May 13, 2012

mammudagur 2012

Tá ið eg var barn, vistu vit einki um nakran mammudag, ei heldur var mammudagur hildin víða um, tá ið eg sjálv hevði smá børn, men nú ið ommualdurin er komin, nú er mammudagurin líka so týdningarmikil sum jóladagur, næstan.  Turið og Hallur høvdu biðið borð í Áarstovu í gjárkvøldið, og tað var ein deiligur døgurði. Vit koyrdu standsmessiga oman í tí spildurnýggja bilinum hjá Magnusi, og so sótu vit 4 har og hugnaðu okkum í einar tveir tímar. Og nú í morgun, nú kom Herbert við einum sóljutyssi og Magna við eini gávu, sum var ein troyggja. So eg eri sanniliga forkelað.

Mamma mín (1908-1975) fekk ikki nógvar mammudagsheilsanir, ei heldur vermamma mín (1912-1998), men vit senda í dag nakrar tankar til teirra eisini, mammur at 10 børnum tilsamans. Eg hoyrdi “Mamma mín” hjá Áslaki á FB í áðni, mær dámar ikki sangin nakað serligt, hann er sentimentalur, og hann úttalar r’ið í barndómsdagar, men so kortini:  “aftur koma barndómsdagar ei”, og minnini, sum hann syngur um, tað er so satt so satt. Nógv at takka fyri, at mann hevur góð minni og ikki ræðulig, kryplandi minni, sum kanska summi.

002

Tá ið eg kom upp, sá borðið soleiðis út, og eingiun var inni…003

Men so hom skattur mín Herbert við einum sóljutyssi004005006

Hesin serligi perluhattur, er evnaðu til í bakarovninum. Hugnaligt at síggja tey úr Brøttulíð.

 

 

011

May 12, 2012

Nýggj bók kemur á Ungu Føroyum

Nýggj bók til stór børn, sum Turið Sigurðardóttir hevur umsett, kemur skjótt

12. mei 2012

Gott nýggjár!

Tá ið tú ert lærari upplivir tú nýggjár tvær ferðir um árið, tað vanliga og so tað um summarið, tá ið skúlaárið er liðugt. Nú eru bert fáir dagar eftir av undirvísing í hesum árinum. Síðani koma ársroyndir og próvtøkur. àrið endar, og nógv heldur uppat. Summir næmingar fara frá okkum, aðrir enda lærugreinina, summir lærarar halda uppat, og í ár er tað enntá so, at ein flokkur verður niðurlagdur. Næmingarnir verða fluttir í hinar flokkarnar í sama árgangi. Tað er av pengaligum ávum og avgjørt ikki fremjandi fyri læring, fyrst gert tú tær ómak, at flokkurin verður samansjóðaður, og øll føla seg væl at taka orðið í flokkinum, og so torpederar tú tey…?

Aftur sprenfult hús í tí nýggja árinum, byggja oman á lonina. Ja, tað er pláss at byggja á, um tað er tað mann vil. Myndirnar eru tiknar, tá ið Fróðskaparsetrið var í Hoydølum og kunnaði um útbúgvingar á Setrinum (10 í tali)

018

021

May 8, 2012

Góður dagur í dag

Í morgun vaknaðu einglabørnini ikki fyrr enn sjey, so greyturin var klárur, og klæðini løgd fram. Tey eru so væl vand og vita so væl, at hetta við at skula av húsum til tíðina, er bara nakað, sum verður gjørt uttan drál. Seinnapartin spældu vit úti, og Herbert lærdi seg at klíva uttanfyri. Døgurðin var høsnarungi og rís, og Magna át við góðum matarlysti, men hon fýltist á, at tað gekk so seint at mettast av einum rískorni í senn ímillum tummil og fremstafingur, so vit royndu við eini skeið. Tá murraði hon av nøgdsemi.

