Jan 4, 2025

DALUR

Nógv tiltøk hava verið í heyst og í vetur, m.a. fleiri í Dali. Nú er so líkatil - og tá ið dalstunnilin kemur verður enn meira líkatil - at fara suður til eitthvørt tiltak.

Tvær ferðir hava tey havt stovukonsert á Hólmafløtti. Fyrru ferð við Guðrið Hansdóttur, Høgna Lisberg og Jógvani Joensen og seinnu ferð við Elinborg Pálsdóttur og Jógvani. Hjúnini á Hólma eru kreativ og blíð, vit eru heppin, at Dalur hevur fingið slíka innspræning.

Ein slík heimakonsert er nakað annað enn ein konsert í stórum konsertsali við túsund áhoyrarum . Tað verður so persónligt og nærveran er so vælgerandi. Í báðum førum var Maltudeild við og seldi vælsmakkandi brellbitar. 

Seinna konsertin var 21 desember, og fólk vóru fegin at halda frí eina løti í jólastákinum og lurta eftir sangi og eisini syngja sjálv. 

Kristina hevur brúkt sín hularing væl :) 


Johild í sølubúðini, góðgæti og prýði


Einki kann erra  upp sum felagssangur








Jan 2, 2025

Árið ið fór 2024


27. oktober og 8. desember



Herman



Marius

JANUAR

 

Vitus gubbin 85 ár

FEBRUAR


MARS

Móðurmálsdagurin 2024, Óluva Klettskarð














APRÍL

føðingardag í Broncks

MAI

Sólrun og Fríða í Græsted


JUNI

Herbert liðugur við barnaskúlan

JULI

Tær hava knæholdið


AUGUST




SEPTEMBER

Reykjavík









OKTOBER


konfirmatión



NOVEMBER

die hard fjepparar í Basel


DESEMBER

Jólini nærkast, kalendaragávur











Dec 26, 2024

Beyeler Foundation í Riehen (tætt við Basel)

 Stór Matisse framsýning. Savnið er í Riehen, sum er ein forstaður til Basel. Koyrdi fyrst við 14 til Barfussenplatz og so við 6 í hálvan tíma. 

Tannbláa blusan 1936

Sera umfatandi framsýning, 70 verk.




Gentan við grønum eygum (1908)

Nakinmodell við hvítum turriklæði


Savnið hevði eisini Giacometti, Lousie Bourgeois, Pikasso og onnur

















Tjúkkar bøkur

 Summi duga væl at skriva stuttar søgur, onnur duga væl at skriva langar søgur. Um søgan er sera long, krevst at søgutráðurin er sterkur, kanska fimmtráðaður. Áhugi lesarans skal halda allar 442  og 671 síðurnar.  Havi nú endiliga lisið hesar báðar múrsteinarnar. Tann longra lá so leingi á náttborðinum, at hon mundi vaksið føst har. 

Tann longra er eftir Valerie Perrin, eg keypti hana eftir eina bókamessu í Kbh. , nokk 2023. Eg hevði hoyrt um hana har og gjørdist hugtikin. Hon er eisini góð, men ræðuliga long. Eg misti tráðin fleiri ferðir, tí søgugongdin er í so nógvum ymiskum tðarskeiðum. Bókin er eitt sindur sum eitt putlispæl og ein vanlukka/morð er eisini, sum skal uppklárasr. Nokk eitt býtt hugskot at brúka eitt heilt ár at lesa hana, tí so missir tú enn fleiri træðrir burtur. Men also hon eitur TRÝ, og tað er trý vinfólk, tveir dreingir og ein genta, Nina, Adrien og Étienne, og fyrsta vit hitta tey eru tey eini 10 ár og ganga í skúla saman, tað er í 1987, tey eru altíð saman. Síðani er ein partur hendingar í 1994, tey gerast vaksin, og vit síggja teirra persónligheitir mennnast, hvussu tey handfara kreppur, og hvussu familjurnar virka. Søgan endar í 2018. Partur av søguni gongur fyri seg á djóraheimi, har Nina deils krógvar seg fyri sínum psykopatiska manni og deils arbeiðir. Teir neyðar hundarnir og tær neyðars ketturnar verða meira og meira mynd av Ninu og hennara einsemi. Bókin er um vinarlagið millum hesi trý, eitt heilt óvanliga tætt vinarlag, sum seinni dettur sundur. Ein bók um fløkt menniskjakor.

Hin bókin "Sommerfuglens stemme" eftir Benjamin Koppel varð lisin í Bókastevi, men ikki nógvar høvdu lisið hana. 


