Dec 22, 2013

23. Tentakluss og Reyðfinna

Nú ið jólini nærkast fara Reyðfinna ogTentakluss at baka til jólar, tað skal vera ein jólakaka.

046

Kom, eg skal bróta egg, segði Tentakluss.

047

Og so er tað mjólkin, tú mást hjálpa mær, segði Reyðfinna. Um vit nú bæði lyfta í senn, so fer tað at rigga. Og tey lyftu bæði mjólkapakkan í senn, og píkasjey, tey kláraðu tað!

‘048

Dec 21, 2013

22. desember–stuttligt at spæla

Nú ið Tentakluss og Reyðfinna hava fingið menniskjavinir, fara tey heim til teirra at spæla. Tey spældu og spældu ein heilan dag.

045

Hygg ein…ja… er hatta ein sóljusaurur?? Nei, eg haldi hatta er ein dinosaurur, tí hann hevur bein og ongar finnur á bakinum, hann man búgva í hesum húsinum.

Hygga eg, hygga eg, segði Tentyakluss, hann sat á eini motor´súkklu og furaði avstað

037

Hoyr! KOm vit og gerið eitt orkestur . Okey, eg spæli gittar, so spælir tú tangentar.039

Tey spældu so hart, at tey mundu vakt Magnu, sum longu var farain í song í síni nissuhúgvu og nýggjum náttkjóla.

035

Aftaná fóru Tentakluss ogReyðfeinna at leggja seg at sova hjá Magnu, tað var í so heitt inni, so tey noyddust út aftur í tað blaðleysa træið.

Dec 20, 2013

21. desember - Í barnagarði

055053

Endiliga høvdu tey funnið fram til ein barnagarð, á sum har var fínt, ljósini lýstu langa leið, jubbiii! her eiga at vera nógv børn, segði Reyðfinna, kom og skundið okkum inn. Og rætt hevði hon, børn vóru allastaðni í øllum stovunum vóru børn, og tey høvdu stuttlig leiku at spæla við, Reyðfinna og Tentakluss vildu sleppa at royna alt. Tey koyrdu í dukkuvogni, og tey spældu í køkinum at kóka døgurða…ansa eftir Tentakluss, at tú brennur teg ikki, og so var eisini eitt so stuttligt dukkuhús, sum tey sluppu at prøva at búgva í. Reyðfinna hugdi út av tí ljósareyðu altanini, og Tentakluss var á tí grøna pallinum uttanfyri.

077074073

Og nú fingu tey vinir, her síggja vit vinin Herbert saman við báðum.

Og Tentakluss og Reyðfinna hugdu, um nakrir sóljusaurar vóru ímillum dinosaurarnar har á gólvinum.062

Og her eru Bjørt og Magna saman við teimum. Sum hetta var ein stuttligur dagur.066065

Og tey hava fult av bókum við stuttligum søgum, og tað ber til at gera forðabreyt, men tað var nokso ringt at klára breytina, tí sóljusaurar hoppa ikki.084078

085

Á hygg Reyðfinna, segði Tentakluss, skula vit ikki fara at ganga í barnagarði, so fáa vit eisini eitt sovorðið kul skáp. Eg veit ikki, ganga sóljusaurar í barnagarð? Eg veit ikki, um tað er lov….men eg fari í hvussu er heim til Herbert og Magnu at spæla, tað er púra vist, munnu tey eiga nakað at spæla við??

20. desember–nýggjar vinir

Hvussu skula vit sleppa at síggja eitt jólatræ? Kenna vit nøkur fólk? Tjaa, vit kunna kanska royna at finna vinir millum fólk, ja børn meini eg. Eg veit! segði Reyðfinna, vit fara at leita á einum spæliplássi ella í einum barnagarði, har eru nógv børn. Gott hugskot Reyðfinna! segði Tentakluss.

Hygg har er eitt, halló! ert tú eitt fólk ???

018

025024

Nei, eg hugsi ikki, bíða har er eitt annað:

034

HALLÓÓ! Ert tú eitt fólk, sum pyntar jólatræ?033

Nei, eg veit ikki, hetta sigur ikki eitt orð. Men hygg, kom inn í hetta húsið, kanska vit síggja okkurt. Halló, ert tú eitt fólk??? Ja, hetta svaraði og segði okkurt, og Tentakluss og Reyðfinna fingu bæði eitt klemm og sluppu at hyggja at bókum, sum har vóru.

028J

029

Men vit skuldu jú finna ein barnagarð….hygg har eru smærri fólk, kom skunda tær. Og bæði fóru skríðandi millum trøini og hittu trý smá fólk. Teir fingu sama spurning, um teir vóru fólk, og teir søgdu, at teir vóru dreingir og itu Aron, Búi og Emil, men teir eru 8 ár, so teir ganga ikki í barnagarði, men Reyðfinna slapp at spáka á høvdinum á teimum, so at hon skuldi vita, hvussu eitt fólk følist.

