Vóru vikuskifti í paradísinum hjá Fridu sofíu og Michel í Frankaríki. Tey hava eini stór hús, stóran garð við frukttrøum og fleiri úthús. Michel hevur bygt ein pall við reipstiga í einum træ, og eitt spælihús, sum Madeleine spælir handil í. Har er so hugnaligt og kontrasturin til Brussel við sínum stóru skrivstovubygningum og nógvu ferðslu er ótrúligur. Og so hava tey so stuttligar og góðar grannar, eina eldri damu, sum selur teimum egg, eitt par úr Nerw Sælandi sum hevur bed and breakfast har á næsta horni. Tey ganga inn til hvørt annað, og Madeleine hevur fingið eina sera góða vinkonu Lili. Tær læra seg at súkkla, Madeleine dugir nú at súkkla leys-tað var stuttligt at síggja hana fara súklandi. Hesa tíðina eru teir fagrastu litirnir at síggja, trøini sjansera í øllum litum
No comments:
Post a Comment