Nov 7, 2018

List og leikur



Nú havi eg næstan ringa samvitsku, at eg havi einki skrivað so leingi. Tað hendir so nógv um heystið, tá fer orkan at virka, sum hevur bygt seg upp um summarið. Verkætlanir síggja dagsins ljós, bøkur koma, útlendskir gestir og serfrøðingar koma til landsins.
So mong høld og tiltøk; men eg kenni stúrandi prik, tá ið fyriskiparin á Landsbókasavninum siterar yrking hjá Regin Dahl og lesur "veg" í staðin fyri "meg"...sama prentvilla sást á lýsingardregli hjá Posta, flott lýsing, men yrkingin...? meiningin...? Ella tá ið útvarpsfólkið nakrar dagar seinni misskilur máliskuna, sum Jóhanna M.S. Hansen brúkar: "fyri fólkaeygum", sum als ikki er tað sama sum "fyri fólkaeygu"...
Jóan Pauli og Guðni, forseti
Eg var á 100 ára haldi íslendska lýðveldisins í Kongshøll (eg visti ikki, at høllin er uppkallað eftir saltkonginum Hans Paula Johannesen), sum íslendska sendistovan í Føroyum skipaði fyri. Sera áhugavert at hoyra um tilgongdina upp undir loysingina.Talarar vóru Guðni, forsetin er fínur, dámligur og væl lærdur, Søren Mentz og Erling Isholm.
Sissal talar við Lauru, bókavørð
Regin Dahl hevði verið 100 hevði hann livað. Trý tiltøk hava verið í tí sambandi. Á Landsbókasavninum dámdi mær best sangin hjá Leu Kampmann og hugleiðingarnar hjá Hanus Kamban, sum sjálvur kendi Regin Dahl. Ein framsýning er á Landsbókasavninum, handrit og brøv og annað hjá Regin Dahl. Har var hetta jólakortið til Regin frá ommu og abba, sum vóru faddrar hjá honum.








 Og í Norðurlandahúsinum var ein so ótrúliga góð kvøldseta. Alt var tipp topp, sangur, hugleiðingar, upplestur.




Jensina Olsen sang um Britu og Katrin, sum býr á strondini, hon heiðraði samstundis Duritu, sum hon kallaði originalsangarinduna.

Guðrun Gaard hevði áhugaverdan fyrilestur um Regin Dahl.










Fólksins fundur var eitt tiltak, har hoyrdi eg ta ungu flóttagentuna, sum býr í Íslandi siga frá á sera livandi og nemandi hátt.
Najmo Kiyasko úr Somalia, 20 ár
At enda má eg fortelja, at eg eri so glað, at VW er útkomin. Mín gamla Penguin Modern Classics útgáva er nokso slitin, so tað er gott at hava fingið eina nýggja.
Penguin 1975
Ungu Føroyar 2018







No comments:

Post a Comment