Jul 2, 2022

Island - Drangsnes 5

Guðný hjá Ingu Rósu hevur búð og arbeitt á Drangsnesi í tvey ár. Nú fer hon at flyta aftur til Reykjavíkar, so um vit vildu vitja hana á Drangsnesi, so var tað nú....og nú varð tað. Guðný hevur nú í summar sín hálvvaksna son og beiggja sín hjá sær, teir arbeiða í "Ung í arbeiði". Guðný hevur eini deilig hús har í bygdini. Bygdin er lítil, men har er fiskavirki, handil og svimjihylur og so skúli sjálvandi, har Guðný arbeiðir sum skúlastjóri og lærari. Men Guðný er eisini listarfólk, og inni hjá henni er ikki sum í einum miðalheimi. Har eru listarverk og hálv listarverk og byrjandi listarverk og hugsaðar hugmyndir alla staðni. Hennara yndis miðil er leirur, og tað var áhugavert at síggja hennara privata "leverandør". 

Guðný og mostrarnar

Gvendarlaug hins heilaga

Leirnámið

Gvendarlaug er halgibrunnur, sum ber navn sítt av Gudmundi bispi, og har ið lekidómur fekst.

Guðný koyrdi okkum eisini túr til Hólmavíkar, sum er teirra "høvuðsstaður".  Hagar fara børnini til ítróttarkappingar, har er banki og so framvegis. 









Útsýnið út á flógvan er gott allastaðni í Dranfsey, bæði heimanífrá GUðný og úr pottunum í fjøruni.
















No comments:

Post a Comment