Oct 29, 2010

Síðst í oktober


Í morgun var so kølmyrkt, tá ið eg fór upp, eg helt, at klokkan mátti vera skeiv, mátti vera steðgað í gjárkvøldið ella okkurt. Klokkan í køkinum var eisini yvir 7, um nú tað var sabotaga? Eg út í vindeygað at hyggja, alt var myrkt, kanska var klokkan 2 ella 3 um náttina. Hugsa tær, um eg fór niðan í skúlan kl. 3 um morgunin, tað hevði verið pínligt og sera troyttandi, fá tær eitt lív, høvdu tey sagt. Tja, útvarpið, har mundi eg fáa rætta samanhangin at vita... útvarpið spældi tónleik, men tað ger tað altíð nátt og dag.... so. Men tað var also morgun. Tað er tað , at onkuntíð vakni eg mitt í øllum, tá ið tað als ikki er uppfaringartíð. Men tað er ikki myrkt inni, bæði ljós og litir, millum annað Vegghamar, sum er komin í stovuna nú.

No comments:

Post a Comment