Vit sóu kabarettina í gjár. So herligt, so fult av orku og lívi. Nokso grov í støðum, eg meini, Tórður útvarpsmaður bleiv skotin og doyði, tí at at hannrann aftaná prinsessuni Mary. Fleiri fínar sketsjir.
Hetta var ein minnilig ólavsøka, fyrst og fremst fyri veðrið ólavsøkuaftan, sum var heilt órealistiskt. Av tí sama var so ógemeina nógv fólk í býnum.
Minniligt er eisini kvøldið í Leivsgøtu, ar Turið og Leyvoy bjóðaðu allari familjuni nátturða. Stuttligt at síggja allar útisetarnar í familjuni.
Urtagarðurin fevndi okkum so grønliga. Tey gomlu, tey nýgiftu, tey ungu og tey smáu.
Takk Turið og Leyvoy og Alain fyri eitt frálíkt kvøld.
Jul 30, 2019
Jul 23, 2019
Eimur í øsku
Permumyndina hevur Sjúrður Joensen, pápabeiggi, gjørt heilt ungur.
| Torbjørn Jacobsen las upp |
| Jóan Pauli professari greiddi frá siðsøgu Sølvi Sjúrðarson las upp |
Jul 7, 2019
Mykines - dansiferð
Vit fóru til Mykinesar við Tøkum lætt, har var stevna ella "Túnatónar".
Túrurin fekk eina fína byrjan, tá ið vit vitjaðu Fiskastykkið í Sandavági. Tað er ikki bara í Havn, at caféirnar rísa. Og hendan er serstakliga kreativt og nossliga gjørd. Museumlutir prýða hølini, gólvið og veggir eru upprunalig, brúkt og slitin, køksøkið er spildurnýtt og nossligt. Frágreiðandi plakatir upphongdar, og fiskastykkið sjálvandi gjørt í stand. Har var fitt av fólki, nú ið summarið rættiliga er komið. Flott.
Súlan, lívæðrin hjá ferðafólkum, var pakkað við fólki, mest føroyingr. Ungt fólk við stórum ljóðførum og forsterkarum. Men tá ið vit komu á gjónna í Mykinesi var ein løgin sjón, og tú skilti beinanveg betur, hvat øll hesi atfinningarsomu tosa um. Nú var tíð hjá dagsturistunum at fara innaftur.
Vit vóru 17 í tali, og summi okkara fingu innivist hjá Reðini Leonson og dóttrini Diddu.
Mykinesbygd er so serstakliga vøkur, húsini eru so væl hildin. Ótrúligt at bara 8 fólk búgva har. Tá ið vit høvdu etið ein góðan nátturða, fóru vit út at hyggja at bygdini.
Fyrst á skránni var fólkafundur, talurnar snúðu seg um umhvørvið, ferðafólk og list, temað tóktist vera, at pengar eru ikki alt, og menniskjað livir ikki av breyði eina. Mær dámdi so serliga væl taluna hjá mykinesmanninum um list, um hvussu tónleikur ríkar okkum lívið.
Gamlar myndir vórðu vístar á stórskíggja í dansistovuni, myndaframsýning einastaðni, og so vóru stovukonsertir og túnatónar.
Føroyskur dansur var á skránni kl. 01. Dansistovan er nýumvæld og sera innbjóðandi. Vit høvdu tann heiður at vera tey fyrstu sum fóru upp á gólv har. Dansurin gekk væl, nógv umg komu uppí, vit dansaðu til uml 03.
Vit fingu lekran morgunmat, og so kom Reðin ein túr við okkum um bygdina. Hann víst okkum, hvar mykinesmálarin plagdi at mála og húsini hjá mykinesmálaranum. Vit høvdu sæð hesar gróttoftirnar mitt í bygdini og hildið tað vóru hjallar, goymsluhús, men Reðin fortaldi, at hetta vóru køstar. So flottir køstar, tað vísir bara, at tey gomlu sóu tøðini, sum virðismikið tilfeingi.
Og nú ið vit skuldu fara innaftur, kom Súlan við síni last av dagsturistum, tey flestu við myndatólum í gildi sum kuffert, við linsum so feitum sum kloakkrør.
Mykinesfólk eru blíð og týð.
