Dec 21, 2010
Jólakalendarin – 22
Havi fingið so fitt jólakort úr frá Kitty og Sølva úr Videbæk og frá Gudny og teimum. Og eitt so sjáldsama vakurt kort frá Leyvoy úr USA. Tað fløvar eitt ommusysturhjarta nú á hávetri. Annars er stytsti dagur í dag, á sum tað er herligt at vita sær, hóast tað sæst ikki enn á sinni. Eg havi eisini fingið meyljólakort, ikki bara eitt copy paste, nei persónlig frá góðum vinum, tá er tað deiligt at hava meylfunktiónina.
Í dag fór eg niðan til Bozenu, vildi fegin síggja genturnar, sum koma heim til jóla, bara tvær vóru inni. Mira og Maja, Meduna var til arbeiðis, og Malfríð var strandað í Reykjavík.
Og nú ynski eg øllum, sum lesa hetta eini gleðilig jól og gott nýggjár. Bloggurin fer nú í jólaferiu.
Dec 20, 2010
Jólakalendarin - 21
Í skúla fyri jól.
Anna, sum sigur, at hon er ikki fotogen, tað er hervið mótprógvað. Og so 10 ð , sum fær sær vaflur og drekka eftir ein konstruktivan fund um arbeiðslag og skúladag.
Jólakalendarin - 20
Jólini nærkast í hvørjum. Tað var sjónskt í Havnar gøtum í dag. Nógv fólk í tí góða veðrinum, jólamenn á hestbaki, og í SMS var ein stóru fólkaskari. Eg keypti eina super gávu til ´Símun, fekk so eitt sms, at tann gávan var longu keypt til hansara av øðrum, eg mátti so nakkalong aftur í handilin, tíbetur fekk eg pengarnar aftur, eftirsum tað vóru bara 10 minuttir síðani, eg var inni. Tað er ikki bara bara.
Dec 19, 2010
Jólakalendarin - 19
Kavi og listahandverk
Spennandi ting at síggja í Áarstovu, har fimm feitar flugur halda til. Og borðið í Beintustovu eitur Advokaturin, gjør av einum báti, sum Jógvan hjá Elspu smíðaði. Mangt finna tey uppá, má vera einasta borð í verðini, sum er gjørt úr einum báti.
Dec 18, 2010
Jólakalendarin –18
Og Øskufía lukkaðist akkurát heim áðrenn 12. Gud viti , hvat hevði hent, hevði hon verið longur í ballinum. Ballið var fínt. Eg havi fantastiskar starvsfelagar. Og so nógv vóru við. Tá ið vit komu vóru vit savnað á einum casino, har bar til at spæla alternativt tennis, alternativa bowling og alternativt bóltkast. Og vinningarnir vóru eisini rættiliga alternativir. Onkur vann at sleppa at velja fyrsta felagssangin. Onkur vann ein dans við navnsnevndum starvsfelaga. Onkur vann eitt photoshoot við KR, hetta photoshoot verður hervið lagt út til almenna hámeting.
Fyrireikararnir vóru, sum altíð, tey, sum eru púra nýggir lærarar í Hoydølum, tey kláraðu uppgávuna til UG, má eg siga.
Tá ið eg fór heim, kom eitt grovt heglingsæl og torusláttur við snarljósi. Myndin av hárinum á Birgit vísir, at høglini vóru sum høsnaregg, ná okey kanska sum russinur.
Dec 17, 2010
Jólakalendarin - 17
Nýggj orðabók og gamlar vinkonur í kava. Var úti á Føroyamálsdeildini, tá ið bókin varð løgd fram. Martin Joensen sang nakrar sangir, og tað gjørdi hann stak væl. Fleiri høvdu orðið, og spritubitarnir smakkaðu væl.
Dec 16, 2010
Jólakalendarin - 16
Reyði krossur.
Vitjanartænastan hjá Reyða krossi hevur fólk, sum gongur inn at vitja fólk, eldri fólk, sum sita nógv einsamøll og ikki orka so væl út sjálvi. Eitt ólønt arbeiði, sum gleðir báðar partar. Í gjárkvøldið var jólaborðhald hjá vitjanartænastuni. Marin og Sigrun skipaðu fyri, og afturat teimum vóru Torkil, Inga Rósa, Bergljót, Hilda, Anna Katrina og Anngerð til borðs.Torkil skipaði tríggjar sangir: Tað býr okkurt gott í øllum/tú veit okkurt gott umhini/ eg veit okkurt gott um teg/ ja, so sig tað, so eg veit tað. Dagurin fær annan lit/ lívið er ein signað gáva/ alt er ikki møðsamt slit (úr sangi um vinarlag).
Dec 15, 2010
Jólakalendarin - 15
Listafólkini vóru har, Heðin Mortensen var har. Eg havi aldrin verið í hasi nýggju fimleikahøllini, so eg nýtti høvið, nú ið listaverk vórðu sýnd fram. Verkið hjá Tróndi var óluksáliga flott, tekningar av íðkandi likamum á glas”bókarsíðum” innan í bláum glaskubba. Stuttligar dimensiónir og refleksiónir. Modellið hjá Guðrið sá ikki nógv út fyri verðini, har tað lá so flatt, men Heðin (sum sjálvandi segði nøkur orð) segði, at tað fór at verða veikar lýsandi vetrarstjørnur, og at tað er eitt stórt verk, sum fer at prýða túnið. Annars vóru fleiri abstrakt verk við denti á rørslu og kropp.