Fyrsti spurningur, vit settu okkum í lesibólkinum í gjár var, hví ummæli næstan altíð eru so positiv. Vit vóru samdar um, at bara CJJ og onkuntíð Jógvan Isaksen, hevur havt atfinningarsom ummæli. Men so er tað hitt: er tað neyðugt at sápla fólk soleiðis niður, at tey aldrin taka penn í hond aftur? Eingin hevur mær vitandi ummælt bókina Vit, Føroya fólk eftir Bjørk Kunoy. Man tað vera tí, at hon er so vánalig? Og ummæli eru pr. definitión positiv?
Bókin er um grundlógararbeiði í Føroyum, um fullveldissamráðingar og um politisku støðuna í Føroyum í um aldarskiftið.
Sera nógv í bókini líkist tí, sum veruliga hevur verið í Føroyum: aftursvarið frá danskarunum er so tað sama, men tað er tað jú enn. Rossahandlar í tinginum, hald lagt á føroysk skip, marknaðarstøðan mótvegis Russlandi, flokkarnir eru teir føroysku flokkarnir, men hava onnur nøvn, t.d. Víðsjón, Ríkisflokkurin osfr.
TEKSTASLAG: Onkur í bólkinum helt, at tað var sum at lesa Dimmalætting. Teksturin er fokuseraður upp á politikkin, og søgan er heilt skúgvað til síðis. Í grundini er eingin søga, meira ein ritgerð um fullveldislandsstýrið og samráðingarnar.
MÁL: Bókin er útkomin á egnum forlag, sum heilt eyðsæð ikki hevur lagt dent á rættlestur. Villur av ymsum slag eru gjøgnum alla bókina, bæði fallvillur: kína seg > sær (66), aftanfyri honum>hann (50), Kári sat við sínum> sítt skrivaraborð (172), geva honum eina> ein frammaná (47) og misskilt orð og skeivt brúktar máliskur ella idiom: ein rópan nísti úr skrivstovuni (86), handlarnir stóðu í ljósum loga (s.105), hann hugdi fjarskotin at henni (194), hetta kemur bart á løgmann (171), fingu hald á ein av monnunum (52) og orðaflokkaklutur ábreiðslandi, ábreiðsla er navnorð ikki sagnorð.
Onkur í bólkinum helt, at málið var frískligt, tí tað er gerandismál, tað er rætt, at nógv orð, sum vanliga verða kalla "talumál" ella danisma eru í tekstinum: rastleys, febrilsk, og onkur kundi kanska kallað málið kreativt, har ið eg sigi "skeivt". Eg haldi, at tað er ein forðing, tá ið tú lesur, at rena seg í villur og skeivt brúktar máliskur.
FORMUR: Hvørt kapittul byrjar við einum sitati, 26 ymiskir rithøvundar eru siteraðir, mest tjóðskaparromantikarar, men eisini t.d. Eivør og Randi Ward. Onkur helt, at tað var fitt og rørandi. Onkur onnur helt, at tað bleiv ov mikið av tí góða.
Sera nógvir persónar verða førdir fram á pall, men tað fylgir akkurát sum eingin søga við, teir eru mestsum klistraðir uppá, skjótt at missa tráðin, meðan tú lesur. Teir hvørva aftur og kunna so daga uppundan aftur seinni. Sera leys kompositión og vánaligur heildardámur. Pørini og tríkantarnir í bókini eru ikki nóg áhugaverd at bera alla søguna. Persónarnir eru ikki livandi.
Uppsetingin í kapitlar við mánaðaryvirskrift minnir eitt sindur um eina ritgerð eisini. Bókin fevnir um 3/4 ár, frá september til mai, vit fáa einki árstal at vita, og høvundurin hevur valt at káma tíðarfatanina við t.d. at seta Skálafjarðartunnilin inn.
METING
Ikki allar í bólkinum hildu, at bókin var vánalig. Onkur helt, at tað var gott, at ymisk viðkomandi tabuevni verða tikin upp, t.d. er forkvinnan í Høgra gift við eini kvinnu, og spurningurin um fosturtøku er eisini við. Annars er boðskapurin kanska at lýsa, at føroyingar saktans kunna standa saman, og bókin peikar frameftir til næstu fólkaatkvøðu.
Grundlógararbeiðið er áhugavert evni, men sum skaldsøga er bókin ikki góð, hildu tær flestu.
Sep 19, 2019
Sep 8, 2019
Hátún
Tað vóru bæði kór og solistar og strúkarar og blásarar.
| kvartettin Aldubáran |
| Johannes Andreassen, flyglið er eitt av trimum, sum er keypt til Føroya. Tvey eru í Musikkskúlanum og tað triðja í Finsen. Flyglini eru gáva frá góðum fólki. |
| Kamarkór og Paula, Eyð og Edith. Tey sungu ein Negro spiritual. "Didn't Jesus save Daniel". Sera hugtakandi. |
| Funktion. "Another girl" |
Manskórið
Aug 29, 2019
Santa Pætursborg
Vit komu til St. Pætursborg 19.aug og steðgaðu 3 dagar. Ferðaskrivstovan hevði eina sera góða skrá til okkara: 1. Rangan á St. Pætursborg (vit vitjaðu eina íbúð, sum sovjettstýrið ráddi yvir tann tíð tað var og lutaði út til fleiri familjur). 2. miðmáli á restaurant 3. frí 4. Fabergé savnið 5. Tað danska mentanarhúsið 6. Vetrarpalassið 7. Blóðkirkjan 8. Balettin Svanavatnið 9. Eatertainment, ger tín egna piroge 10. Peter and Paul skansin 11. Sigling í býarveitini (hetta bleiv droppað) .
Vetrarpalassið var ein stór uppliving, vil eg siga. So ótrúliga stórt og flott, loft gólv veggir, trappur - alt so yvirdádiga herligt. Her búði zarurin,og her búði tann danska prinsessan/zarina Dagmar ella Maria Feodorovna (1847-1928), sum tey kalla hana har, sum var mamma seinasta keisaran i Russlandi Nikolaj 2. Dagmar fylti sera nógv í frásøgnini hjá Fledeliusi, vit hoyrdu ein fyrilestur umborð um hana, og vit sóu ein film umborð um dóttur hennara Olgu, og vit sóu sarkofagin, har hon varð endurjarðað nú eitt árið.
Eitt flott listasavn er í Vetrarpalassinum, m.a. hava tey Leonardo da Vinci í savnninum.