Túrurin fekk eina fína byrjan, tá ið vit vitjaðu Fiskastykkið í Sandavági. Tað er ikki bara í Havn, at caféirnar rísa. Og hendan er serstakliga kreativt og nossliga gjørd. Museumlutir prýða hølini, gólvið og veggir eru upprunalig, brúkt og slitin, køksøkið er spildurnýtt og nossligt. Frágreiðandi plakatir upphongdar, og fiskastykkið sjálvandi gjørt í stand. Har var fitt av fólki, nú ið summarið rættiliga er komið. Flott.
| Fiskastykkið |
Súlan, lívæðrin hjá ferðafólkum, var pakkað við fólki, mest føroyingr. Ungt fólk við stórum ljóðførum og forsterkarum. Men tá ið vit komu á gjónna í Mykinesi var ein løgin sjón, og tú skilti beinanveg betur, hvat øll hesi atfinningarsomu tosa um. Nú var tíð hjá dagsturistunum at fara innaftur.
| Wait for permission to board. |
Mykinesbygd er so serstakliga vøkur, húsini eru so væl hildin. Ótrúligt at bara 8 fólk búgva har. Tá ið vit høvdu etið ein góðan nátturða, fóru vit út at hyggja at bygdini.
Fyrst á skránni var fólkafundur, talurnar snúðu seg um umhvørvið, ferðafólk og list, temað tóktist vera, at pengar eru ikki alt, og menniskjað livir ikki av breyði eina. Mær dámdi so serliga væl taluna hjá mykinesmanninum um list, um hvussu tónleikur ríkar okkum lívið.
Gamlar myndir vórðu vístar á stórskíggja í dansistovuni, myndaframsýning einastaðni, og so vóru stovukonsertir og túnatónar.
Føroyskur dansur var á skránni kl. 01. Dansistovan er nýumvæld og sera innbjóðandi. Vit høvdu tann heiður at vera tey fyrstu sum fóru upp á gólv har. Dansurin gekk væl, nógv umg komu uppí, vit dansaðu til uml 03.
Vit fingu lekran morgunmat, og so kom Reðin ein túr við okkum um bygdina. Hann víst okkum, hvar mykinesmálarin plagdi at mála og húsini hjá mykinesmálaranum. Vit høvdu sæð hesar gróttoftirnar mitt í bygdini og hildið tað vóru hjallar, goymsluhús, men Reðin fortaldi, at hetta vóru køstar. So flottir køstar, tað vísir bara, at tey gomlu sóu tøðini, sum virðismikið tilfeingi.
Og nú ið vit skuldu fara innaftur, kom Súlan við síni last av dagsturistum, tey flestu við myndatólum í gildi sum kuffert, við linsum so feitum sum kloakkrør.
Mykinesfólk eru blíð og týð.
Jun 28, 2019
Chinua Achebe: Things Fall Apart (1958)
Bókin er um eitt afrikanskt bygdarsamfelag - fleiri bygdir sum hoyra saman - sum dettur sundur, tá ið tey hvítu við sínum trúboðarum og sínum kolonivaldi kíla seg inn í mentan og lív teirra svørtu. Fyrsti partur er um gerandisdagin í bygdini Umuofia. Høvuðspersónurin er Okonkwo, ein virdur, heiðursverdur maður. Hann hevur tríggjar konur og tær búgva í hvør sínum húsi rundan um hansara hús. Vit síggja teirra siðir, vit síggja brúdleyp og jarðarferð og kappingar. Ikki minst síggja vit teirra trúgv og pátrúgv, ómenniskjaligar siðir og ráan atburð, sum gudarnir krevja av teimum.
Annar partur er um Okwonkosa útisetu, hann drap ein mann av óvart og bleiv burturvístur í 7 ár. Meðan hann er í hesi grannabygd, koma hvítir menn fyrstu ferð hagar. Tað kemur til samanbrestir, men smátt um smátt veksur samkoman hjá "hvíta Kristi", og Okwonko er vónsvikin og illur, at hansara fólk letur seg lumpa av slíkum falslærarum. Ikki allir missionerar eru líka ringir, onkur er siðiligur og vísir virðing og vil práta og læra. Annar er bráður og ráur og vil ikki síggja ella hoyra nakað um afrikanska trúgv og mentan.
Í triðja parti er Okwonko aftur í síni bygd, men har er sama skilið við missión, og nú síggja vit, at tey hvítu hava ikki bara missión í huganum, tey hava stovnað ein rætt við enskum lógum og hermonnum, tey hava eisini handilsáhugamál. Okwonko er ólukkuligur og illur, verður settur fastur og eyðmýktur. So ger hann sín egna uppreistur, skjýtur ein hermann og tekur síðani lívið av sær.
