Bindiklubburin hevur verið rættiliga linligur í vetur, so tað var fínt, at Anna Maria trummaði okkum saman. Anna Maria segði okkum frá sínum túri saman við familjuni í Egyptalandi í jólaferiuni. Deiligt at fáa dagført sínar familjuupplýsingar, eg visti ikki, at Tóki er farin til skips.
Feb 11, 2011
Uppi hjá Onnu Mariu í gjárkvøldið
Feb 9, 2011
Camino í Heilafelagnum
Cafékvøld í Heilafelagnum, har er altíð deiligt at koma. Stuttligt at síggja øll. Og herligt at uppliva Camino aftur, fór ordiliga at leingjat út á vegin aftur, á fjallagøtuna, tíðliga um morgunin, áðrenn sólin kemur upp, morgunroðin heilsar tær. Ryggsekkurin fast at bakinum, lotið móti andlitinum; beinini finna stevið, ikki drekka morgunkaffi beinanveg, ganga fyrst ein tímas tíð, so mikið betur smakkar, tá ið tú fært pausu. Hevði viljað havt tey øll við, tey í Heilafelagnum at upplivað túrin; ikki tí, tey ferðast sjálv í heilum, hesar myndirnar eru frá teirra seinastu uttanlandsferð, tey vóru í Suðurjyllandi. Eg havi myndirnar av Facebookprofilinum hjá Heilafelagnum.
Feb 7, 2011
Vikuskifti á vetri
Fríggjakvøldið var eg niðri hjá Mads og Anne Lisu til cubanskt inspirerað kvøld. Super hugnaligt, deiligt at síggja fólk einaferð aftur. Leygardag fyrrapart fóru vit til Gjáar, vit tríggjar. Vit koyrdu um Eiði, tí vit vildu kann, hvussu har var at koyra, um vit nú skuldu fara tann vegin leygarkvøldið, tá ið vit skuldu í dans á Eiði. Tað var nokso ringt sýni í ælunum, men annars var ok , væl grivið. Turið gjørdi lekran døgurða, Asfinn hugdi inn. Vit fóru út at vála og vóru í trimum húsum, tveimum ólidnum og so inni hjá Hans Edvardi og Marin Elisabeth og gratuleraðu tey. Sera spennandi verkætlan hjá Klæmint á neystaloftinum og hjá Dan inni í bønum. Um kvøldið fóru so vit til Eiðis sum gestir hjá dansifelagnum á Látrinum. Stak góður dansur og gott lag. Vit koyrdu til Gjáar aftur eftir eiðisvegnum. Hittu fólk, eitt nú Elsu, sum var í Funningi nú nakrar dagar. Deiligt veður at koyra suður í dag. Vit fóru beina leið út til Lív sum bjóðaði døgurða, so matliga sæð hevur tað verið eitt fínt vikuskifti. Á ja, eg gloymdi at siga, at vit fingu smurt breyð á Eiði….ótrúliga væl smakkandi turt kjøt.
Feb 3, 2011
Hav tú ein góðan guddøøø !
Hatta løgna orðið í yvirskriftini er eitt avbrigdi av gudsdoy, og máliskan er okkurt, eg hoyrdi ofta fyrr, sum eina milda illbøn. Men hetta rennur mær altíð í huga, tá ið onkur sigur við meg “hav ein góðan dag”, eg fái hug at siga, hav sjálv ein góðan guddøø. Í dag fór eg inn í ein handil, og krambakvinnan heilsaði mær við “vælkomin”, hon segði vælkomin og ikki góðan dag! Løgið, tá ið eg fór avstað, segði hon so “hav ein góðan dag” ella “framhaldandi góðan dag”, ikki farvæl. Far væl er jú júst tað sama sum hatta umsetta klombrið. At fara væl er at hava tað gott, hava eydnu við tí tú gert og ikki enda í onkrum óhappi, also: at hava ein góðan dag. Nei, góðan dag og farvæl eru so gamalslig orð, lat okkum fáa okkurt nýtt umsett…..
Feb 2, 2011
Turið bloggar, leinki er her á síðuni


Havi sitið og lisið bloggin hjá Turið hjá Marnu. Hon dugir væl at skriva, stuttligt og frískt. Hon og drongurin hava verið Rom, so tað er ein ferðafrásøgn við myndum. Ein dagin var eg ein túr eftir gøtuni niðan fyri Handilsskúlan, tað var óluksáligt, sum har lá nógv rusk. Hvussu man tann gøtan fara at síggja út, eftir at miðnámsskúli er bygdur har. Tá verða túsund ungfólk at ganga har og mala.
Jan 29, 2011
Eitt brúsandi, spruttandi avrik
Nú eru Rakul og Johan gift. Tey fara at búgva í Fámará. Brúdleypið var eitt undirhaldsshow, sum ikki man hava sín líka her á landi! Líka frá tí skemtiliga borðstjóranum Kára á Rógvu, sum er systkinabarn brúðgómsins og til gospelsang, talur og filmar á stórskíggja. Og góður matur og eitt kakuborð….ja, eg eigi ikki orð. Kári dugdi væl at stýra millum avhaldsfólk og tey, sum vilja hava ein lítlan og skemtið hjá honum var spískt á eini klænari striku millum grovt og fínt. Anna Maria Olsen skaraði framúr við sínum sangi. Á løriftinum sóu vit húsini í Fámará, har tey hava sett í stand og málað. Brúðurin strálaði í sínum fína kjóla, og hárið var sett upp sum hjá eini prinsessu. Brúðgómurin var sjálvur ein høvuðsundirhaldari bæði við skemti og sangi. Myndirnar eru ikki klárar, tað er sín søk at hava sítt egna myndatól við í brúdleyp. Tey høvdu bæði fotograf og filmmann til arbeiðis alla tíðina. Eg sat saman við Rakulsa gamla flokki í Hoydølum og vit vóru 3 gamlir lærarar. Smáar skeljar prýddu navnakortið, so ein gamal pílagrímur føldi seg heima.