Jan 29, 2011

Eitt brúsandi, spruttandi avrik

Nú eru Rakul og Johan gift. Tey fara at búgva  í Fámará. Brúdleypið var eitt undirhaldsshow, sum ikki man hava sín líka her á landi! Líka frá tí skemtiliga borðstjóranum Kára á Rógvu, sum er systkinabarn brúðgómsins og til gospelsang, talur og filmar á stórskíggja. Og góður matur og eitt kakuborð….ja, eg eigi ikki orð. Kári dugdi væl at stýra millum avhaldsfólk og tey, sum vilja hava ein lítlan og skemtið hjá honum var spískt á eini klænari striku millum grovt og fínt. Anna Maria Olsen skaraði framúr við sínum sangi. Á løriftinum sóu vit húsini í Fámará, har tey hava sett í stand og málað. Brúðurin strálaði í sínum fína kjóla, og hárið var sett upp sum hjá eini prinsessu. Brúðgómurin var sjálvur ein høvuðsundirhaldari bæði við skemti og sangi. Myndirnar eru ikki klárar, tað er sín søk at hava sítt egna myndatól við í brúdleyp. Tey høvdu bæði fotograf og filmmann til arbeiðis alla tíðina. Eg sat saman við Rakulsa gamla flokki í Hoydølum  og vit vóru 3 gamlir lærarar. Smáar skeljar prýddu navnakortið, so ein gamal pílagrímur føldi seg heima.

IMG_4340 IMG_4341 IMG_4343 IMG_4345 IMG_4349 IMG_4351 IMG_4352

No comments:

Post a Comment