004

005

006

007

008

009

010

011

013

015

023

024

026

May 6, 2012

Langt vikuskifti við børnunum

 

033

 

Vit fóru suður hósdag seinnapart og norður aftur sunnudag seinnapart. Herbert súkklaði , hoppaði trampolin og reigggjaði. Nógv fólk var í Dali Eydnuhjól var fríggjadagin og leygardagin. Sum vanligt var deiligt at fara út á Bakka at fáa sær kaffi.

Børnini spælr úti millum kavaælini.

Tey planta trø í plantasjuni.

014

015

016

043

044

045

 

 

046

048

052

053

056

057

065

085

May 2, 2012

….tað loadar…

Við morgunmatarborðið segði eg Herberti eina søgu, so at maturin skuldi glíða lættari niðurum. Tá ið søgan var liðug, segði hann:
- Nú skal eg siga tær eina søgu.
eg: ja
H: (situr og hyggur og hugsar)
eg: tú skal bara finna upp á okkurt, einaferð var tað ein maður, kona ella hundur, bara okkurt….
H: (ger eina snarandi rørslu við hondini uppi við sítt egna høvd/oyra) ..tað loadar..
eg: eh. ha?
H: (ger somu snarandi rørslu) ..tað loadar…
Tá skilti eg, hvat hann meinti, orðatilfarið er bara úr telduheiminum.
Og so kom søgan.
Myndirnar eru tiknar seinnapartin í dag í Øksnagerði og á Býarbókasavninum, har tey hava teknikapping.
002
005
006
008010
014
015
016

May 1, 2012

Sjónleikur í Hoydølum

Í kvøld var aftur kvøldseta í Hoydølum, hesa ferð var tað leiklistarhópurin, sum vísti síni avrik. Vit sóu tveir sjónleikir og ein film. Fyrst sóu vit leikin “Langljós”. Ein leikmynd við fýra fólkum, tveimum pørum, í einum bili.  Aftanfyri koyrir ein bilur við langljósum, og tað darvar Fríða, sum er tann sum koyrir, almikið. Í hesum tronga rúmi, koma relatiónirnar millum fólkini sera týðiliga fram í teirri kommunikatión ella vantandi samrøðu, sum er. Ljósini verða so nærgangandi, at tað er, sum hava tey  hin bilin upp á sleip, og stemningurin verður meiri og meiri paranoidur. Vinmaðurin á baksetrinum snakkar alla tíðina, og hesin falleraði sjónleikarin avdúkar ymiskt um seg sjálvan og hini. Bilstjórin avdúkar eisini, hví hann er so bangin fyri bilinum, og antiklimaks er so, tá ið bilurin fer framvið – og tendrar langljósini.

kvøldseta 1.mai 002
Tann næsti leikurin var “Alt fyri teg” og var um tvær vinkonur, sum eru á kaffihúsi. Eisini her koma loynidómar fram av sera persónligum slag. Seksualitetur er tema og tann fløkja, ið kann vera við giftum fólkum, sum fáa hug til at royna okkurt nýtt - kyn. 

Stuttligt at síggja hesi nýggju talentini spretta fram. Spennandi, um onkur teirra fer at vera at síggja á tjóðpallinum onkuntíð.
kvøldseta 1.mai 008

Filmurin var “Gló(ð)” eftir Mariu W. Olsen og Sáru Vang. Tað er ein dansifilmur, ella ballettfilmur við sera vøkrum tónleiki. Høvuðspersónurin fer skóleys gjøgnum kavan og inn í eitt hús, og síðani byrjar balettin. Hon dansar í vatni, sera flottur virkningur, tá ið vatnið spælir við. Filmurin hevur týðiligan symbolikk, við litum og bondum, sum binda. Svartir dansarar við stramt bundnum hári umringa ta hvítu gentuna við leysum ljósum hári.
Maria og Sára hava ikki filmslist sum lærugrein, men dyrka hetta ítriv uttan fyri skúlan.
kvøldseta 1.mai 005
kvøldseta 1.mai 006