Frásøguhátturin er objektiv 3.persónsfrásøgn. Høvundurin var føddur í 1930 og vaks sjálvur upp í stórbýi og í kristnum umhvørvi. Hansara áhugamál var religión og fólksins mentan, og tað sæst væl í hesi søgu, har hann brúkar sagnir og orðafelli. Bókin er ein klassikari og mest lisna afrikanska bókin. Temað hevur alment gildi, tí tað er so menniskjaligt at vilja varðveita ta skipan sum riggar, og sum vit kenna og elska og ræðast broytingar, sum koma.

Jun 19, 2019
DRAMAlega í Suðurjútlandi
DATS (Dansk amatørteater & scenekunst. www.dats.dk) er ein felagsskapur fyri áhugaleikarar í Danmark. Tey skipaðu fyri einum sjónleikafestivali fyri tey tilkomnu, og innbjóðing kom til MÁF.

Skeiðið ella stevnan var 11-15 juni 2019, og vit vóru tríggjar, sum høvdu hug at fara. Skeiðið var á skeiðsdeplinum Hohewarte í Højer. Højer er bara fáar kilometrar frá týska markinum. Ein sera vakur lítil býur við nógvum gomlum húsum og góðum listafólkaumhvørvi.

Temu á leguni vóru litstormur og landamørk og Nolde. Tvey ung vitjaðu okkum og greiddu frá, hvussu tey høvdu upplivað at vera partur av, ávikavist donskum minniluta í Týsklandi og týskum í Danmark.
Tey høvdu fyrieikað leguna soleiðis, at úrslitið skuldi vera leikur. Sum fyrireiking til leikin var sangur, framløgur og útferðir. Sjónleikarar gera ofta leikir burtur úr søgum, sum hoyra til teirra landspart ella bygd. Vit hugsaðu beinanveg : akkurát sum vit við "Tuberklaleikinum". Tað hevur jú eitt fínt orð "reminiscence theatre", sum bara merkir minnissjónleikur.
Fyrsta útferðin var suður um markið til Nolde savnið. Vit høvdu góða guide, sum greiddi frá Nolde.

Hansara litspæl og landslag skuldi veita íblástur til okkara leik. Eitt verkstað var, har vit lærdu at litað silki.
| Karin, Bjørg og Bergljót inni hjá vevkonuni Hanne i Højer |

Tindhólmur
Fekk høvi at fara við einum ferðalag út í Tindhólm. Har havi eg ikki verið fyrr. Jørgen Niclasen var ferðaleiðari. Hann segði frá ognarviðurskiftum, seyði og fugli, og hann greiddi frá, at grindadrápið, sum Ketil og Kálvur vóru í var júst í Tindhólmi.
Áðrenn vit fóru út í Tindhólm sigldu vit vesturum og skoðaðu Sørvágsbjørgini, sum Jørgen segði: Vestmannabjørg, go home! Har var sera stórbært.
Vit sigldu inn í landið og royndu akustikkin.
| Bøur |
Jun 5, 2019
..la peste fut notre affaire a tous (..pestin var blivin ein trupulleiki hjá okkum øllum)
Havi í seinastuni lisið fleiri bøkur um sjúkur: heilasvull, pest, depressiómn og alzheimer, og nú lesi eg "Som pesten" eftir Hanne-Vibeke Holst, sum er um heimsumfatandi smittandi pest í okkara tíð.
Pestin var blivin ein trupulleiki hjá okkum øllum er eitt sitat úr "La peste". Bókin er um standin í Oran í Algier, tá ið býurin var herjaður av pest, og alt fólkið var í vanda. Vit fylgja læknanum Rieux, sum roynir at hjálpa, har hann kann. Vit fylgja honum í hansara moralsku tvístøðum, tá ið hann roynir at hjálpa fólkinum, sum eru fangað í hesi ræðuligu sjúku. Tey liva avbyrgd, liva í eksil.
Bókin er sum eitt líknilsi um mannalívið, kann eisini lesast sum ein lýsing av kríggi, ella meiri aktuelt: av dálkingini, hesi alheimspest, sum fer at útrudda ein stóran part av tí, sum livir á jørðini. Tey ymsu stigini í menniskjans atburði í slíkari vanlukku: 1. burturforkláringin, hatta man ikki passa, er fake news, dylja, 2. sorgin, vónloysi, 3. góðtøka...líkasæla.
Persónarnir verða settir í hesa tvístøðu: títt egna persónliga lív, tíni áhugamál øðrumegin og næsti tín og almannagagn hinumegin, summi vilja stinga av, summi tjena pengar upp á neyðina, summi royna at hjálpa. Presturin á prædikustólinum setir pestina inn í trúarligan samanhang, tá ið hann útnevnir hana til Guds revsing yvir syndafull menniskju, presturin doyr seinni av pest. Royndarstundin testar okkara dirvi og næstakærleika.
