Jul 20, 2022

Býflugusøgan (Bienes historie) eftir Maju Lunde

Evnið er sera aktuelt og nógv umrøtt, bókin er frá 2016, høvundurin er norska Maja Lunde. Eg lænti hana frá Gudny, tá íð vit vóru og vitjaðu hana á Drangsnesi. Eg las haana í íslendskari týðing eftir Ingunn Ásdísardóttur. Maja Lunde hevur skrivað, ella er í ferð við at skriva eitt fýrabindsverk um vistfrøðiligu støðuna í heiminum. 



Í bókini "Býflugusøgan" eru tríggjar søgur um tríggjar familjur. Tær liva í hvør síni tíð og stað: 2098 í Kina, 1960 unum í Amerika og 1858 í Onglandi. Felagsnevnarin er býflugurnar. Familjurnar eru líkar, hava børn og arbeiða við býflugum ella gera arbeiðið hjá býflugum. Men tær eru eisini ólíkar. 

William í Onglandi hevur 8 børn, av teimum er bert ein drongur, og hann vil einki hava við býfluguuppfinningarnar hjá pápanum at gera. Pápin vil sjálvandi, at drongurin skal hava áhuga, tað vísir seg so, at ein av gentunum hevur áhuga fyri tí, sum pápin ger. Pápin hevur uppfunnið eitt nýtt slag av býflugubøli (tað vísir seg so, at tað longu er uppfunnið), og vit síggja , hvussu fegin hann er, tá ið prototýpan er liðug.

George í Ohio, USA í 2007 er býflugubóndi og hevurnógv modernað býflugubøli, sum hann passa og heldur so sera væl.  Tað er hesa tíðina, at stórar vanlukkur raka býflugurnar í heiminum. Sjúkur raka, og veðurlagið broytist. Býflugubøndur byrja at leiga sínar býflugur út til frukt- og berjaplantasjur, tí at tað mangla flugur til at dusta blómurnar. George koyrir langa leið við býflugunum og fær so løn fyri flugur pr. m2.  George og konan hava bara eitt barn ein son, og hann vil heldur vera rithøvundur enn at halda býflugur.

Tao og maðurin hava bara eitt barn, hann er 5 ár. Tey bæði arbeiða sum honddustarar, ongar býflugur eru til, og frukttrøini verða dustað við hond. Arbeiðsfólkið klívur upp í trøini og penslar hvørja einstaka blómu. Mamman gekk í skúla , til hon var 15, men nú byrja børnini at arbeiða 9 ára gomul. Tao vil gera alt , fyri at sonurin skal fáa eitt betri lív. Samfelagið er sera kúgandi og dapurt, ein dag um vikuna hava tey frí, tey fara útferð við matpakka, og okkurt hendir, so at drongurin gerst øgiliga sjúkur. Hann verður flogin til Bejing, og mamman og pápin frætta einki. Myndugleikarnir kanna hann, og lesarin hugsar: ein sótt, ein heimsfarsótt. Tao fer til Bejing, og vit síggja , hvussu alt er forfallið og fátæksligt.

Bókin er sera fangandi, ein modernað dystopi. Ein alt ov realistist dystopi. Skuldi verið skyldulesnaður í framhaldsdeild og universitetum.

No comments:

Post a Comment