rætt skal vera rætt, summar av teimum pallmyndunum er júst tað mest minniliga í bókini, eitt nú tá ið tvíburðirnir koma til verðina í stórum drama. Ella deyðslýsingarnar av Ghosh og Shiva. Høvundurin er kendur fyri greinir og fyrilestrar um ‘bedside medicine’. Hann sær, at sjúklingurin meiri og meiri bara er til á telduskerminum, skanningarúrslit og grafar eru spennandi, og teldan sjálv finnur paralell dømi úr øllum heimi, og menniskjað í seingini er ikki áhuhgavert. Abraham Verghese sær eisini, at læknar tískil duga ikki nóg væl at arbeiða á sjúkrahúsum, sum ikki hava alla útgerð. Sum dømi um heilivágin ‘words of comfort’ vil eg nevna lýsingarnar av tvíburðunum báðum í einari song, sum eru rørandi og tankavekjandi. 
Lagnan og tilvildin og menniskjans gerðir, sum stýra okkara lívi, alt hetta er so sera væl flættað inn í bókina. Gudstrúgv og pátrúgv eru eisini stórur partur av hendingunum, men aldri soleiðis, at trúgvin verður tikin fram um ella í staðin fyri læknavísindi.  534 síður spennandi, rørandi, upplýsandi og uppbyggilig hvat annað kann ein ynskja sær?

Nov 23, 2013

Bókadagar

Tað var upplyftandi at vera í Norðurlandahúsinum í dag, tað má eg siga. Eg og Magna høvdu ein fínan dag! Fyrst fóru við at lurta eftir Svannu, sum hevur gjørt eina Fysiologibók til skúlabrúks. Flott Svanna og Magni! Men Magna helt ikki tað var so spennandi, nervatræðrir og synapsir – ja líktist eitt sindur eini pizza, og kyknur við innihaldi líktust einum báti. Men so fóru vit í dansistovuna, og har var so herliga hugnaligt, Jensina er best! Magna sat og teknaði eina góða løtu, so var tíð at fáa sær kaku, og so koma mamma, og omma slapp at lurta eftir onkrum øðrum.
035
039
Bjarni Bjarnason las eitt brot úr ‘Andlit’ bókini, sum er týdd til føroyskt, í brotinum var høvuðspersónurin í Nólsoy. Bjarni fortaldi, at hann hevur eitt stórt savn av dreymum, fleiri hundrað. Nakrar av sínum dreymum, teir sum hann heldur vera viðkomandi fyri onnur, hevur hann prentað í einari bók.
Og í høllini var fitt av fólki og lurtaði eftir Oddvør og Sólrun, sum talaðu við Lydiu um bøkurnar hjá sær, sum byggja á skaldskap av mannamunni. Væl fyrireikaðar og væl mæltar. Oddvør hevði nøkur orð til rættlesarar, og báðar lósu brot úr sínari bók.
048047

Tað var so festligt at so nógv fólk vóru og so nógv ymiskt at fara til. Bókasølan í forhøllini var eisini frálíka stuttlig og fjølbroytt. Gleði meg til í morgin!

Nov 21, 2013

Bókastev hjá Brynhild

untitled

Nakað ósamdar á máli í kvøld. Onkur helt, at Tann fimti maðurin  var so góð, tí at hon var spennandi, og at tað var gott, at ikki meiri blóð og ógvusligara hendingar vóru. Onnur helt, at hetta var ikki rættiliga ein krimi, tí at brotsverkið var ikki ordiligt brotsverk, meiri ein søgulig frágreiðing frá krígnum. Ein helt, at Jógvan hevur annan málbólk enn okkum, og at bøkur skula vera til ymsar málbólkar. Bókin er sera skjótt lisin. Men nú er ein nýggj bók hjá Jógvani komin út, at skriva so nógvar bøkur ár um ár krevur ein vissan systematikk ella eitt mynstur, tað er eisini vanligt í t.d. sjónvarpsserium, at tættirnir líkjast.  Tað er kanska eisini ein dygd, lesarin vil fegin kenna detektivin og duga mannagongdirnar. Ein annar bloggur er eisini um bókina – frá 6. november.