Hon er um Alexander og Gry, sum so fegin vilja hava eitt barn, og sum er í viðgerð á RH. Alexander er úr tónleikafamiljuni Koppel, mamma hansara er kend sangarinna, og omma hansara eisini. Henda bókin er eisini býtt sundur í tveir pallar, annar er Keypmannahavn 2015-16 , og hin er New York - við endurminningum úr Evropa frá krígnum. Nazistýskland við Teresienstadt er partur av familjusøguni.

Alexander er tónleikari og spælir í einum orkestri, men hevur ein dreym um at vera tónasmiður, komponistur. Mamman er sjálvupptikin og hevur at vísa seg lítlan áhuga í soni og sonarkonu, tað hevur gjørt Aleksandur sárbæran og ótryggan.

Frásøgufólkið í NY er omma høvuðspersónin, sum hann aldrin hevur kent, og sum einki samband hevur havt við dóttur sína, mammu hansara. Tað er ein gáta, hvussu alt er vorðið so fløkt og dult í hesi familju, og tað verður so avdúkað ,áðrenn bókin endar. Vit lósu eisini "Annas sang", sum eisini er familjusøgu hjá tí musikalsku Koppel familjuni..

Dec 14, 2024

Basel í Sveis nov-des 24

 Nú var aftur eitt høvi at flúgva beinleiðis úr Føroyum út í Evropa. Kvinnulandsliðið í hondbólti skuldi til EM í Basel. Nógv fóru úr Føroyum, nakrir keyptu trummur, so tað hoyrdist betur, at vit vóru við! Vit fóru 27. nov og vóru í Basel , Sveis eina viku. 

28. nov fór eg á Kunstmuseum Basel, víða um í býnum sást ein mynd eftir eina sum eitur Paula Rego, tað var lýsing fyri sýning á listasavninum. Sera stór framsýning - bæði sjálvsmyndir, familjumyndir, harðskapur og kynjastríð. Tá ið Paula Rego doyði í 2022 vóru eftir hana verk frá 7 áratíggjum. Hon segði sjálv, at hennara yndistemu vóru spælið um vald og valdskipanir.

Savnið er ovurstórt, hurður og lyftir eru av jarni, sera kalt, men ivaleyst fínt, um eldur kemur í.





Í urtagarðinum hjá forhoyrsleiðaranum (2000)



Tann bláa álvakonan teskar í oyrað á Pinokkio (1995)

Savnið hevur nógvar málningar hjá Chagall og øðrum

De Vlaminck (1932)
                                                                     Chagall

Nov 21, 2024

Heystupplivingar 2024 (2)

Tað hava verið so nógvar framførslur at fara til seinastu tíðina, og tað er áðrenn "jólaleikirnir" byrja. Tað er so herligt. Og tó, Føroya heimavirkisfelag hevur havt sína jólasølu, hon var sum hon plagar. Nógv flott at fáa, ikki nógv nýtt. Eg keypti tveir heklaðar fótbóltspælarar. 


Leygardagin var eg í Norðurlandahúsinum, og har var nógv at uppliva. Bókadagarnir eru væl skipaðir hjá teimum, tað skula tey eiga. Hevði eina skrá heimanífrá: Rigmor Dam, Týðing, Marianna Hoydal, Marjun Syderbø, Inger Smærup. Sera hugnaligt og áhugavert, um eg skal taka eitt framum, er tað samrøðan millum Inger og Berg Djurhuus, hon líkasum læt upp mína lesing, váttaði sumt og vrakaði sumt. 



Brendi inni við einari viðmerking til prátið um týðing. Har varð sagt, at týðing ger føroyskt mál meira fjølbroytt og umfatandi. Tað kann væl vera, men týðing smalkar og avmarkar í nógvum førum máli. Fólk, sum týða reglugerðir, vegleiðingar, sáttmálar, læknaráð, lógir, skúlabøkur og mangt annað hava lyndi til at velja somu orð alla tíðina. Summi føroysk orð verða útihýst og tískil gloymd. Hugsi týðing er  tvíbýtt soleiðsna.



 Nú?!

Jákup Dahl hevur havt henda einmansskemtileik ynsa staðni í landinum, og fólk hava róst honum allastaðni. Eg var á Reinsarínum til framførsluna. Hetta er rættiliga nýggj sjangra í Føroyum, men vanlig aðrastaðni, og tað sær út til , at Jákup hevur fylgt væl við, hvussu aðrir gera, eitt nú ISMO úr Finnlandi. Men hann hevði støði í sínum egna lívi og føroyskum viðurskiftum. Tey eru djørv , hesi ungu sum fara á pall við heimagjørdum skemti. 