052

Dec 18, 2013

19. desember

Reyðfinna segði, at hon vildi ikki fleiri ævintýrferðir niður í hatta myrka rúmið við teimum brøttu trappunum. Hvat skuldu tey so finna uppá?

Frænir segði, at hann kundi hugsað sær at farið ein langan túr. Jamenn er tað ikki so nógvur vindur? spurdu Tentakluss og Reyðfinna. Jú, men tað er spennandi at síggja vindin rykkja og skrykkja í trøini. Á píka, bara hann ikki skrykkir okkara træ upp, hugsaði Tentakluss. Hvar skuldu tey so búgva? Og hann føldi longu, at greinarnar livdu undir teimum.

Og so fóru tey út at vála, tey funnu eitt stað, har ið onkrar verur vóru í einum vatni.

045040

Munnu hatta eisini vera systkinabørn hjá Fræniri, hugsaði Tentakluss. Men so sá hann, at tey høvdu fitjur og dugdu at kava og alt. Fitjur eru føtur á dýrum, sum duga at svimja, tey hava ikki fingrar, men spakar ella skuplur á beinunum til at flyta vatnið við. Fólk, sum vilja svimja skjótt, brúka ofta fitjur ella svimjiføtur, tá ið tey svimja. Hygga handan hvussu fín hon er um høvdið, heilt grøn. Hatta er steggin, tað er pápin, páparnir eru altíð so fínir.

016013

Men her vóru nógv trø eisini, og tey vóru ikki øll blaðleys, summi høvdu nálir eisini. Á hatta eru jólatrø, segði Reyðfinna. Hvat er eitt jólatræ, spurdi Tentakluss. Tað er eitt sovorðið træ, sum tey pynta til jólar, fult av ljósum og …og pynti..og hjørtum og litum. Eg síggi eingi hjørtu. Nei, men fólkini taka træið inn í stovuna, og so pynta tey tað. Á tað hevði eg viljað sæð, segði Tentakluss. Hygga hetta træið, hvussu tjúkt tað er, hetta koppar ikki í vindinum.

010

Hatta hvíta har yviri, er tað eisini trø? Ja, tað haldi eg svaraði Reyðfinna, tey røkka næstan til himmals, kanska skula tey pyntast til jólar, men tað er nokk bara stór hús og stór fólk, sum hava sovorðin jólatrø.

048

Dec 17, 2013

18. desember Eitt óhapp

 

Aftur í dag fara tey ævintýrferð, og nú finna tey hesa stóru hvítu kistuna, sum stendur opin. Hvør man hava gloymt at lata hana aftur?

042Ja, hvat var hatta stór hvíta, sum stóð og gapaði har? Tað mega vit fara at kanna, segði Tentakluss, 043028og hann og Reyðfinna og Serpens fóru øll trý at royna at hyggja niðurí. 

029

Ansa eftir! Dett ikki! Far ikki framav! Og so hendi tað, sum ikki mátti henda Reyðfinna datt niður í kistuna, og lokið smekkaði aftur. Hjálp! rópti Reyðfinna,her er so kalt! Men tað hoyrdu hini ikki, tí at lokið er so tjúkt. Sum Tentakluss var harmur, hvat skuldi hann gera. Hann mátti ordfiliga hugsa seg um, tí Reyðfinna mátti fáast uppaftur. Hann hugdi rundan um seg, og píkarill hvat sá hann tá ? Hann sá ein tveir, tríggjar nei 4 ormar. 038

041

Hey! rópti hann , hvørjir eru tit? SHISSSSSSALLÒ! søgdu ormarnir, vit eru Serpentina, Serpulla og Reptilus og Repitilliana. Ja, tit líkjast eru tit systkin? SSHHHHJA. Kenna tit Frænir?

035

Á ja ja, hann er systkinabarn okkara…Kunna tit so hjálpa mær at lata hesa kistuna upp? Tí vinkona mín er dottin í hana? SHISSSJA. Kom vit taka øll á í senn! Eitt, tvey, trý og so fingu tey lokið upp. Tentakluss tordi næstan ikki at hyggja, Reyðfinna! segði hann, ert tú har??

044

Brrr, brrrr! hoyrdu tey bara, ti at Reyðfinna fekk einki sagt, so køld var hon. Kom upp Reyðfinna! Men nú sá Tentakluss nakað, sum hann kendi, eehh góða kanst tú taka ein sunlolly við til mín?

047

Brrrr segði Reyðfinna, hon gav honum ein, men hon skuldi ongan hava, tí at hon var so køld. Men seinni fóru Tentakluss og Reyðfinna at balla seg framman fyri sjónvarpinum, og tá var lagið betri.

002