Í húsunum, har Bókastev var í kvøld, eru stovubróstini áhugaverd, hvørt listaverk við síni søgu.

033032030

Brynhild hevur sjálv vovið dansiringin eftir eini gamlari tekning hjá fastur síni Elinborg Lutzen. Ein døkkur Mikines málningur er familjuarvur, motivið er ímóti Eysturoy niðanfyri hjá Føroya tele.

035

Og ein málningur hjá Hanna Bjartalíð – sum  má sigast at vera heilt ólíkur tí, sum listamaðurin nú ger.

040

Klassikari

Ungu Føroyar hava givið Kálvamuuna út aftur. Ein av fyrstu smábarnabókum á føroyskum, tá ið hon kom út við tekningum hjá Fridu í Grótinum í 1959. Í 1991 gjørdi Zacharias Heinesen nýggjar tekningar til Kálvamuuna. Nú er hon at fáa við stívari permu og teimum deiligu tekningunum hjá Zachariasi.

028 

Ein flott bók við flottum myndum. Ein fín jólagáva til smábørn. Deilga gamaldags bók úr pappíri við gamaldags litmyndum, sum ein kann hava í fanginum saman við barninum, og sum barnið kann blaða í. Deiliga gamaldags við einum gamaldags kálvi og eini reyðari spann. Og so er ein omma eisini í søguni !

029024

Nov 19, 2013

Blóðug barnaløta

Er tað ein serlig grund til, at sjónvarpið skal vísa blóðugar lýsingar ímillum barnaløtuna og tíðindasendingina? Nú havi eg havt høvi til at hyggja at barnaløtuni saman við børnum. Og fleiri ferð er tað deyði og blóð á skránni 5 sekund eftir at Shaun the Sheep og Mumi og Honki Ponki og Prumpu-prumpi hjá Páll er liðugt. Magna (4) fær akkurát tíð at síggja blóðsorað menniskju hjá Ráðnum fyri ferðslutrygd ella líkbleikar tuberklasjúklingar hjá Heiðriki ella lamløstað børn úr Sýrialandi. Teimingin er ikki í lagi! Tað má bera til at bíða til eftir Dag og viku.
mqdefault


SVF: ….deyðin er tær vísur…
Herbert: Nær kemur mamma?
Magna: …er mamma deyð?
eg: …sløkk sjónvarpið….
Dalur okt 13 028

Nov 17, 2013

Sum longst í egnum heimi

Soleiðis var heitið á ráðstevnuni, sum Arne Thorsteinsson bjóðaði vælkomin til leygardagin , og har Jón Brian Vidtfeld var orðstýrari
Fyrsti røðari var Trinulena Joensen úr Klaksvík, sum greiddi frá heimahjálpini, tá ið hon var sett á stovn í sjeytiárunum.
007
Næst á pallin var Rósa Samuelsen. Hennara niðurstøða var, at vit hava brúk fyri at umskipa alt økið. Meiri heimahjálp og færri røktarpláss. Hon segði eisini, at ongastaðni býr fólk í so nógv ár á røktarheimi sum í Føroyum. Rósa legði eisini stóran dent á upptrening, sum jú hevur verið eitt forsømt øki, men nú skal lóggevast um upptrening.
016
Fleiri spurningar og viðmerkingar vóru úr salinum, m.a. hevði Alma Petersen orðið tvær ferðir, hennara boðskapur var stuttur og greiður: pensiónin er ov lítil, fólk mega hava meiri pengar. Tey hava ikki ráð at búgva heima. Hetta síðsta var sum ein sending beint til høgrabeinið hjá Andrass Róin, sum tosaði um íbúðir.
018
Andrass Róin og Elisabeth Ellingsgaard brúktu nógv av síni talitíð til at bera saman við donsk viðurskifti. Tí at har fáa tey bolisikring, og har fáa tey boligydelse og har fáa tey eldrakekk osfr. osfr. Elisabeth hevði skjal við sum vísti munin millum pensiónir í DK og FØ. Tað var ikki uppbyggiligt. Tó hevði Andrass eisini ein lista við fyrimunum av at byggja í Føroyum.
015009
Eitt fínt hugskot við eini slíkari ráðstevnu.
Men kanska politikararnir vilja liva sum longst í síni egnu verð.