Dec 30, 2015

JÓLINI 2015

Vit plaga at halda jól saman øll annaðhvørt ella triðjahvørt ár. Í ár vóru vit øll í Danmark hjá Sólrun og Lars.
Mín jólatúrur vardi níggju dagar, so eg fekk stundir til annað enn at eta og drekka. Sum eg longu hava sagt í einum bloggi, vóru eg og Turið í Arken á framsýning, og eftir jól var eg á tí nýggja savninum fyri sjóvinnu í Helsingør. Tað er bygt undir jørð millum ta gomlu skipasmiðjuna og Kronborg. Flott staðseting. Savnið vísir skip og skipaferðslu ígjøgnum tíðirnar. Handil við Asia, sigling undir krígnum, skipbrot og annað. Men eg var ikki so øgiliga hugtikin. Hugsi, at eitt spildurnýtt savn skuldi verið meiri pedagogiskt, meiri spennandi - og har var ikki rættiliga nakað til børn, ja uttan í handlinum, har vóru ymisk leiku til sølu.
Nógv modellskip og nógvir málningar. Gamlir danskir filmar um sjómenn og gentu í hvørji havn. Á veg út á savnið sá eg Hans Paulasa skipasmiðjuarbeiðarar og ein fisk úr plastlutum.
 

 
Vit vóru eisini til sjónleik, Sólrun hevði útvegað atgongumerki til "Skærmydsler" eftir Gustav Wied í Fólkateatrinum. Flott gamalt sjónleikarhús, og sjónleikurin er gamal og gamalsligur, men kortini ein klassikari frá 1901. Tær spældu væl Malene Schwartz og Sonja Oppenhagen, men tað var nú fínt, at hann vardi bara ein tíma.
Tað vóru eisini stundir til ein TIVOLItúr, øll komu við uttan Símun og Hallur, sum tíverri var sjúkur. Børnini høvdu tað deiligt, sjálvt Kristina fór í eina karusell, og Louis var raskur at hava Magnu, sum er undir 120 cm. ,  hjá sær. So ein góðan bita í Veitini (Grøften). Kristina hevði gott  undirhald hjá Lars-abba, sum spældi krana við pasta og sukurmolum.
 
 
'
 

 
 
Jóladagarnir mega fáa ein blogg fyri seg sjálvar.

No comments:

Post a Comment