Bókin Ikki fyrr enn tá hjá Oddfríði M. Rasmussen er um eina konu, sum hevur heilasvull. Hon vísir okkum eina pínufulla tilgongd, meðan sjúkan versnar og versnar, til konan er púra óhjálpin og doyr. Maðurin passar hana og hjálpir henni við øllum.
Alice er professari í psykologi+lingvistikki, hon er besti lærarin, besti granskarin, hon minnist allar sínar keldur og øll ástøði. So hendir tað: hon byrjar at gloyma. Hon heldur fyrst, at tað man vera, tí at hon hevur ov nógv um oyruni. Men so fer hon ígjøgnum kanningar og endar við at góðtaka sína støðu. Ein sera syrgilig bók við nágreiniligari lýsing av sjúkuni alzheimers. Alice villist á veg í skúla, goymir telduna í frystiboksini, finnur enntá ikki vesið í sínum egna húsi. Høvundurin er sjálv neurologur og hevur ommu sína sum fyrimynd, og vit mega rokna við, at sjúkugongdin er sera realistiskt lýst. Tann syrgiligasti parturin er, tá ið hon hevur gloymt síni næstu, døturnar og mannin. Maðurin passar hana og hjálpir henni við øllum.
Bókin (og leikurin) Leitanin eftir at vera hjá Katarinu Nolsøe er ein ferð inn í myrkastu dýpi sálarinnar. Depressiónin er nágreiniliga lýst, sum eitt helviti á jørð, vit fáa innlit í ávirkan á familjuna hjá sjúklinginum. Tær fínu tekningarnar lýsa ta leitandi fevnandi kvinnuveruna, ymiskt frælsa og avbyrgda.
Allar hesar bøkurnar lýsa sjúku sera nágreiniliga. Í bókunum síggja vit atburðin hjá fólki í vandans stund, allar bøkurnar eru eisini um, hvussu heilsuverkið virkar. Nú lesi eg sum sagt Som pesten, sera áhugavert innlit í arbeiðið hjá WHO í Geneve, kryddað við persónligum søgum, tríkantsdrama og øðrum.
| La Peste 1947 |
Bókin er sum eitt líknilsi um mannalívið, kann eisini lesast sum ein lýsing av kríggi, ella meiri aktuelt: av dálkingini, hesi alheimspest, sum fer at útrudda ein stóran part av tí, sum livir á jørðini. Tey ymsu stigini í menniskjans atburði í slíkari vanlukku: 1. burturforkláringin, hatta man ikki passa, er fake news, dylja, 2. sorgin, vónloysi, 3. góðtøka...líkasæla.
Persónarnir verða settir í hesa tvístøðu: títt egna persónliga lív, tíni áhugamál øðrumegin og næsti tín og almannagagn hinumegin, summi vilja stinga av, summi tjena pengar upp á neyðina, summi royna at hjálpa. Presturin á prædikustólinum setir pestina inn í trúarligan samanhang, tá ið hann útnevnir hana til Guds revsing yvir syndafull menniskju, presturin doyr seinni av pest. Royndarstundin testar okkara dirvi og næstakærleika.
Bókin Ikki fyrr enn tá hjá Oddfríði M. Rasmussen er um eina konu, sum hevur heilasvull. Hon vísir okkum eina pínufulla tilgongd, meðan sjúkan versnar og versnar, til konan er púra óhjálpin og doyr. Maðurin passar hana og hjálpir henni við øllum.
| Still Alice (2007) |
Bókin (og leikurin) Leitanin eftir at vera hjá Katarinu Nolsøe er ein ferð inn í myrkastu dýpi sálarinnar. Depressiónin er nágreiniliga lýst, sum eitt helviti á jørð, vit fáa innlit í ávirkan á familjuna hjá sjúklinginum. Tær fínu tekningarnar lýsa ta leitandi fevnandi kvinnuveruna, ymiskt frælsa og avbyrgda.
Allar hesar bøkurnar lýsa sjúku sera nágreiniliga. Í bókunum síggja vit atburðin hjá fólki í vandans stund, allar bøkurnar eru eisini um, hvussu heilsuverkið virkar. Nú lesi eg sum sagt Som pesten, sera áhugavert innlit í arbeiðið hjá WHO í Geneve, kryddað við persónligum søgum, tríkantsdrama og øðrum.
Subscribe to:
Comments (Atom)