Dec 7, 2010

Jólakalendarin - 8

So vakurt kavaveður í dag. Vit fóru at skreiða á Skansanum. Har er ein fín brekka, Kári kom eisini. Og so komu eisini nøkur børn úr einum barnagarði. Seinnapartin var Marita og vitjaði og Sarah og Mattias. Í kvøld ringdu bæði Lisa og l. Turið, so tað er sum at hava vunnið Gekkin! Vit høvdu Ingu Rósu v. fam til døgurða og st. Turið. Og so hava vit roynt føroyskt SCRABBLE, tað var stuttligt – besta viðmæli.

advent 10 001 advent 10 003 advent 10 006 advent 10 008 advent 10 013 advent 10 014 advent 10 015 advent 10 016 advent 10 017 advent 10 020 advent 10 022

Jólakalendarin - 7

Super dagur í dag. Tá ið skúlin var av, fór eg til mín vitjunarvin, og so kl. 17 var motión á skránni – GO GIRLS!  Og so tað allarbesta, í kvøld komu Frida Sofia og Madeleine, hygg dukkan hjá ommu, hvussu fitt hon smílist, sjálvt um hon er deyðmóð av langari ferð. Og tann lukka at síggja tær báðar. Gleði meg at fara at skreiða í morgin.

jól10 023 jól10 025

Dec 5, 2010

Jólakalendarin - 6

Rumpald. 

Fór ein langan túr í dag, var í troyggju, húgvu og mínum tjúkku leggøldum, men so bleiv eg so køld um rumpuna og lørini, so hugsaði eg, hevði eg bara havt eitt rumpald, hví ikki – vit hava buløld, leggøld, so nú er tíð at fara at binda rumpøld. Hervið er hetta góða hugskotið latið okkara sniðgevum. Sjálvandi ber til at fara í ullintar undirbuksir ella gamasjur innanfyri, men eitt rumpald hevði verið so nógv lættari at farið úr, um mann nú fór inn onkustaðni at fáa sær te. Og so kundu tey verið í føgrum litum við stuttligum mynstrum a la Steinum. 

Ná, eg gekk mær  camino í Hoydølum, og fór inn til Bozenu ein túr, har fekk eg dagføring viðvíkjandi gentunum, sum beint nú eru í París, Zurich, Danmark og USA. Tað meini eg, men tær eru raskar at vitja heim, eisini tær. Bozena bjóðaði te úr russiskum koppi við kinesiskari skál, tehettan er úr Uzbekistan. Eg vitjaði eisini Beinir á veg heim, Jóna var ikki inni. Í kvøld var eg til konsertina hjá manskórinum, deiligt.

(Kalendarabloggurin er skrivaður um kvøldið og lagdur út, so hann er veruliga um tað, sum hendi dagin fyri, hann verður lisin, sama ger.)

jól10 007 jól10 009 jól10 010 jól10 013 jól10 015 jól10 017 jól10 018 jól10 004 jól10 006

Dec 3, 2010

Jólakalendarin - 4

Í dag havi eg lisð rættlestur og rætta stílar. So havi eg reitt upp á loftinum, nú gleði eg meg alvorliga til mánadagin. Tað verður heilt løgið at hava onkran í húsinum.

Seinnapartin var eg inni í àrstíðunum, har er altíð hugnaligt at koma inn. Myndin er av tí lívsfrísku damuni har. Hon viðgekk, at alt er dýrari hjá teimum….men góðskan er so í lagi. Eg keypti nakrar hyasintir.

jól10 012 jól10 011

Dec 2, 2010

Jólakalendari - 3

Í morgun fór eg at baka eina dekans rúgvu av vaflum, sum eg tók við í skúla at hátíðarhalda, at eg í næstu viku verði 60 1/2 ár, ja ella 60,5. Tað var fínt.          Fleiri dagar havi eg gingið og hugsað um, hvat spennandi man vera át fáa í tí nýggja handlinum The Pier – bara navnið, tað ljóðar lokkandi. Molin ella pirurin, okkurt við hav, frísk luft og brimbrot. So í dag fór eg at kanna málið. Hava vit virkuliga brúk fyri einum handli afturat, sum selur ónatúrligt skríggjandi kunstigt pynt? Fult av blómum úr Hong Kong, smáar taskur og pungar og skálir og ketur og armbond og dimsar og ræðuliga nógv av hvørjum. The Pier stóð á tí mesta. Eg spurdi damuna, hví tey eita molin, hon segði, tí tað eita tey í Amerika, bara har eita tey The Pier One, men her er tað so bara The Pier. Eitt grimt barometurfall.           Men so fór eg at heilsa upp á Elin og Boga og børnini, og beinanvegin kvinkaði barometrið aftur. Hygg, hvussu søt hesi jólabørnini eru

jól10 010 jól10 005 jól10 007 jól10 009

Jólakaledarin - 2

Í gjárkvøldið sat eg og hugdi at einum púra einkisigandi filmi, tá onkur pikkaði upp á mítt peruprýdda vindaeyga. Uttanfyri í myrkrinum var ein hvít læandi strika. Tað var Rósa úr Ethiopia, hon er so døkkholdað, at eg sá hana ikki beinanvegin í myrkrinum, men eg sá smílið, hennara læandi munn, og smíl er sum kunnugt stytsti vegur millum tvey menniskju. Vit sótu eina løtu og prátaðu, sjónvarpið bleiv sløkt. So fekk eg meiri viðkomandi tíðindi og meiningar úr hesi verð. Hon fortaldi mær um etiopiskt kaffi, og vit prátaðu um zumba og spinning. Í Etiopia spinna tey eisini, mest bummull. Rósa var við uppá at vera mín kalendaramynd í dag.

IMG_3225 IMG_3222

Dec 1, 2010

Jólakalendarin 2010 - 1

Advent – vit bíða. So er stórur partur av árinum advent, ella stórur partur av lívinum? Er advent tað øvugta av carpe diem? Gott at duga at bíða, tolin trívst, sigur orðafellið. Men er tað ikki onkuntíð nakað skitt at vera so tolin og bíða og bíða. Fyrsta tíma í morgun hevði eg 2.x, og so píka sjey høvdu tey bæði nissuhúgvur og ljós við at halda adventsbyrjan. Vit høvdu mállæru, tað var “framtíð” á skránni, og hvat kann vera meiri játtandi, framtíðin, men liv, meðan tú bíðar eftir framtíðini.

09x 004 09x 001 09x 002