Jan 5, 2013

Allan pakkan

Havi havt høvi til at tosa við tveir persónar, sum hvør á sín hátt hava innanvitan um brúdleypsveitslur. Yvirskriftin sipar til tað postmodernaða sjálvtøkuborðið, sum vit standa við hvønn einasta dag. Vit sleppa at velja, og tað ger brúðarparið, og ofta vilja tey hava alt: føroyskan dans og ikki føroyskan dans, føroysk klæði – og ikki og ikki føroysk klæði, eina gigastóra kaku at skera saman, ringar á einum floyalskodda. Og gloym ikki polterabend, sum í summum førum gongur so hart fyri seg, at brúdleypið verður av ongum. Hvussu ber til at vera í føroyskum klæðum, – og ikki, jú, hann er í føroyskum klæðum, men hon er í einum stórum brúsandi hvítum kjóla fyri einar 20.000 kr. Og brúðardansurin, hann er bara eitt eiti, men hann skal vera við. Tað hendir seg, at sjálvt brúðarparið fer niðurúr, tað er ov strævið ella ov keðiligt. Kunna vit ikki bara taka Til Havnar vit fara…

Borðhaldið varir 4-5 tímar, fólk sita og drekka vín og øl, meðan bindiklubburin vísir video av seinasta bindiklubbatúri til London, og ungdómsvinir vísa eyðmýkjandi og óhóskandi myndir av eini útmeiggjaðari gentu í einum innkeypsvogni í SMS, sum selur mussar……hallooo. Tá ið borðhaldið er av, eru øll so móð og helvtin hevur stíva kenning. Brúðardansurin verður tá ein ov stór avbjóðing hjá einum og hvørjum skipara.

Og sangheftið til borðhaldið! Einir 30 sangir, sum verða ymiskt brølaðir og róptir millum rættirnar, tann vamlisligasti er ein vágasangur um at loysa sær buksurnar í fjøruni, eg meini so við við eitt brúdleypsborð!

Ikki at eg havi verið til mong slík brúdleyp….

No comments:

Post a Comment