Romeo og Julia varð spældur á GLASI. Eitt so sera ambitiøst arbeiði., og tey bæði ungu, sum høvdu høvuðsleiklut, komu væl frá avbjóðingini at spæla í hasum ovurstóra rúminum, tvey menniskjabørn í klandursomu verð. Tey vóru sannførandi í sínum kærleika, kanska nakað minni sannførandi í sorgini. Tað er kanska verri at spæla sorg enn gleði.

Nú eri eg kanska darvað av míni romantisku uppfatan av Hoydølum og teimum leikum, íð har vórðu spældir (og í NLH), men eg má siga, eg haldi tey hava gloypt ov stórum bita. Og húsið, sum ikki hóskar væl til skúla, hóskar heldur ikki væl til sjónleikarhús. Tað ovurstóra rúmið í miðjuni minnir um Fiskatorgið ella Illum, og ljóðtøknin og skíggjarnir virkaðu ikki super væl. Men har var nógv gjørt burturúr:  brunnur ella kelda mitt í rúminum og allar trappurnar í brúki, og urtagarður inni í bókasavninum. 

Julia

Fleiri av karakterunum høvdu útbúnar leikarar, tey ungu spældu Montague og Capulet fólkini, gentur og dreingir. Tybalt var Týbalta, snilt funnið uppá. Men so sera stór uppgáva at leggja á hesar næmingarnar.  Men tey læra nógv av eini slíkari verkætlan, tað er einki at ivast í.

Tey brúktu nýmótans tøkni, sum skíggjar og fartelefonir v. videoupptøkum. Í mínari verð nokso ørkymlandi at skula fylgja við á fleiri pøllum í senn, og skíggjarnir vóru ikki ovurstórir sum rúmið. Eg sat á teimum dýru stólunum, men kortini rættiliga høgt uppi, eg hevði skulað havt ein teaturkikara. Gud viti, hvussu tað var at sita á 5.hædd...Stólurin var ein barrstólur, ikki komfortabult. 

Fosse hevur hestahala, og tað hava sonurin og grannin eisini

Nú eri eg eingin Fosse fjeppari, tó at eg havi lisið einar tvær bøkur hjá honum. Men leikurin "Sonurin" er nakað heilt annað enn teir stuttu setningarnir og endurtøkurnar á pappírinum. Tær eru sjálvandi eisini í leikinum, men saman við kropsmáli og handakeipum og eygnabrá hjá livandi fólki. Og tey liva, men teirra lív er rættiliga einsligt og dagarnir og ártíðirnar einsháttaðar. Fýra leikarar spæla: Kristina, Hans, Hjálmar og Elias.

Sonurin, pápin og grannin
So grátt interiør, so syrgiliga myrkt uttanfyri, men tøgnin talaði sítt týðiliga mál, og tú sat sum á nálum og bíðaði eftir, at okkurt fór at henda.


Linubólkurin vitjar eina ferð um árið Tilhaldið. Evnið hesa ferð var Samskifti fyrr og nú. Bólkurin eitur eftir Linu Larsen, sjálvi kalla tey seg ofta seniorbólkurin í Sjónleikarhúsinum . 

Skráin Tilhaldið 20 november kl 14.00

 

  • Tvær yrkingar, Jytte Joensen hevur umsett (Bergljót av Skarði)
  • Linubólkurin 25 ár síðan fyrstu ferð í Tilhaldinum. (Gunnhild Michelsen)
  • Nakað um boðsending (Karin Djurhuus)
  • Sms sketch (Bergljót og Kristina)
  • Brot úr privatum brøvum (Eyrith Guttesen Leyni)
  • Felagssangur Amerikabrævið
  • Brot úr privatum brøvum (Bergljót)
  • Tveir heimsborgarar (Pól Joensen)
  • Minningaryrking um Sigert  (Kirsten Hansen)
  • Telefonboð (Gunnhild)
  • Brot úr privatum brøvum (Karin)
  • Sangur, aftursvar til Amerikubrævið

 

Gunnhild legði fyri við einum sindri um søguna hjá Linubólkinum og hagtøl. Og Karin fór heilt aftur í kvæðini at lýsa samskifti. Brøvini vóru um, at matur bleiv sendur niður, at pengar manglaðu og jólaheilsur blivu sendar.  Telefonboðini hjá Gunnhild vóru um, at mostirin slapp suður við eykafartinum, tí at maðurin á telefonstøðini var so knappur at bróta inn í samtaluna at siga teimum, at ein eykafartur var kl. 6.

Heimsborgararnir ella serskøltarnir vóru Sigert Patursson og Karl Einarson Dunganon. Kirsten las eina yrking, sum Karolus hevði skrivað til Sivert I

ILU , er tað grønlendskt  ????!!

I LOVE YOU!

Ein sketsj var um samskifti um MESSENGER millum ommuna og barnið,  sum kann vera trupult við hvørt.

Kvøldsetan varð væl fagnað.