May 1, 2012

Sjónleikur í Hoydølum

Í kvøld var aftur kvøldseta í Hoydølum, hesa ferð var tað leiklistarhópurin, sum vísti síni avrik. Vit sóu tveir sjónleikir og ein film. Fyrst sóu vit leikin “Langljós”. Ein leikmynd við fýra fólkum, tveimum pørum, í einum bili.  Aftanfyri koyrir ein bilur við langljósum, og tað darvar Fríða, sum er tann sum koyrir, almikið. Í hesum tronga rúmi, koma relatiónirnar millum fólkini sera týðiliga fram í teirri kommunikatión ella vantandi samrøðu, sum er. Ljósini verða so nærgangandi, at tað er, sum hava tey  hin bilin upp á sleip, og stemningurin verður meiri og meiri paranoidur. Vinmaðurin á baksetrinum snakkar alla tíðina, og hesin falleraði sjónleikarin avdúkar ymiskt um seg sjálvan og hini. Bilstjórin avdúkar eisini, hví hann er so bangin fyri bilinum, og antiklimaks er so, tá ið bilurin fer framvið – og tendrar langljósini.

kvøldseta 1.mai 002
Tann næsti leikurin var “Alt fyri teg” og var um tvær vinkonur, sum eru á kaffihúsi. Eisini her koma loynidómar fram av sera persónligum slag. Seksualitetur er tema og tann fløkja, ið kann vera við giftum fólkum, sum fáa hug til at royna okkurt nýtt - kyn. 

Stuttligt at síggja hesi nýggju talentini spretta fram. Spennandi, um onkur teirra fer at vera at síggja á tjóðpallinum onkuntíð.
kvøldseta 1.mai 008

Filmurin var “Gló(ð)” eftir Mariu W. Olsen og Sáru Vang. Tað er ein dansifilmur, ella ballettfilmur við sera vøkrum tónleiki. Høvuðspersónurin fer skóleys gjøgnum kavan og inn í eitt hús, og síðani byrjar balettin. Hon dansar í vatni, sera flottur virkningur, tá ið vatnið spælir við. Filmurin hevur týðiligan symbolikk, við litum og bondum, sum binda. Svartir dansarar við stramt bundnum hári umringa ta hvítu gentuna við leysum ljósum hári.
Maria og Sára hava ikki filmslist sum lærugrein, men dyrka hetta ítriv uttan fyri skúlan.
kvøldseta 1.mai 005
kvøldseta 1.mai 006

No comments:

Post a Comment