Fór úr Føroyum fríggjadag, hetta var eitt sindur serligt, tí at Inga Rósa visti ikki av. Skuldi koma óvart á hana, hevði kortini sagt Guðny frá. Guðny og Kári komu á flogvøllin eftir mær, og eg fór heim til teirra. So skuldi Inga Rósa koma til døgurða seinni. Kári var spentur at vita , um omman fór at vera kløkk. Tá ið hon var innkomin segði hann, kom inn í stovuna, og hon hugsaði , tað var sjáldsamt, at hann var so ivrigur. Men tað var stuttligt at síggja, hvussu bilsin hon bleiv, stóð púra still og gapaði. Eg fekk høvi at heilsa upp á gamlar kunningar eisini.
Leygarmorgun góvu vit okkum góðar stundir at fáa okkum morgunmat, so hugnaligt at sita og práta. So út at vála, veðrið var sera gott. Reykjavík var akkurát henda leygardag karmur um litrenning. Ein slík rúgva av fólki runnu til at stuðla brekaðum landsmonnum. Bæði børn og vaksin, og ta stuttliga var, at ta ið tey komu til ávís støð, var litpatruljan klár at sproya lit á tey, ljósareytt, grønt ella blátt.
Vit fóru inn onkustaðni, keyptu fisk og breyð. Um kvøldið fóru vit út at eta indiskt, sera vælsmakkandi.
Sunnudagin var aftur gott veður, og vit fóru í Volcano House, eitt turistastað, sum vísir film um eldgos, sera áhugavert, deiliga lítið savn.
Aftaná gingu vit túr niðri í havnini, har egningarskúrarnir eru blivnir hipp við sniðgevum og ískioskum. Um kvøldið var tað fiskur og epli og sjónvarp.
Tá ið mánamorgun kom, skuldi IR til arbeiðis, eg gekk mær oman í býin, ætlaði mær inn át heilsa upp á sendistovufólkið, men har var eingin elevator, og eg hevði ferðagóðsið við mær, so.. men sendistovan er ní á Hallveigarstøðum, tætt við hjá IR..
So tók eg ein taksa út á vøllin. Henda myndin av Hljómskólagarðinum er tikin úr taksabilinum. Kaffistovan á flogvøllinum er lítil og einføld, men enn minni og einfaldari er rúmið, har tú bíðar eftir at sleppa umborð. har eru bara stólar til 1/4 av ferðafólkunum, um flúgvarin er fullur, men tað er hann so sjáldan á hesi leiðini.
No comments:
Post a Comment