Íbúðin, sum vit sóu var í einum húsi, sum var sera fínt uttan, men aftanfyri var alt ikki so flott. Í sovjettíðini tóku myndugleikarnir íbúðir frá teimum ríku og góvu arbeiðarum, sum fluttu til býirnar at arbeiða. Hvør familja fekk eitt kamar og so var felags køkur, og tey høvdu hvør sín komfýr. Enn búgva fólk har, sum hava búð síðani sovjetttíðina. Har, sum vit vóru, búðu 7 dreingir, tað var nakað sum eitt kollegium við felags køki.

Aug 28, 2019
Santa Pætursborg - Fabergé savnið
Savnið læt upp í 2013 í einum yvirvøkrum palassi. Størsta attraktiónin eru tey 9 keisaraligu páskareggini hjá ella frá teimum báðum seinastu keisarunum Alexander 3. og Nikolaj 2. Ein heilt ótrúliga dýrur og merkiligur siður: Frá 1885 fekk keisarindan og summi ár keisaramóðirin eisini eitt páskaregg. Tey hava kostað líka nógv sum eini heil hús ella fleiri. Prýdd við gulli og dýrum steinum og so tað besta: tey kundu latast upp og so var ein loynigáva innaní. Ein sera góð guide vísti okkum runt og greiddi frá á sera góðum enskum.
Hetta eggið er frá 1897, vognurin er loynigávan innan í egginum, hann er eitt modell av vogninum hjá Katarinu tí stóru.




