Eg lesi ikki ofta yrkingar longur, fyrr plagdi eg at fylgja betur við, hvat kom út. Men nú fekk eg tvey yrkingasøvn í føðingardaggávu, eitt frá Turið systur og eitt fá vinkonuni Gudlaug, bæði eru nýggj og bæði eru eftir konufólk.
Turið gav mær Blátt blóð eftir Oddný Eir Ævarsdóttur í týðing eftir Carl J Jensen, og Gudlaug gav mær Hemmelig men aldri som en tyv eftir Ingrid Nielsen (f.1968). Og nú havi eg lisið yrkingar fleiri kvøld. Deiliga avmarkað avbjóðing. Also skjótt at lesa, men tess longur at fáa at sodna.
Tann íslendska bókin hevur eitt tema, sum rennur gjøgnum allar tekstirnar, undirheitið á savninum er leitandi eftir kátum sáði, og tað er tað, høvuðspersónurin tað lýriska egið ger, hon leitar eftir sáð, tí at hon ynskir sær so brennandi eitt barn. Hon og hann royna í felag, men tað er hon, sum hugsar um tað altíð, hon sleppur ikki frá hesum longsli, tað er sum ein tvangstanki hjá henni. Hon vil royna alt. Tekstirnir eru ikki traditionellar yrkingar, men stuttar prosayrkingar, ella sum tað stendur á permuni Eitt esseyga. Tey bæði gera eisini annað, tey ferðast og tey hava ein hund. Stílurin er skemtiligur í støðum, men í mínum huga var hetta ein rættiliga syrgilig bók. Og temað er sera relevant ella aktuelt, tí dálking, sáðbankar og sáðgóðska eru altíð á breddanum. Tilveruliga talað er einki løgið í, at vit ynskja okkum avkom, tað er jú meiningin við lívinum, hinvegin hví skal mann ella serliga kvinna oyðileggja sær lív og heilsu fyri at fáa eitt barn, er ikki annað spennandi at gera og uppliva? Eitt svar í bókini er, at kapitalisman hevur brúk fyri hesum familjuforminum fyri at kunna kúga betur.
Tað norska savnið hevur yrkingar um árstíðir, ársins veitsludagar og ársins ringrás. Men eisini hesar yrkingar eru løddar við eini komandi broyting ella einum komandi vanda. Ein yrking minnir eitt sindur um hina sáðleitandi konuna. Tað er yrkingin Morfin. Haukeland 2010. Høvuðspersónurin er sjúk, á sjúkrahúsi, hann er hjá henni, hann hjálpir henni, men hann røkkur ikki allan vegin. Eisini í hesum føri er tað um eitt barn , sum koma skal. So nógv líðing….men hetta barnið haldi eg kemur til verðina.
Du vil ikke skrive dette diktet,
men du vet det er på tide:
Solen står på sit høyeste.
Du vet at døden er af jern
og liten. Ingen
høy sol der, bare
liten liten boks.
Ingrid Nielsen (2016)
No comments:
Post a Comment