Vit vóru í Tivoli, áðrenn FS fór aftur til Belgia við sínum. Turið og Hallur og børnini komu við morgunbreyði til Marienborg, áðrenn tey fóru heim.
Kanska hetta træið er frá 1847 |
Tá ið vit komu til Keypmannahavnar var Símun ikki farin heim til Odense enn, so vit fóru saman at fáa okkum miðmála í Nyhavn.
Sólrun og eg vóru í Grand og sóu filmin "Colette", sum er um eina franska damu (1873-1954), sum skrivaði skaldsøgur, men sum gav tær út í navni mans síns, sum síðani átti øll rættindi til metsølubøkur hennara. Hon var tilnevnd Nobels bókmentaprís í 1948 . Filmurin fylgir rættiliga neyvt hennara ævisøgu. Rættiliga sein frásøgn og meiri episkur enn dramatiskur, hóskar sera væl til "Sítt egna rúm", sum júst er útkomin á føroyskum. Høvuðleikari er Keira Knightley.
Í dag vóru eg og Sólrun og hugdu í handlar og keyptu okkurt, eg fann onkra jólagávu, og vit fingu okkum miðmála í Illum.
Seinnapartin fór Sólrun heim at gera okkurt, og eg fór aftur í Grand, og hesa ferð sá eg tann franska filmin "Les Gardiennes", sum er um konufólkini í Flandern, sum eru einasmøll um at passa jørð og kríatúr, meðan menninir eru í kríggi. Vit síggja tær arbeiða og stríðast í akrinum, har er kærleiki, tríkantsdrama, bóndasonur og arbeiðskona verða forelskað. Hermenn doyggja í krígnum, og svatklæddur persónur kemur við deyðsboðum. Áhugavert, ikki serliga spennandi ella undirhaldandi.
Og í kvøld var Bergur og fekk sær døgurða frá mammu síni.
No comments:
Post a Comment