Hetta eggið er frá 1897, vognurin er loynigávan innan í egginum, hann er eitt modell av vogninum hjá Katarinu tí stóru.
![]() |

![]() |
| 1898 |



Aug 27, 2019
Cruise - Volga, Onega, Ladoga
Vit fóru úr Moskva seinnapartin 13.august.
Okkara hotell var skipið Pushkin. Har var reint og nossligt, men rættiliga smátt, í tveymanskamari mátti tú skiftast at vera á gólvinum. Kortini bar til hjá mær og Lauru at sita á hvør sínari koyggju í senn.
![]() |
| Laura lesur uppá, áðrenn vit faara í land |
Vit vitjaðu hesi støð: Uglitj, Jaroslavl, Gorritsy, Kizji, Mandrogi og seinast Santa Pætursborg.
![]() |
| á sóldekkinum |
![]() |
| Neyst á áarbakkanum |
![]() |
| Galina var sum ung partur av pionerunum. |

![]() |
| Heima hjá Galinu og Leonid. Vanligt við einum altari í einum horni, við einari ella fleiri ikonum. |
![]() |
| Skiparans kvøld, hann bjóðaði eitt glas |
Aug 26, 2019
Ruslandscruise august 2019
Vit vórðu boðin vælkomin av vakrari damu í forklore búna. Hon beyð okkum breyð. Tað minti meg á, at mamma segði, at russiskur siður er at hava salt og breyð við fyrstu ferð tú fert í eini nýggj hús.
Vit vóru 14 í ferðalagnum. Tað var Gantesa (5) og makar og onnur vinfólk. Vit ferðaðust við Akademisk rejsebureau, ferðaleiðari var Carsten Fledelius, og hann hevði so hjálparferðaleiðarar afturat sær, ungar russiskar gentur, sum høvdu gott skil á øllum. Carsten er sera vitandi og elskar síni fak, søgu og film. Ferðin hjá okkum var 10. aug. til 23. aug, tó gistu vit í DK eina nátt báðumegin við.
Vit flugu til Moskva um Riga, ein bussur koyrdi okkum av flogvøllinum til skipið Pushkin, Alexander Pushkin (1788-1837) eitt av tjóðarskøldum Ruslands. Ævintýrið Ruslan og Ljudmila hevur givið restauratiónini hjá okkum umborð navn.

Í Moskva sóu vit Reyða torgið, stjórnarbygningar og KGB høvuðssætið. Í Kreml sóu vit fantastiskar kirkjur og eina yvirvaksna kanón. Vit vóru eisini á Tretyakov listasavninum. Fledelius hevur ein assosierandi frásøgustíl, hann veit so nógv, at hann kann flyta seg frítt millum zartíð, sovjettíð, kríggj og nútíð. Sum áhoyrari helt eg tað viðhvørt vera torført at fylgja við tí hoppandi stílinum. Men eg uppfataði, at nútíðin er nærri zartíðini enn sovjettíðini. Russar síggja sítt land, sum eitt stórveldi og eru sera ernir av, at teir vunnu 2. heimskríggj (við eitt sindur av hjálp). Í Moskva eru tey í ferð við at restaurera bygningar, so nógvar bygningar. Summa staðni sást tú bæði tann restaureraða og tann órestaureraða partin av bygningi, og munurin var ovurstórur.
Vit fingu eisini rundvísing í metro'ni, eitt fantastiskt projekt hjá Stalin, og summi fóru í sirkus.
![]() |
| Marita og Anne Lise |
![]() | |
![]() |
| Spáka í Kreml aftaná Fledeliusi |
![]() |
| Í Kreml |
![]() |
| Loftið í Moskva metro |
![]() |
| Mads í Metro |
![]() |
| Útsýni av 86. hædd, Moskva twin tower |
![]() |
| Marianna og Bergljót |
![]() |
| Moskva á kvøldi |
![]() |
| Vasilij dómkirkjan |
![]() |
| Laura, Guðrun Jens Petur, Mads, Hilbert, Marjun, Anna Sofía, Bergljót, Marita, Marianna, Anne Lise, Bergur, Durita |
Vit flugu til Moskva um Riga, ein bussur koyrdi okkum av flogvøllinum til skipið Pushkin, Alexander Pushkin (1788-1837) eitt av tjóðarskøldum Ruslands. Ævintýrið Ruslan og Ljudmila hevur givið restauratiónini hjá okkum umborð navn.

![]() |
| Guðrun og Jens Petur |
Vit fingu eisini rundvísing í metro'ni, eitt fantastiskt projekt hjá Stalin, og summi fóru í sirkus.
![]() |
| Karl Marx |
Subscribe to:
Posts (Atom)






































